mánadagur 14. oktober 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
meiri sjáldsamt, at Føroyar
hava uppiborið ein sigur. Tað
høvdu vit uppiborið fríggja
kvøldið.
Frá seks stigum til eitt
Lars Olsen hevur gjørt nógv
burtur úr at fortelja før
oyingum, at Kasakstan er
eitt trupult mótstøðulið. At
ein sigur avgjørt ikki var
nøkur
sjálvfylgja.
Brian
Kerr endurtók tað sama í
fríggjadagsblaði okkara, og
í tíðindunum á Rás2 fríggja
kvøldið undan dystinum,
metti Tróndur Arge, frásøgu
maður á Rás2, at dysturin fór
at enda við javnleiki.
Vit mugu nú ásanna, at
Kasakstan ikki er nakað
walk-over hjá Føroyum. Tí
hjá føroyska fótbóltslands
liðnum er hvør og ein upp
gáva ein stór avbjóðing. Men
tá tað er sagt, so fara vit
at minna á, at Føroyar fyri
tíggju árum síðani vunnu
seks stig av seks møguligum
í móti Kasakstan. Hesaferð
fingu vit eitt stig av seks
møguligum.
Samstundis er greitt, at
hetta er fyrsta stigið, sum
Føroyar hava vunnið í tvey
ár og fýra mánaðir. Hetta er
fyrsta stigið í hesi undan
kappingini, og hetta er fyrsta
stigið, sum Lars Olsen, lands
liðsvenjari, hevur vunnið
Føroyum.
– Eg eri vónbrotin, og
eg kenni tað heilt greitt so
leiðis, at vit í kvøld hava mist
tvey stig, heldur enn at vit
hava vunnið eitt stig, segði
Lars Olsen, venjari við Rás2
eftir dystin og tað er ein
rættiliga sigandi niðurstøða
um kensluna, sum tey flestu
høvdu, tá tey fóru frá Tórs
vølli fríggjakvøldið.
Hallur í heimsflokki
Tá tað er sagt, so hava vit
sanniliga nógv at fegnast um.
Gunnar Nielsen kann gleðast
um, at hava spælt ein dyst,
har tað so at siga ikki var
brúk fyri honum. Vit kunnu
fegnast um, at miðvøllurin
við Halli og Fróða sær út til
at rigga. Hallur fekk afturval
og vísti ein fantastiskan hug
burð. Hann vil spæla á lands
liðnum og heldur, at hann
hevur uppiborið eitt pláss
millum teir fyrstu ellivu.
Fríggjakvøldið lat hann fót
bóltsligu eginleikarnar tala.
Hansara avrik var tað besta
fríggjakvøldið,
og
eisini
tað besta vit hava sæð frá
honum.
Málið var eisini ein perla.
Eitt vælspælt álop, sum
byrjar vinstru síðu, verður
flutt inn yvir miðvøllin, har
vit eisini varðveita hann við
eini harratakkling, áðrenn
bólturin verður fluttur heilt
út í høgru, áðrenn hann kem
ur inn fyri mitt á aftur og
endar heilt uppi í horninum.
– Hatta var eitt øgiliga væl
spælt álop, sum endar við, at
Jóan Símun við eini frekari
fintu gevur mær pláss. At
tað so bleiv uttarasíðu var
bara refleks og ikki nakað,
eg hugsaði yvir. Hevði eg
fingið sama kjans tíggju
ferðir aftrat, so hevði hann
ikki sitið. Kanska eg hevði
rakt hann líka væl einaferð
aftrat, um eg fekk 50 kjansir
av sama slag, greiðir Hallur
Hansson flennandi frá.
Tóku ikki av
Kasakstan var okkara møgu
leiki, at fáa stig í hesum
undankappingini. Tað varð
sagt beinanvegin, tá luta
kastið var greitt. Tískil er tað
at fegnast um, at vit fingu
eitt stig, har tað var møguligt.
Harmiligt er tó, at vit ikki
tóku av møguleikanum, um
at fáa trý stig, tí tað er ikki
ofta, at tann møguleikin
er til staðar. Tað var hann
fríggjakvøldið.
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen