Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Pætur Albinus Millum fjeppararnar á Tórs­ vølli til landsdystin ímillum Føroyar og Kasakstan fríggja­ kvøldið sóust tveir menn við útlendskari útsjónd, og um hálsin høvdu teir týsk fjepparaturrikløð. Og rætt var, tá ið Sosialurin prátaði við teir eftir dystin. Teir vóru týskarar, og vóru teir komnir allan vegin til Føroya bara at stuðla føroyska lands­lið­ num. – Vit fingu hvørki ferða­ seðil ella atgongumerki til landsdystin ímillum Føroyar og Týskland, men vit høvdu sett okkum fyri, at vit skuldu síggja Føroyar spæla. Tískil valdu vit at koma til henda dystin, sigur Marco, sum eins og vinmaðurin Rolf, kemur úr Leipzig. Stuðlaðu Føroyum Undir dystinum sást greid­ liga, at teir báðir hildu við Før­ oyum. Teir vóru helst rivnir við hýrinum og tá ið málið kom stóðu teir báðir uppi og klappaðu hjartansfegnir. Teir viðganga, at teir veruliga gjørdist spentir og vónaðu tað besta fyri Føroyar. – Úrslitið var í lagi, men bara synd, at Føroyar ikki megn­aðu at vinna ímóti end­ anum, hildu teir báðir fyri. Marco og Rolf komu til Føroya mikudagin og hava teir við leigubili ferðast kring Føroya, her teir vóru hug­tiknir av náttúruni. Teir fóru av landinum aft­ur leygardagin við kós ímóti Stokkhólmi, har teir týs­ kvøldið fara at hyggja eftir lands­dystinum millum Svøríki og Týsklandi. albinus@sosialurin.fo Millum viðhaldsfólkini á Tórsvølli fríggjakvøldið vóru tveir týskarar, sum høvdu lagt leiðina til Føroya bara fyri at síggja landsdystin ímillum Føroyar og Kasakstan – At byrja við tóku vit nógvar fløskur, men tað er við at koma upp á pláss nú. Eg haldi, at fólk hava skilt boðskapin, sigur ein av vaktinum við inngondina á Tórsvølli, har strangar reglur galda Týskarar stuðlaðu Føroyum á Tórsvølli Vaktarhaldið hevur tikið nógvar fløskur Pætur Albinus Nógv vaktarfólk er til ar­ beiðis við ein landsdyst, og til dystin ímillum Føroyar og Kasakstan í fríggjakvøldið var einki undantak. Vit fingu orð á Ólav Rasmussen, sum var ein av vaktunum við sjálva høvuðs­inngongdina. Fólk verða kannað fyri fløskur o.a., men hesum hava tey ikki stórvegis trupulleikar av. – At byrja við tóku vit nógv­ar fløskur, men tað er við at koma upp á pláss nú. Eg haldi, at fólk hava skilt boðskapin. Men tað snýr seg at vera á vakt, sigur Ólavur Rasmussen, sum eisini má vera á vakt eftir øðrum. Stór myndatól bannað Tað eru ikki einans fløsk­ur, sum eru bannaðar. Kring heimin hava stórir trupul­ leikar verið av fýrverkið, men somikið ófriðarligir áskoð­arar eru valla at finna í Føroyum. Her fáa vaktirnir aðrar lutir, sum fleiri fólk helst ikki vistu vóru bannaði at hava við inn á Tórsvøll. – Tað er eitt nú ikki loyvi at hava stór myndatól inn við, sodavatnsblikk ella bara eina vatnfløsku. Summi fólk hava ilt við at skilja tað, men tað eru ikki vit, sum áseta reglurnar. Tað eru FIFA ella UEFA, sum áseta hesa reglugerðina, sigur hann. Síggja ikki nógvan fótbólt Vaktirnir fáa ikki altíð so nógv við av dystinum, men tað leggja teir ikki í. – Okkurt fáa vit við, men vit eru jú á vakt her. Onkun­tíð venda vit okkum við fyri at hyggja eftir dyst­ inum, men tað ber altíð til at síggja málini í sjónvarpinum aftaná, sigur Ólavur at enda. albinus@sosialurin.fo Marco og Rolf komu til Føroya mikudagin og hava teir við leigubili ferðast kring Føroya, her teir vóru hug­tiknir av náttúruni