mánadagur 14. oktober 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað vekir ans – bæði heima
og burturi – at KÍ kvinnurnar
leygardagin tryggjaðu sær
fjúrtanda FM heitið á rað.
Tað var í framúr góðum
heystarveðri í Fuglafirði, at
meistaraheitið varð staðfest
við 9-0 sigri!
Undan síðsta umfarinum
var tað framvegis ein møgu
leiki, at gullið skuldu gleppa
KÍ av hondum, og at EBS/
Skála skuldi strúka avstað við
tí, men tá ið alt var liðugt, var
munurin fýra stig. Tað komst
av, at bronsuvinnararnir í HB
í síðsta umfarinum vunnu 6-3
á Skála. Í tí dystinum skoraði
Heidi Sevdal fimm mál, og
harvið varð hon toppskjútti
í kvinnudeildini.
Tað snúði seg fyrst og
fremst um FM heitið, og tann
kappingin endaði við, at KÍ
fjúrtanda árið á rað hevjaði
FM steypið og fóru til hús
við gullkrónum um hálsin.
Í Klaksvík gelti og gylti
fýrverkið
í
góðveðrinum
millum Háfjall og Kjølin, og
longu nú er spurningurin,
hvussu tað verður næsta ár.
Ætla tær at taka eitt tørn
aftrat og harvið at stríðast
fyri at taka metið hjá monn
unum í Skonto Riga, sum
hava
vunnið
letlendska
meistaraheitið fjúrtan ferðir
á rað í tíðarskeiðnum 1991-
2004.
Tað eru tvær á 2013 FM
liðnum, sum hava verið við
til at vinna øll fjúrtan FM
heitini á rað. Talan er um
Rannvá B. Andreasen og
Malenu Josephsen, sum eis
ini vóru við í 1997, tá ið KÍ
vann FM fyri fyrstu ferð.
Veteranarnir, sum saman
við teimum hava vunnið
nógv FM heiti, eru Elsa
Maria Simonsen og Ragna
B. Patawary, sum tó ikki
hava verið við í ár, og Bára
B. Skaale, Randi Wardum og
Sigrid Jacobsen.
Tá ið fregnast verður í
og kring KÍ kvinnuliðið fyri
at finna persónarnar, sum
kveikja og birta upp undir
og harvið eru orsøk til fan
tastiska avrikið, so er svar
ið, at eldhugin og áræðið
hjá veteranunum í orðsins
sanna týdningi hevur verið
gull vert undanfarnu árini
og aftur í ár!
Hvussu
verður
næsta
ár, spyrja vit liðformannin
Malenu Josephsen:
-Randi Wardum og Sofía
Purkhús fóru fyrr í heyst
niður at lesa. Vit hava ikki
hoyrt um nakra aðra, sum
ætlar sær at gevast, so vit
bjóða aftur næsta ár av í FM
stríðnum, og vit rokna við, at
yngri spælarar fara at bjóða
av í kappingini um plássini á
liðnum hjá okkum.
Hví sigur tú tað?
-U17 liðið vann steypa
kappingina í ár, og í lands
kappingini endaðu tær á
triðja plássi. U14 genturnar
vunnu landskappingina við
málmuninum 76-8. Næsta ár
fara fleiri av teimum at flyta
upp á U17, sum vit rokna
við fer at teljast millum FM
favorittarnar, og eg ivist ikki
í, at onkrar teirra eisini fara
at kappast um pláss á besta
liðnum.
Hava ongantíð tapt
Metliðið hjá KÍ er mannað
við bæði yngri og eldri spæl
arum. Merkisvert er tað, at
tann einasta millum tær,
ið hava spælt nógv í ár, og
sum er fødd í 1980unum, er
Rannvá B. Andreasen, sum
hevur føðingardag 10. nov
ember 1980.
Bára S. Klakstein og Mal
ena Josephsen eru eldri enn
Rannvá, meðan allar hinar
millum tær fyrstu ellivu á
samlaða
yvirlitinum,
eru
føddar í 1990 ella seinni enn
so.
Millum yngru spælarar
nar, sum í ár hava verið
rættuliga sentralar, eru mið
vallararnir Sigrun Sirdal og
Eyðvør Klakstein, ið hev
ur víst heilt góð evnir sum
spælskipari, og Maria Klak
stein Thomsen, sum í lands
kappingini skoraði 27 ferðir
og harvið varð næstbesti
málskjúttin av øllum. Tær
eru allar 18 ára gamlar, og
tað er heilt sjáldsamt, at tær
hava verið við til at vinna
FM hvørt ár, síðani tær sum
7 ára gamlar fóru at spæla
fótbólt!
-At KÍ liðini hava vunnið
so nógv og so ofta ber við sær,
at áhugin millum genturnar
at venja og spæla er stórur,
og tí er og verður tilgongdin
komandi árini eisini stór,
heldur Malena Josephsen.
Størsta mótstøðan
Onkur av hesum 14 árunum,
sum KÍ kvinnurnar hava
vunnið FM, hevur mótstøðan
ikki verið so stór. Onnur ár
hevur verið tættari, og so
leiðis var tað aftur í ár. Í 2013
vann KÍ 15 dystir, eina ferð
varð javnt, og eina ferð fóru
tær av vøllinum við ongum.
Málmunurin var 100-10!
Nú er KÍ málið eu
Fjúrtanda FM heitið á rað er hjá KÍ kvinnunum síðsta forðingin, áðrenn tær við superveteranum
í broddinum ætla at taka metið, sum letlendska Skonto Riga higartil hevur átt
Endaliga støðan í kvinnukappingini 2013
D
V
J
T
VM
TM
S
KÍ
18
16
1
1
100
10
49
EBS/Skála
18
15
0
3
62
14
45
HB
18
12
1
5
66
24
37
B36
18
9
2
7
28
26
29
ÍF
18
4
0
14
17
83
12
Víkingur
18
2
2
14
6
71
8
AB
18
1
2
15
12
63
5
Máltindurin
Heidi Sevdal
HB
29
Maria K. Thomsen
KÍ
27
Rannvá B. Andreasen
KÍ
23
Sigrid Jacobsen
KÍ
15
Elin Maria Isaksen
HB
14
Kára Djurhuus
EBS/Skála
12
Íðunn Magnussen
EBS/Skála
11
Ansy Sevdal
EBS/Skála
10
Fríðrún Danielsen
EBS/Skála
10
Lív F. Arge
HB
10
kelda: faroesoccer.com
KÍ kvinnur føroyameistarar 2013. Aftan frá vinstru: Eyðvør Klakstein, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Ragna B. Patawary, Sigrid
Jacobsen, Lisa Joensen, Katrina Akursmørk, Hervør Olsen, Annika Ragna Petersen, Aleksander Djordjevic, venjari.
Framman frá vinstru: Gudny Johannesen, Maria K. Thomsen, Ása Klein Olsen,Annika M. Arge, Rannvá B. Andreasen, Laila Pætursdóttir, Sigrun Sirdal.