Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 26 fótbóltur Jóannes Hansen Tað er sannur fótbóltsfep­ur í Íslandi. Í annaðkvøld skal íslendska landsliðið spæla á Ullevål í Oslo. Setn­ing­urin er at røkka næst­fremsta plássinum í bólk­inum. Møgu­ leikin hjá Noregi er langt síðani burtur. Tí er áhugin mill­um norðmenn einki serligur. Ísland kappast við Slov­enia, og hesar seinastu dag­arnar hevur verið ein javnur streymur úr Kefla­vík og til norska høvuðsstað­in av íslendingum, sum vilja vera eygnavitni, tá ið teirra landslið kvalifiserar seg til endaliga uppgerð ímóti ein­ um øðrum europeiskum tvey­ara um atgongumerkið til HM endaspælið í Brasilia næsta summar. Einasti føroyski spælarin í íslendsku kappingini er Jónas þór Næs. Høgri vongverjin á føroyska landsliðnum og íslendska kappingin eru farin í vetrarfrí, men harfyri er nógv fótbóltsprát í Íslandi. -Tá ið Christian R. Mour­ itsen, Pól Jóhannus Just­ in­us­sen og eg komu til Ís­ lands í 2011, var áhugin fyri fótbóltslandsliðnum rættu­ liga lítil. Liðið stóð í skugg­ anum av hond­bólts­lands­ liðnum, sum í 2008 megnaði at spæla seg í OL finaluna í Kina. Íslending­ar høvdu gott landslið 1997-1999, men so gekk tað illa. Í hesi HM undankappingini hevur tað gingið framúr væl. Ísland hevur vunnið 16 stig í 9 dystum. Teir hava vunnið 2-0 á Noregi á Laug­ar­ dalsvøllinum, teir hava vunn­ ið 2-1 á útivølli ímóti Slovenia, og serligan ans vakti tað, tá ið teir vendu hóttandi stórtapi í Sveis. Støðan var 4-1 til Sveis, men tað endaði 4-4, sigur Jónas þór Næs. Bara tríggir spælarar eru úr íslendsku feløgunum. Tveir málverjar og vinstri vong­verjin. Hinir eru allir úr útlendskum feløgum. -Eg havi spælt saman við eyka­málverjanum, sum nú spælir í Noregi. Fleiri eru uppaldir í Vali, men teir vóru farnir av landinum, áðrenn eg kom til Reykjavíkar, sigur Jónas þór Næs, sum av góðum grundum ikki enn hevur havt møguleikan at síggja dystin síðsta fríggjakvøld, tá ið Ísland heima á Laug­ar­ dalsvøllinum vann 2-0 á Kyp­ ros og harvið helt tørn um næstfremsta plássið – eitt stig frammanfyri Slovenia. Størri enn nakrantíð Íslendsku feløgini eru lítið bet­ri enn tey føroysku. Tað sást, tá ið HB í summar bara var nøkur sekund frá at varpa ÍBV úr europeisku kapp­ingini. Fyri tveimum árum síðani var íslendska landsliðið undir tí føroyska á FIFA styrkislistanum, men síðani hevur gingið sum eftir ánni. Svenski Lars Lager­bäck tók við venjarastarvinum, áðrenn tað varð farið undir hesa HM undankappingina. Fyrsti dysturin hjá honum í ábyrgdarsessinum var 15. august í 2012 ímóti Føroyum. Úrslitið var 2-0 til Ísland, og Kolbeinn Sigþórsson skoraði bæði málini. Hann er nú millum lyklaspælararnar í Ajax Amsterdam. -Vit spældu heilt væl, og tað var lítil og eingin mun­ur á liðunum. Ein av frá­greið­ ingunum, at tað nú gongst so væl, er venjarin. Hann hevur verið svenskur lands­ liðsvenjari. Harvið hevur hann nógvar altjóða roynd­ ir, og hann er púra tilvitað­ur um, hvussu íslendingar skulu