Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Færri landsdystir eru á skránni og tískil verður landskappingin komandi kappingarár styttri. Eisini er stór nøgd við farna kappingarár Stytt kapping til komandi ár Tróndur Arge Á eftirmetingarfundinum hjá feløgunum kom eisini fyrsta útkast til leikskránna kom­ andi kappingarár. Í ár hava verið nógv landsdystir og tað hevur gjørt, at kappingin hevur verið lang í mun til vanligt. Stórsteypadysturin var longu 3. mars og sein­asta umfar verður ikki fyrr en 26. oktobur. Kom­andi kapp­ ingarár verður byrjað 8. mars við Stór­steypa­dyst­inum. Sein­asta umfar verður longu 4. oktobur. – Hetta uppskotið er akku­rát lagt fram, so feløgini hava ikki gjørt viðmekringar enn. Annaðhvørt ár eru fleiri lands­dystir, og annaðhvøt ár eru færri landsdystir. Kom­andi ár eru færri lands­ dystir og tí endar kapp­ingin longu 4. oktobur. Feløg­ ini hava nú tvær vikur at gera viðmerkingar leik­ skránna í. Vit koyra ikki hetta út uttan at hava hoyrt feløgini, sigur Jákup Martin Joensen, formaður í kapp­ ingar­nevndini hjá Fótbólts­ sambandinum. Øll feløgini verður við til at leggja kappingina hetta kapp­ingarárið, og higartil hava øll feløgini verður nøgd. – Tað er eitt stórt rós til øll feløgini, sum hesi seinastu trý árini hava verið við til eina tillaging, har øll eru við til at leggja kappingina. Tað hevur eydnast væl, sigur Jákup Martin. Flyta sjálvi dystirnar Formaðurin í kappingar­ nevndini legði stóran dent á, at tað ber ikki til at ganga ynskinum hjá øllum á møti. Tí verður leikskráin gjørdi uttan mun til hvar feløgini eru, ella hvat dato talan er um. Síðani verður tað upp til feløgini sjálv at samráðast so tey hava heimdystir til stevnir og so framvegis. Hesa ferð eru seks lið við úr Eysturoynni, tí blívur tað ógjørligt at deila dystirnar út, soleiðis tvey grannalið ikki hava heimavøll í senn. Bara HB og B36 sleppa undan at spæla á heimavølli á sama leikdegi, tí bæði liðini spæla á sama vølli. Í Havn hevur at kalla ongin trupulleiki verið hjá HB, B36 og AB at semjast um at nær liðini spæla, so tey ikki spæla í senn. Mangan hevur AB spælt klokkan 17 sunnudag og hevur riggað væl. Steypafinalan – nær? Mest umstríddi leikdagurin í føroyskum leikskránni er steypafinalan. Seinastu tvey árini hevur steypafinalan verður spæld á Tórsvølli síðst í august. Nýggju ljósini gera, at finalan kann spælast um kvøldið. Somu­leiðis verða finalurnar hjá teimum yngru og hjá kvinn­unum eisini avgreiddar um sama vikuskiftið. Í ár er steypa­ finalan sett til at verða 23. august. Tað er nógv fólk, sum hava nógvar meiningar um steypafinaluna. Bæði nær og hvar hon skal spæl­ast. Ein viðmerking til steypa­ finaluna hesa ferð var, at hon liggur bara eitt umfar undan landsliðssteðginum fyrst í septembur. – Endamálið er at skapa eitt vikuskiftið, har steypa­ finalurnar eru í mið­depl­ inum. Tað haldi eg hevur eydn­ast til fulnar. Tað er einki sum er so gott, at tað ikki er ringt fyri okkurt annað. Í hesum førinum kem­ur tað at liggja tætt upp í móti landsliðssteðginum. Flyta vit hava til nakað fyrr, so eru tað í summarferiuni hjá skúlabørnunum. Vit hava eisini hugsa um at leggja hana síðst í juni, men tað hevur eisini sínar vansar, sigur Jákup Martin Joensen. – Vit hava hugsað gjølla um allar møguleikarnar. Vit hava valt hetta vikuskiftið væl vitandi um, at tað er okkurt, sum ikki er akkurát sum tað skuldi verið. Men vit skulu eisini hava fólk til finaluna, so tað nyttar held­ur ikki at leggja finaluna sam­ stundis sum okkurt størri tiltak er, sigur Jákup Martin Joensen at enda. trondur@sosialurin.fo Færri landsdystir eru á skránni og tískil verður landskappingin komandi kappingarár styttri Mynd: Álvur Haraldsen