Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Rólant Waag Dam Eitt mál og eitt stig. Tað er ikki so galið, men tað er heldur ikki fantastiskt. Avrikið á Tórsvølli fríggjakvøldið var eisini á góðari leið, tó ikki fantastiskt. Tað er sagt áður og tað kann endurtakast, at skulu Føroyar hava fult stigatal í nøkrum landsdysti, so skulu allir mans spæla upp til sítt allarbesta – og so eitt sindur betri aftrat. Tað var ikki støðan fríggjakvøldið. Fríggjakvøldið spældu fleiri væl, onkrir skaraðu framúr meðan aðrir vóru so at siga ósjónligir. Og tí fingu vit eitt stig og ikki trý. Reistu seg »Viljin at reisa seg aftur« er slagorðið, sum Fótbólts­ samband Føroya hevur nýtt í lýsingarátaki í bæði sjón­ varpi og bløðum. Sostatt metir Fótbóltssambandið, at landsliðið hevur havt tørv á at reisa seg. Enn koyrir sama lýsingarátak á Facebook- síðuni hjá FSF, men vit fara á hesum síðani at loyva okk­ um at staðfesta, at landsliðið hevur fingið eina lítla upp­ reisn. – Fyrst og fremst er tað deiligt, at vit hava slettað hatta nullið. Tað kunnu vit verða samd um. Men so haldi eg eisini, at vit kunnu loyva okkum at verða vónbrotin um, at vit ikki fáa sigurin. Tað haldi eg, at vit høvdu uppiborið, staðfesti Daniel Udsen eftir dystin. Danski miðvallarin á før­ oyska liðnum hevur rætt. Vit bæði kunnu og skulu fegnast um, at nullið á stigatalvuni er broytt til eitt eitttal. Men vit kunnu eisini iðra okkum um, at tað ikki rakk longur enn tað sama. Tí tað er ikki oftari enn so, at føroyska liðið hevur møguleika at fáa trý stig. Og tað er uppaftur Avrikið á Tórsvølli fríggjakvøldið var góðkent, men heldur ikki meiri enn tað. Alt annað enn eitt stig hevði verið heilt av leið. Men eitt stig er betri enn einki, og tískil er úrslitið á góðari leið Góðkent avrik