mánadagur 14. oktober 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Formaðurin í TB var greiður á fundinum í HB-húsinum. Hann
vísti á, at fyri uttan ÍF, so hevur ongin uppflytari klárað at
vunnið seg fram síðani 2005, tá farið var at spæla 27 umfør.
Tí mugu broytingar til fyri at bjarga smærri feløgunum
Tróndur Arge –
Eftirmetingarfundur hjá FSF
Undan landsdystinum mill
um Føroyar og Kasakstan
var
eftirmetingarfundur
fyri feløgini í føroyskum
fótbólti. Størsta málið, sum
varð lagt fram kom frá
aldursforsetanum, TB.
Felagið ynskir, at lands
kappingin verður økt við
tveimum liðnum, so hon
telur tólv lið. Tey skulu tó
ikki spæla tríggjar ferðir
móti hvørjumøðrum, sum
tað verður nú, men heldur
tvær ferðir. Hetta gevur 22
dystir.
Broytingin skal verja
smærru feløgini, sum stríð
ast fyri at menna seg, men
at kalla annaðhvørt ár mu
gu uppgeva vegna niður
flyting.
- Feløgini, ið flyta upp,
eru trýst frá fyrsta bríksli
til at fáa úrslit. Fært tú
ikki úrslit umgangandi, so
verður tú hektaður av. Vit
síggja dømi um hetta hvørt
ár. Í fjør var tað FC Suður
oy og í ár er tað 07 Vestur,
sigur André Dalfoss, for
maður í TB.
Hann fílist á, at fleiri
av feløgunum, sum skifti
vís eru í 1.deild og bestu
deildini, ikki fáa møguleik
an at menna seg uttan at
revsingin er niðurflyting.
- Tað er eitt ov vánaligt
grundarlag fyri at menna
eitt fótbóltsfelag. Vit blíva
hektaði av og fáa ikki
møguleikan
at
menna
okkum og gerast ein part
ur fótbóltinum, har tað
er stuttligt at verða, sigur
formaðurin við síni eyð
kendur suðuroyadialekt.
- Vit tólv liðnum, so fáa
vit ein breiðan botn. Har
verða kanska eini fýra
ella fimm lið, ið kappast í
niðurflytingarstríðnum.
Harafturat verður úrvalið
av spælarum størri, tí vit
fáa 22 spælarar afturat,
sum byrja inni í bestu deild
ini. Teir koma at menna
seg meiri av at spæla Effo-
fótbólt, leggur André aftur
at.
Munurin er eisini
stórar í granna
londunum
Spurningurin hevur verið
uppi at vent fyrr. Ein vandi
er, at tað verður stórur
munur millum nummar og
nummar tólv.
- Argumentið hjá Fót
bóltssambandinum er, at
munurin millum nummar
eitt og nummar tólv verður
størri. Tað verður hann,
men soleiðis er tað eisini í
londunum rundan um okk
um. Fert tú til Ísland, so er
tað ein kappingin við tólv
liðnum. Tú kanst eisini taka
eitt nú Svøríki. Øll londini
spæla kappingar, har tað
er munnur á toppunum og
botninum. Men hetta gevur
okkum fri at menna okkum
sum fótbóltsfelag, sigur
André víðari.
Broytingarnar
skulu
eisini gera tað lættari hjá
feløgunum og spælarunum
at liva sum amatørar, sum
er hvat teir eru.
- Um tú hyggur eftir 1.
deildarfelagnum hjá okkum
í ár, so eru 27 dystir ótrúliga
krevjandi. Kappingin blív
ur so ótrúliga long. Við
22 dystum, so sleppa vit
undan at kroysta kapping
ina so nógv saman. Hetta
gevur eisini spælarunum
ein møguleika at hava eina
summarferiu. Meginpart
urin av spælarunum eru
amatørar og teir mugu
fáa tíð at verða saman við
familjuni eisini, sigur André
Dalfoss og vísir eisini til
fyrimunir viðvíkjandi Eu
ropa luttøkuni hjá føroysku
feløgunum.
- Hetta er eisini ein fyri
munur fyri tey liðini, ið
eru í Europa. Tey fáa fri at
spæla teir dystirnar. Vit
sóu í ár, at nøkur feløg blivu
kroyst nógv rundan um teir
dystirnar, sigur André Dal
foss.