spæla, staðfestir Jónas þór Næs. Ivan Eginsson Eystur­land er ógvuliga kønur í landsliðs­ fótbólti kring allan knøttin. Hann er sera spentur í ís­ lendska landsliðnum. Hann sig­ur, at Ísland verður fólka­ fátækasta tjóðin í HM enda­ spælinum nakrantíð, um tað eydnast at sleppa ígjøgnum trongan og í endaspælið í Brasilia næsta summar. -Higartil er Norður­írland fólkafátækasta europeiska tjóðin í HM endaspælinum. Har búgva 1,6 millión, og Norðurírland hevur luttikið tríggjar ferðir – í 1958, 1982 og 1986. Yvirhøvur er Trinidad Tob­ago fólkafátækasta tjóð­ in í HM endaspælinum. Har búgva 1,3 milliónir, og teirra lið luttók í 2006, veit Ivan Eyst­urland at siga. Hann er ikki púra ovfarin av, at tað gongst so væl hjá Íslandi: -Ættarliðið, sum nú mann­ar liðið er framúr. Teir luttóku í síðsta HM enda­ spælinum fyri U21 landslið. Tá vóru teir bara eitt mál frá at røkka hálvfinaluni, og íslendskir spælarar gera um seg í nógvum stórum fel­øgum. Eitt nú eiga teir fast­an mann á liðnum hjá Samp­doria í Italia, á lið­num hjá Ajax Amsterdam og so á liðnum hjá Tottenham. Inntil fyri stuttum var tað Eiður Smári Guðjohnsen og so hinir. Soleiðis er tað ikki longur. Eiður er framvegis í hópinum og fríggjakvøld­ið var hann millum teir fyrstu ellivu ímóti Kypros, men nú eru tað fleiri aðrir fram­úr spælarar. Birkir Bjarnason er fastur maður í Samp­doria, Gylfi Sigurðsson er stjørna í Tottenham, og so eru tað Kolbeinn Sigþórsson í Ajax og fleiri aðrir, sigur Ivan Eyst­ urland, sum ásannar, at tað serliga er í álopspartinum, at teir eru stinnir, meðan verjan kundi verið betri. Kreppan gagnaði Tá ið Jónas þór Næs skal siga sína hugsan um íslendska gjøgnumbrotið í altjóða fót­bólti og fótbóltsfepur­ in, sum nú hevur rakt allar íslendingar, so heldur hann, at tað eru fleiri lutir, ið gera seg galdandi. -Íslendingar eru ógvuliga raskir, og teir ofra seg fult og heilt fyri søkini. Venjarin hevur givið teimum nógv, men so eru tað onnur við­ ur­skifti eisini. At teir eiga einar tíggju fótbóltshall­ir og harvið hava møguleika at spæla alt árið hevur verið við til at ment spælarar­nar, og kreppan gagnaði eisini fót­bóltinum, heldur Jónas og útgreinar: -Íslendska gjald­oyr­að mink­aði nógv í virði í 2008. Tá fóru uppaftur fleiri spæl­arar av landinum at royna seg. Løn­in í Noregi, Skotlandi, Belgia og aðra staðni var góð sammett við í Íslandi, hóast hon kanska var lítil í Ís­landi. Hjá fleiri hava feløg í hes­um londum verið lopfjøl til størri feløg, og tað hevur gagnað íslendska landsliðnum. Í annaðkvøld fæst at vita, um Ísland fer at liggja í fót­ bólts­fepri inntil eina ferð í nov­emb­er, tá ið kvali­fika­ tión­dystirnir verða av, ella um fepurin kanska verður heilt inntil næsta summar, tá ið endaspælið verður í Brasilia. Í Føroyum siga vit: Áfram Ísland! Ísland rakt av fótbóltsfepri Lyklauppgerð móti Noregi verður í annaðkvøld, og um tað eydnast at røkka endaspælið í Brasilia, so verður Ísland minsta fótbóltstjóðin í HM endaspælinum nakrantíð