mánadagur 14. oktober 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Málið til 1-0! Ongin ivi. Flottar
tekniskar bóltnertingar frá Jóan
Símuni Edmundsson, ágrýtin takling
frá Pól Jóhannusi Justinussen, frálík
avlevering frá Fróða Benjaminsen, ein høgri
bakkur, sum kemur framvið og ikki minst
hegnisliga skotið frá Halli Hansson. Millum
tey bestu málini í føroyskari landsliðssøgu.
Málið hjá Kasakstan. Í kasakstan
kunnu vit geva dómaranum
skyldina til eitt vist, men hesa
ferð mugu vit bara átaka
okkum skyldina. Málið hjá Kasakstan er
ein rótut klumpaspæl í brotsteiginum.
Faktist órættvíst at teir skora um
næstan einasta kjansin teir hava!
Gunnar Nielsen: 3
Hevði einki at gera í føroyska
málinum. Hevði eina góða bjarging,
men tíverri fór bólturin í málið upp á
retur bóltin. Leiddi verjuna væl.
1
Jóhan Troest Davidsen: 3
Hevði faktist ikki so nógv at gera, men tað
hann hevði at gera greiddi hann væl. Var ikki í
so nógvum tvídystum bakkaði fyri tað mesta
Rógva upp. Spældi væl.
4
Fróði Benjaminsen: 4
Átti stóran lut í málinum, tá hann
leggur bóltin upp á tvørs. Hevði meiri
verjukendan leiklut í mun til Hall Hansson.
Var lítið á bóltinum, men flyti nógv í tí
verjukenda. Setti seg eisini í gjøgnum við
onkrar góðari takling.
7
Christian L. Holst: 3
Merkiliga sløvur í fyrra hálvleiki og var
bara tann Holst sum vit kenna í løtum
– serliga í seinna hálvleiki. Fekk ein risa
møguleika, men vinkulin bleiv for spískur.
Hevur ikki fingið gongd á í ár í Silkeborg
og tað ávirkar landsliðsavrikini.
10
Jóan Símun Edmundsson: 4
Kemur framvegis til ov fáar møguleikar fyri
ein áleypara, men veksur við upgávuni. Tók
væl móti bóltinum og átti stóran lut í flotta
málinum. Skuldi ikki verið útskiftur. Skuldi
spælt saman við øðrum áleypara av og á.
11
hallur hansson: 5
Dagsins spælari: Spældi sín besta landsdyst
higartil. Skoraði eitt framúr flott mál og
vísti seinasta korterið, at hann hevur ein
vinnaravilja, sum landsliðið kemur at njóta
gott av. Var ágangandi í trýstinum og
vann bóltar í góðum støðum. Søkti eisini
møguleikarnar heilt til seinasta bríksl.
8
Jónas Tór Næs: 3
Eigur lut í føroyska málinum, tá hann
kemur framvið. Kom eisini til gott innlegg
í fyrra hálvleiki og kom somuleiðis
framvið í seinna hálvleiki. Hevði tó
trupulleikar í uppspælinum í fyrra
hálvleiki.
2
Daniel Udsen: 3
Ger tað rætta í verjustøðu
og steðgar uppspælinum hjá
Kasakstan væl, men gevur liðnum
einki í tí framrættaða. Tók sær av
deyðbóltunum, men tað var ikki
meiri enn næst best. Restaði nakað í
avspælingunum.
9
Viljormur Davidsen: 4
Var í so skjótur at slepaa sær av
við bóltin í fyrra hálvleiki, men í
seinna hálvleiki var hann millum teir
bestu. Hevði góð innlegg og tordi
at leggja torførar avleveringar inn í
brotsteigin.
3
Pól J. Justinussen: 4
Var ótrúliga sjónligur og kundi
lættliga havt fingið eitt 5-tal, men
tað knípur í smáspælinum, og tá
bólturin skal innfyri. Skjót bara
bóltin innfyri, ikki ivast, tí tað endar
ov oftani at hann missur bóltin.
13
Rógvi Baldvinsson: 4
Var tann meiri sjónligi, sum fór upp at
skalla og niður at takla. TAð kom hann nú
bara væl frá, men hevði onkra ivasama
avlevering tíðliga í dystinum. Breyt annars
álopini hjá Kasakstan væl.
5
(▼út)
(▼út)
Súni Olsen: 2
(▲innsk.)
Súni, Súni, Súni. Kom inn til
deyðbóltarnar, men tíverri rakti
hann teir ikki nóg væl. Tað sást
eisini á andlitinum á honum, at
hann veit at hann kann raka teir
betri. Nú er bara eitt skot eftir
Súni, so plaffa hann nú í mál móti
Eysturríki!
Páll A. Klettskarð: 3
(▲innsk.)
Líkist meiri og meiri einum møgu
ligum startara. Kemur inn og ger
tað gott aftur hesaferð. Vinnur
luftbóltar og leggur væl av. Fellur
lætt inn á liðið. Var millimetrar
frá at gerast ein føroysk lands
liðshetja.