- Vit síggja nógvar fyri
munir í at hava tólv lið og
spæla 22 dystir. So nýtist
kappingin heldur ikki at
verða yvir tíggju mánaðir.
Raksturin av feløgunum
verður eisini bíligari, sigur
formaður-in í TB, sum er á
vippuni til at flyta niður í
1.deild.
Hevur fingið lovað
stuðul til uppskotið
Hóast onki av hinum feløg
unum gjørdi stórvegis við
merkingar til uppskotið, so
vónar André Dalfoss at fáa
stuðul frá fleiri av hinum
feløgunum og Fótbóltssam
bandinum.
- FSF hevur einki biðið
um at fáa okkurt uppskot.
Vit hava tosað við onnur
feløg, sum ikki ein gongd
eru í 1.deild longur, og tey
stuðla hesum uppskoti
num. Eg hugsi eisini um 1.
deild. Komandi ár eru bara
trý feløg, sum kunnu flyta
upp. Um vit veksa um 1.
deild, so verða eini fimm
feløg, sum kunnu flyta upp,
sigur André Dalfoss.
- Skipanin í løtuni ger,
at tað eru fýra feløg, sum
áhaldandi fáa pengar frá
UEFA og vit renna aftaná.
Um tú hyggur eftir kapp
ingini síðani 2005, tá vit
skifta til 27 umfør, so er tað
bara ÍF, ið er flutt niður og
hevur klárað at flutt upp og
staðið seg væl. Hini feløgini,
AB, TB, FC Suðuroy, Skála,
B71 og KÍ hava ikki kappast
um nakað í toppinum síða
ni. Tað er synd fyri føroysk
an fótbólt, leggur André
afturat.
- Um uppskotið ikki
kemur í gjøgnum, so miss
ur
føroyskur
fótbóltur
nógv. Um hesi feløgini fáa
fri at menna seg, so hevur
føroyskur fótbóltur nógv at
vinna, sigur André Dalfoss
at enda.
Hvat so nú?
Øll feløgini hava fingið eitt
avrit av uppskotinum, sum
eisini kann lesast aðrastað
ni á hesi síðuni. Avtalað var
so at feløgini møtast aftur
og
viðgerða
uppskotið.
Formaðurin í kappingar
nevndini, Jákup Martin
Joensen kunngjørdi eisini,
at ein arbeiðisfólkur verð
ur settur at arbeiða við
spurninginum um “tal av
liðum/dystum”, sum tað
varð lagt fram.
Meira verður helst at
hoyra um hetta málið í
framtíðini.
trondur@sosialurin.fo
Hans Jørgen reglugerðin FSF legði eisini fram uppskot um
at broyta orðingina viðvíkjandi at spælari, sum fær tólv gul kort
verður revsaður við einum dysti eyka leikbann. Hetta hendi eftir,
at Víkingur kærdi avgerðina at geva Hans Jørgen Djurhuus ein dag
eyka leikbann fyri 12. gula kortið, tí orðingin ikki er heilt greið.
Trý reyð kort geva eyka leikbann Eins og við
teimum tólv gulu kortunum, so ynskir FSF at revsað tað
triðja reyða kortið í sama kappingarári við einum dysti
eyka leikbanni. Hetta er fyri at vísa greitt, at tað ikki er
í ordan bara at samla sær upp á gul og reyð kort.
André Dalfoss:
Mugu fáa fri at
menna okkum
samankroyst, og hetta fer at
geva landsliðnum betri tíð
til fyrireikingar. Okur sleppa
eisini undan miðvikudystu
num, og tey feløgini, ið skulu
leika í Evropa fáa - eins og
landsliðið - betri stundir at
fyrireika seg, uttan at tað
skal kosta tað stóra í heim
ligu kappingini.
Um undirtøka er fyri upp
skotinum, kann kappingar
árið møguliga síggja soleiðis
út: Øll liðini í Effo-deildini
verða verandi, og B68 og
Skála flyta upp. Niðasta
liðið í Effo-deildini 2014 flyt
ur niður, og nummar eitt í
1.deild flytur upp. Ætlanin er
eisini at koyra somu skipan
við 12 liðum í 1.deild.
Við fótbóltskvøðu tann
10/10-13
Við vón um góða og sak
liga viðgerð.
André Dalfoss