Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Samansetingin millum Fróða Benjaminsen og Hall Hansson hevur ikki altíð riggað líka væl, men móti Kasakstan tók Lars Olsen ein kjans og fekk útbetaling við kassa 1. Hallur var besti maður á vøllinum, meðan Fróði Benjaminsen var generalurin á verjukenda miðvøllinum. Tróndur Arge – Tórsvøllur Vit skulu sjálvandi fegnast um eina stigið. Vit vóru eisini bara millimetrar frá at fáa øll stigini. Tað er ilt at verða ónøgdur um tað. Harði tónin kring landsliðið seinastu tíð­ ina ger eisini, at vit fjøl­miðlar eisini skulu ansa eftir, at vit ikki krevja meir, bara fyri at krevja meir. Føroyar fingu flottan javn­ leik móti Kasakstan fríggja­ kvøldið. Vit vóru omaná og hava ein risamøguleika í evstu løtu, og trýsta Kasak­ stan næstan allan seinna hálv­leik. Tað er flott og til lukku við tí. Men tað er eitt men. Tað er langt síðani, at eitt lands­ lið, sum vil so lítið sum Kasak­stan gjørdi, hevur verið í Føroyum. Teir vístu at kalla einki. Teir komu til landið eitt lítið samdøgur fyri dystar­byrjan. Teir vístu ongan geist og spældu uttan størstu stjørnuna, Heinrich Schmidtgal. Tað eydnaðist ikki at fáa greiðu á hví, men ein tíðindamaður úr Kasakstan svaraði bara stutt og geitt »venjarin«, tá hann bleiv spurdur hví Heinrich Schmidtgal ikki byrjaði inni. Í seinna hálvleiki hevur Kasakstan eitt innlegg og eitt hornaspark. Skal Føroyar nakrantíð satsa í einum landsdysti, so má tað verða í einum dysti sum hasum. Also fyrr hava menn sum Todi Jónsson, John Petersen og Uni Arge ella Jan Allan Muller byrjað inni. Tað eru tveir áleyparar og ein fram­ rætt­aður miðvallari, sum eisini kann teljast sum áleypari í fleiri av sínum feløgum – nevniliga John Petersen. Innskiftingin kemur ov seint Lars Olsen segði undan dyst­inum, at nú skuldi liðið longur niðan á vøllin at vinna dystin. Tað ger liðið eis­ini partvís. At velja at byrja við Halli Hansson og Fróða Benjaminsen er eis­ ini meiri framrættað enn við Súna Olsen, tá um­ræður trýst á hálvuni hjá mót­støðu­ liðnum. Lars Olsen heldur eisini fast um álopssamansetingina við Jóan Símun Edmundsson sum fremsta manni og Christiani Lamhauge Holst sum framrættaðum mið­ vallara. Pól Jóhannus Justinussen fær afturval í vinstru, með­an Daniel Udsen er í høgru. Inns­ kiftingin av Pálli Andrasson Klettskarð kemur ikki fyrr enn 13 minuttir fyri tíð. Tað kenn­ist sum tað er eit korter for seint. Eisini tykist tað sum ein feilur, at skifta Jóan Símun Edmundsson út. Hann spældi við yvirskotið og var íblandaður tí mesta í fram­rætt­aða spælinum. Út­ skiftingin skumpar Christian Lamhauge út á vongin, men hann tykist ikki hava nógva orku eftir, og hevur sent minst tvey innlegg upp­um ella í føvn­ingin á mál­verja­ num fyrr í dystinum. Tá virkar meiri logist at koyra Jóan Símun á vongin og Christian L. Holst út. Tað er eisini eitt sindur óskiljandi, at Christian R. Mouritsen ikki kemur á vøllin í dystinum. Hann spældi væl í Kasakstan og hev­ur evnini til at leggja av­ ger­andi avleveringina. Tað hevur hann prógvað í lands­ kapp­ingini í ár. Um Christian R. Mouritsen ikki byrjar inn ella kemur inn í einum slíkum dysti, nær skal hann so? Flott spæl Í fleiri førum er talan um gott spæl, tá føroyska landsliðið kemur til málmøguleikar. Serliga í seinna hálvleiki er lív í vinstru síðu. Samansetingin av Pól Jóhannus Justinussen og Viljormi Davidsen tykist rigga væl, sjálvt um Pól Jóhannus ikki hevur tað gott við smáspæli. Mótstøðuspælararnir ræð­ast styrkina hjá honum og hann dugur eisini at brúka hana. Einasti manglin í dyst­ inum móti Kasakstan var, at hann ikki leggur bóltin innfyri, tá hann hevur møgu­ leikan. Ov oftani velur hann at venda. Annars var tað aftur­vend­ andi, at innlegg ikki vóru neyv. Jónas og Viljormur høvdu okkurt gott, men ann­ ars eru tey ikki á altjóða stigi – enn. Avrikið móti Kasakstan er góðtikið. Einki ivi um tað. Vit fáa stig, halda teimum frá málinum hjá okkum megin­ partin av tíðini og trýsta teir seinasta korterið. trondur@sosialurin.fo Tað er eitt millumting millum at verða glaður, tí tú skalt jú brúka undirbuksur hvønn dag, men eisini eitt vet vónbrotin, tí kanska fekst tú okkurt totalt feitt í jólagávu. Eina stigið kunnu vit brúka til nógv, men har var møguleiki fyri meir Sum at fáa undir­buksur í jólagávu Dystargongd: Bæði liðini føla seg fram. Ongin vil taka nakar kjansir. Kasakstan kemur til tað sum er. Eini tvey innlegg. (Kasakstan betri) Føroyar kemur í tríggjar góðar støður og er leikliga omaná. Nærmastur er Jóan Símun, tá hann stútar stutt framvið. (Føroyar betri) Christian Lamhauge Holst hevur størsta møguleikan, men tað blívur ov spíkst. Annars hendir lítið og einki til Hallur Hansson skorar eitt framúr mál, eftir framúr uppspæl. Fantastiskt! (Føroyar betri) Kasakstan hevur sínar bestu fimm minuttir í hálvleikinum og skorar. Annars eru Føroyar leikliga omaná. (Føroyar betri) Føroyar er framvegis leikliga omaná, men tað gongur illa við at sleppa aftur um verjuna hjá Kasakstan. Skapa sum so ikki nakað. (Føroyar betri) Stórt føroyskt trýst, sum er um at geva úrslit upp til nakrar ferðir, men tað resta bara millimetrar í, so hevði sigurin verið komin í hús. (Føroyar betri) 1 0-15 2 46-60 1 16-30 2 61-75 1 31-45 2 76-90 Mynd: Álvur Haraldsen