Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tað sigur Gunnar Nielsen, sum heldur at føroyska liðið ongantíð fekk fatur á eysturrísku spælarunum í umvenda dystinum í mars mánaði Mugu spæla hart Tóndur Arge – Eg sigi als ikki at vit skulu spæla skitið, men vit mugu seta okkum á teir og vísa at vit eru har. Vit mugu spæla hart, men fair, sigur Gunnar Nielsen, landsliðsmálverji. – Vit skulu hava eyguni við David Alaba, sum spælir við Bayern Munchen. Hann stýrdi øllum á miðvøllinum. Eysturríki spælir eisini skjótt og teir flyta seg nógv, sigur Gunnar víðari. – Vit skulu eisini vísa, at dysturin í Wien var eitt ein­ stakt tilfeldið, sigur Gunnar Nielsen um 6-0 tapið. Gunnar Nielsen hev­ur nógva virðing fyri monn­ unum, sum tann 12. sep­ tembur 1990 vunnu 1-0 á Eystur­ríki í Landskrona. Men hann minnist bara ikki hvar hann var. – Eg sá sendingina »Skotið í Landskrona« í gjár. Hatta var eitt altavgerandi úrslit fyri føroyskan fótbólt, men eg má ásanna, at eg ikki minn­ist hvar er var tann dag­ in, sigur Gunnar Nielsen við einum smíli. trondur@sosialurin.fo Tað sigur Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari undan dystinum móti Eysturríki í morgin Súni á vippuni at byrja Hickersberger aftur í Føroyum Tróndur Arge Hóast hann fyrr hevur sagt, at fleiri av okkara ikki klára at spæla tvær ferðir 90 minuttir upp á stutta tíð, so verður talan heldur ikki um fleiri broytingar, tí avrikið móti Kasakstan var so gott. – Tað verða nakrar broyt­ ingar. Viljormur Davidsen hevur trupulleikar í bak­ lær­inum og tað er ivasamt um hann byrjar. Eg kann eisini siga so mikið, at Súni Olsen er á vippuni til at byrja inni, men eg mál líka fáa alt at ganga upp, sigur Lars Olsen. – Vit hava nakað at hevna frá dystinum í Wien, sum var ein vánaligur dystur frá okkara síðu. Tað er ikki altíð úrslitið, sum er avgerandi fyri um vit hava spælt væl, men avrikið frá okkara síðu skal verða gott, sigur Lars Olsen. – Vit koma ikki at hava bóltin so nógv og tí koma vit at standa longur afturi á vøllinum, sigur Lars Olsen. – Nú er týdningarmikið, at vit fáa ein góðan enda á hesi undankappingini. Og nú er eisini tíð upp á, at vit fáa marginalarnar á okk­ara síðu. Eg haldi dóm­arnir skylda okkum eitt brots­spark, sigur Lars Olsen smíl­andi. trondur@sosialurin.fo Marcel Koller vil ikki tosa um Landskrona Spurdur um hann kennir til søguna, sum er millum Føroyar og Eysturríki í fótbóltshøpi, so váttar hann, at hann kennir til tað, men vil lítið og einki siga. – Eg kenni til søguna millum okkum frá seiansta dystinum, sigur Marcel Koller við føroyskar miðlar. Heri Simonsen Hann er vorðin 65 ára gamal. Joseph Hickersberger varð ein vónríkur 42 ára gamal venj­ari tann 12. september í 1990, tá Eysturríki fekk sítt søguliga ringasta úrslit nakran­tíð. Torkil Nielsen søkti Hickersberger og Eysturríki við einum minn­ iligum máli. Nú er Joseph Hickers­ berger staddur í Føroyum. Uppgávan hjá honum er at verða við­merkjari/ser­frøð­ ingur hjá tí eysturríkska ríkis­ sjón­varp­inum, ØRF. – At vitja Føroyar, sum ferðamaður hevði so ikki komið uppá tal, sigur Hickersberger við tað stóra eysturríkska blaðið »Kurier«. Seinastu góðu fjórð­ings­ øldina hevur Torkil Nielsen runnið undan bæði før­ oyskum, eysturríkskum og út­lendskum miðlum ann­ ars, fyri at sleppa undan at tosa um eina ta størstu sensa­sjónina í fótbólts­ søg­uni nakrantíð. Joseph Hickersberger hevur hin­ vegin havt tað alt annað enn stuttligt, m.a. við at verða nevndur »Färöer-Pepi« – Føroya-Pepi hesi farnu 23 árini, og støðugt verða mintur á skommina í Landskrona. Eysturríkarar knógvaðu heldur ikki Føroyar fyri fimm árum síðani á Tórsvølli, tá liðini spældu javnleik 1-1. Í annaðkvøld kann Eystur­ríki so skriva søgu við at vinna á Føroyum á fyrsta sinni uttanfyri Eysturríki. Heima í Eysturríki hevur gingið eftir vild. Í mars vann Eystur­ríki 6-0, í 2008 vann Eysturríki 3-1, og í 1991 vann heima­liðið 3-0. heris@sosialurin.fo