Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ropeiska metið FM vinnarar í kvinnufótbólti 2013: KÍ 2012: KÍ 2011: KÍ 2010: KÍ 2009: KÍ 2008: KÍ 2007: KÍ 2006: KÍ 2005: KÍ 2004: KÍ 2003: KÍ 2002: KÍ 2001: KÍ 2000: KÍ 1999: HB 1998: B36 1997: KÍ 1996: B36 1995: HB 1994: HB 1993: HB 1992: Skála 1991: ÍF 1990: Skála 1989: HB 1988: HB 1987: B36 1986: HB 1985: B36 Javnleikurin var á úti­vølli ímóti B36 í Gundadali (1-1), og tapið var við Margáir ímóti EBS/Skála (2-0). -Vónandi verður tað ikki misskilt, tá ið eg sigi tað, men vit hava upplivað tað soleiðis, at størsta mótstøð­an er komin frá okkum sjálv­um. Tá ið tú vinnur nógv, er tað vandi fyri, at uppgávan ikki verður tikin í nóg stór­um álv­ara. Soleiðis hava vit kent tað, tá ið vit ikki hava vunn­ ið, og tíbetur hevur tað verið soleiðis, at tað hevur verið sektað, tá ið hugburðurin ikki var nóg góður. Hvussu verður næsta ár? -Vit fegnast um, at kvinnu­fótbólturin í Gunda­ dali er um at koma fyri seg aftur. Bæði B36 og HB stóðu seg hampuliga væl í ár, og eg vænti, at tey bæði havnarfeløgini fara at bjóða okkum uppaftur meiri av næsta ár. Tað dámar okk­ um væl, og vit vóna eisini, at EBS/Skála fer at halda fram so­leiðis, sum tær gjørdu í ár. Men tá ið tað stóð á, so bastu tit teimum? -Tað gjørdu vit. Í Klaks­ vík vunnu vit 3-2 og 1-0 ímóti EBS/Skála. Tað var øgiliga spennandi, og kanska var tað avgerandi, at fleiri okkara hava vunnið nógv og so ofta hava verið í støðum, har tað ráddi um at vinna FM heitið ella steypakappingina, heldur Malena Josephsen. Tølini tala Tá ið tað nú verður gjørt burt­ urúr framúr avrikinum hjá KÍ kvinnunum hesu megin túsundára skifti, so verður tað ivaleyst eisini víst á, at mót­støðan ikki altíð hevur ver­ið so stór. Onkur ár hava sigrarnir og FM heitini verið vunnið lættari enn onnur ár. Men hetta eigur ikki at taka nakað frá óføra Nú er KÍ málið europeiska metiðKÍ liðnum. Tølini siga eisini sína søgu. Hesi fjúrtan árini hevur liðið bara tapt seks av 222 dystum, og 203 ferðir hevur KÍ vunnið. Samlaði málmunurin er 1202- 128. Toppskjúttin, Rannvá B. Andreasen, hevur skorað 371! mál hesi fjúrtan árini, og Malena Josephsen, sum tey fyrru árini var í álopinum, men seinnu árini hevur verið í verjuni, er næstbesti málskjúttin við 238 málum. Europa og áskoðararnir Stóra gularótin hjá KÍ kvinn­ unum hevur mongu tey sein­ astu árini verið, at tað eina ferð á hvørjum ári hevur verið møguleiki at royna seg í europeisku kappingini. Tey fyrru árini var tað soleiðis, at spælararnir sjálvir syrgdu fyri fíggingini av europeiska ævintýrinum. Tað vil siga, at tær umframt at venja og spæla eisini skipaðu fyri tiltøkum fyri at røkka neyð­ ugu inntøkunum. Soleiðis hev­ur tað ikki verið tvey-trý tey seinastu árini: -FSF hevur rindað fyri átjan ferðaseðlar, og UEFA hevur betalt fyri uppihald­ ið, so tað hevur verið mun­ andi lægri upphædd, sum vit hava havt ábyrgdina av at fáa til vega, og harvið hev­ ur tað eisini verið lætt­ari hjá okkum. Vit gleða okk­um altíð at spæla í Europa. Eis­ini hóast tað oftast vísir seg, at eitt av mótstøðuliðunum er væl stinnari enn hini, og at vandin fyri einum stórtapi tískil lúrir. Hvussu kenna tit áhugan millum áskoðararnar? -Vit halda, at hann hev­ur ongantíð verið størri, enn hann var tað í ár. Viðhalds­ fólkini vóru bangin fyri, at tað skuldi kiksað hjá okkum, og tey fylgdu væl við. Tá ið vit vinna, so er lítið at hoyra, men tá ið vit ikki fáa fulla úrtøku, so eru tað fleiri, sum spyrja og stúra fyri, hvussu tað verður við metinum. So vit plaga at siga, at vit royna at vinna fyri frið skyld, skemtar Mal­ena Josephsen, liðformaður á KÍ kvinnuliðnum, sum nú hev­ur tryggjað sær fjúrtanda FM heitið á rað. KÍ kvinnurnar 2000-2013 Ár D V J T VM TM S 2013 18 16 1 1 100 10 49 2012 18 17 1 0 115 5 52 2011 20 19 1 0 83 10 58 2010 20 17 3 0 101 10 54 2009 20 17 2 1 94 7 53 2008 20 19 1 0 96 8 58 2007 16 13 2 1 58 8 41 2006 14 14 0 0 79 10 42 2005 20 18 2 0 88 19 56 2004 10 10 0 0 90 6 30 2003 16 16 0 0 149 6 48 2002 10 10 0 0 46 7 30 2001 10 9 0 1 57 10 27 2000 10 8 0 2 46 12 24 Íalt 222 203 13 6 1202 128 622 Kelda: faroesoccer.com