mánadagur 14. oktober 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Aksel V. Johannesen
Í vikuni var ein grein á in.fo
har tað stóð, at Javnaðar
flokkurin vil avtaka flat
skattin.
Hetta hevur eftir øllum
at døma fingið onkran at
halda, at Javnaðarflokkurin
ætlar at hækka lønarskattin
ella at venda aftur til somu
skattaviðurskifti, sum vóru
galdandi undan síðsta vali.
Tað ætla vit ikki!
Fólkafloksleiðin
Undan síðsta vali vóru tveir
flokkar, sum lovaðu at lækka
skattin. Annar var Fólka-
flokkurin, sum uttan fyrilit
fyri samlaða búskapin lovaði,
at tey, sum tjena mest, skuldu
fáa stóran lætta.
Tað hava tey nú fingið.
Men pengarnir eru lutvíst
tiknir frá teimum, sum tjena
minni - og serliga frá børnum
okkara. Hesin skattapolitikk
ur er fíggjarliga fullkomiliga
ábyrgdarleysur.
Gjáin millum ríkar og fá
tækar føroyingar er blivin
djúpari enn nakrantíð, lands
kassans undirskot er stórt -
og sviðin verður øgiligur, tá
teir mongu pensionistarnir
um nøkur ár ongan skatt fara
at rinda.
Fólkaflokkurin stýrir púra
einsamallur - og landið er á
katastrofukós.
Javnaðarleiðin
Eisini Javnaðarflokkurin fór
m.a. til val uppá, at vit skuldu
lækka skattin.
Endamálið var at lætta
um hjá fólki við meðal- og
láginntøku. Hetta hava hesi
fólk tørv á - og tað hevði eisini
verið gagnligt fyri samlaða
búskapin, tí teir pengar, hesi
fólk høvdu fingið afturat,
høvdu farið beint út aftur í
nýtslu, og harvið sett ferð á
samfelagið.
Tá tey, sum tjena 50.000
um mánaðin, fáa fleiri 1000
krónur í skattalætta frá Jørg
en (og Kaj Leo) - so fara peng
arnir IKKI í umfar. Hesi fólk
hava jú ikki so stóran tørv á
vaksa um sína nýtslu.
Hóast tað er lætt og kann
geva atkvøður, so fer Javn
aðarflokkurin ikki at geva
lyfti, sum eru búskaparliga
ábyrgdarleys. Og vit geva
ikki skattalætta fyri pengar,
sum vit ræna frá framtíðar
ættarliðum.
Javnaðarflokkurin
vil
hava
eina
stigvaksandi
skattaskipan. Hetta skal ikki
gerast við at hækka lønar
skattin, men við at lækka
lønarskattin hjá lág – og
meðalinntøkunum.
Okkara uppskot er, at vit
breiðka inntøkugrundarlagið
hjá landskassanum. Í løtuni
liggur ein ov stórur partur
av skattinum á lønunum -
vit halda, at munandi meira
kann fáast inn aðrar vegir.
Størsti møguleikin fyri
at lækka um lønarskattin er
við at taka tilfeingisgjald frá
fiskivinnuni og leigugjald frá
alivinnuni.
Hetta
gjald
skal
ikki
ásetast politiskt, ið sitandi
samgongu hevur valt. Og
fiskimaðurin skal ikki vera
við til at rinda gjaldið, sum
sitandi
samgonga
eisini
hevur valt.
Ístaðin fyri eina fiskivinnu
har politiska skipanin (lands
stýrismaðurin) ger av, hvør
fær fiskirættindi, og hvør
ikki fær, so eiga vit at arbeiða
fyri einari fiskivinnu har allir
føroyingar fáa javnbjóðis rætt
og møguleika at luttaka.
Tað er sjálvdan skilagott,
at kollvelta eina skipan frá
degi til dags, men vit eiga
so líðandi at fara undir at
bjóða fiskirættindi út í frí
ari kapping. Tá hava allir
føroyingar javnbjóðis rætt
at bjóða seg fram, og vinn
an ásetur sjálv gjaldið. Sam
stundis skal tað skal ásetast
við lóg, at fiskimaðurin ikki
skal vera við til at rinda fyri
keyp av fiskirættindum.
Javnaðarflokkurin kann
ar har umframt fleiri møgu
leikar í løtuni fyri at breiðka
inntøkugrundarlagið,
m.a
møguleikan fyri spekulatións
skatti (peningaflytingar) o.a.
Tað ber til at lækka skatt
in hjá teimum, sum í dag
hava meira enn trupult við
at fáa endarnar at røkka
saman. Hetta skal tó gerast
á ein samhaldsfastan og
ábyrgdarfullan hátt, tí vit
bæði mugu og skulu hava ein
haldføran búskap. Sambært
Búskaparráðnum og danska
Tjóðbankanum er okkara
búskapur ikki haldbærur í
løtuni. Fyrst og fremst sam
gonguni fyri takka.
So
Javnaðarflokkurin
vil ikki hækka lønarskattin,
men vil lækka skattin hjá lág
– og meðalinntøkunum, so
Føroyar verður eitt land fyri
okkum øll.
Skatturin hjá vanligum fólki skal lækkast
Javnaðarflokkurin vil lækka skattin hjá vanligum fólki, uttan at ræna pengarnar frá framtíðar ættarliðum