mánadagur 14. oktober 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Er inngangur í tað ósjónliga?
Maria Jacobsen
Skopun
Ja, tað er inngangur í tað
ósjónliga. Tað er bara
likamið, sum skilir okkum
frá. So leingi sum vit eru í
likaminum, eru vit burtur
frá Harranum, sigur orðið.
2. Kongabók 2-11. Elias
fór heim til Harran, úr tí
sjónliga, inn í tað ósjónliga.
Líkaleiðis stendur í Mósibók,
at Enok livdi við Gudi og at
Gud tók Enok heim til sín
inn í tað ósjónliga. Jesus
fór úr tí sjónliga inn í tað
ósjónliga. Tað gjørdi hann
fleiri ferðir.
Tað vísir seg, at tað eru
eingir avstandir í andans
verð. Tað stendur skrivað,
at alt sum er skapt. Jørðin,
himmalin og alt, sum vit
síggja, skal foranga, so at tað,
sum ikki er skapt, skal blíva
verandi.
1.
Kor. 12, 26-27. Harrin
sigur, at eina ferå enn, so skal
hann rista jørðina og himm
alin við fyri at vísa, at alt tað,
sum skapt er skal umskiftast,
við tað at tað er skapt við, fyri
at vísa at tað, sum ikki blívur
rist, skal blíva verandi.
Við tað at vit hava tað
ósjónliga fyri eyga, og ikki
tað sjónliga, tí tað sjónliga er
tímiligt, men hitt ósjónliga er
ævigt.
Ein maður fór gangandi
gjøgnum eindal ein fínan
summardag. Har vóru blómur,
sól og vakureiki. Maðurin var
blindur og deyvur, so hann
visti ikki nakað um hendan
vakurleikan.
Líkaleiðis trúgvi eg, at vit
eru líka nær í tí ósjónliga. Vit
eru so upptikin av tí, sum vit
síggja uttan um okkum, at vit
ikki hava tíð til tað andaliga.
Vit vita eisini, at tað er
ein andaverð uttan um okk
um, sum eisini ger vart við
seg av og á, til dømis sum
sjónir, dreymar og ymiskar
ávaringar um ting, sum fara
at henda.
Hetta kann eingin nokta
fyri, tí at tað hevur verið
allar tíðir. Um tú ikki trýr
hesum, so kanst tú læna tær
bøkurnar »Hin heimurin«
eftir Petur Jacob Sigvardsen.
Tær eru tríggjar.
Eg minnist væl fyri nógv
um árum síðan, at mamma
kom upp ein morgun. Tað
vóru bara mamma og eg inni.
Tá segði hon við meg, at hon
hevði droymt, at postbáturin
»Dúgvan« hevði funnið ein
deyðan mann við ongum
høvdi á fjørðinum. Tá var
báturin ikki komin. So kemur
beiggi mín inn eina løtu
seinni. Hann hevði verið úti,
tá báturin kom. Tað fyrsta,
hann sigur, er at »Dúgvan«
hevði funnið ein deyðan
mann við ongum høvdi.
Hvussu kann hetta for
klárast? Vit vita, at tað er ein
andaverð uttan um okkum,
sum eisini ger um seg av og á
við sjónum, dreymum og ym
iskum ávaringum um ting,
sum fara at henda.
Tonk tá andaverurnar
koma til sjónard og Gud so
sendur Jesus at taka børn
síni heim.
Gud hevur gjørt hesa jørð
ina og himmalin til okkm at
vera bara fyri eitt tíðarskeið.
Tað er eingin, sum kann
siga, hvat ið var til áðrenn
nakað. Eingin kann gera
nakað burtur úr ongum. Ein
byrjan má hava verið til, ann
ars hevði alt sum er til í dag,
ikki verið til. Gud er tann
einasti, sum var til tá einki
var til. Sjálvandi er tað Hann,
sum hevur skapt alt. Hann
er alfa og omega, hin fyrsti
og hin síðsti. Upphavið og
endin. Ein dagur hjá Honum
er sum túsund ár og túsund
ár sum ein dagur.
Tað má vera ein intelli
gensur, sum hev
ur fingið alt
upp at koyra.
Um vit hugsa
um sólina til
dømis,
var
hon nærri okkum, høvdu vit
blivið brend, var hon longur
burtur, vóru vit deyð í kulda.
So Hann hevur vitað, hvar
hann skuldi seta hana.
Um tú hevði eina klokku
og allar deilirnar liggjandi
framman fyri tær, heldur tú
at deilirnir knappliga kundu
lopið inn aftur í klokkuna og
sett seg upp á rætta pláss, so
klokkan fór aftur at ganga?
Nei, tað er bara urmakarin,
sum kann seta klokkuna
saman, so hon fer aftur at
ganga.
Hetta skrivi eg til tey, sum
trúgva at alt er knappliga
blivið til sum eitt skot.
Hvat við eyganum, við
øllum teimum fínu saman
setingunum. Eygað, sum er
sum eitt undurverk. Ella er
tað útviklað gjøgnum milli
ónir av árum?
Kanska at onkur, sum er
útviklaður frá eini apu, hevur
fingið ein so góðan heila. Um
vit vóru slektað frá apum, so
hevði tað víst seg, at onkur
var mitt í prosessini. Deilvís
veriið apa og menniskja. So
høvdu vit nokk sæð onkran
við hálvlongum fittum hala.
Sjálvandi kunnu tær læra
eins og onnur djór. Nei,
gloym alt um apuna.
Tann, sum var til tá einki
var til, tað er Hann, sum hev
ur skapt alt.
Tað eru nógv, sum stara út
í himmalrúmið, so tey missa
seg sjálv og Gud burtur, tí
tað er so endaleyst rúm. Vit
lesa í Bíbliuni, at tað er ein
triði himmal og eisini ein 7.
himmal. Sannleikin er tann,
at vit duga ikki at ímynda
okkum, hvussu tað er har
Gud býr.
Vit lesa í Bíbliuni, at har
eru gøturnar av gulli. Havið
er líkt krystalli. Gud sjálvan
kunnu vit ikki síggja so
leingi sum vit eru í hesum
likaminum. Hava vit latið
okkum reinsað í Jesu blóði,
so eru vit vælkomin inn. Alt,
sum har er, er heilagt og reint.
Gud kennir øll loyndarmál.
Einki er dult fyri honum.
Álíkavæl elskar Hann hvørt
menniskja.
Tonk at Hann veit hvussu
nógv hár, vit hava á høvd
inum, og at tað felllur ikki
ein spurvur til jarðar uttan
Hansara vilja.
Vit síggja eisini, at Jesus
hevur verið frá upphavi,
1. Mós. 315 sigur Gud við
slanguna, at kvinnan er
set skuldi knúsa høvdið á
slanguni.
Kvinnunar
set
tað var Jesus, og høvdið á
slanguni var Satan. Longu í
Gamla Testamenti vísir Gud
til Jesus og allan vegin út
eftir. Tá deyðseingilin gekk
ígjøgnum
Egyptaland,
tá
bað Gud ísraelsmenn taka
eitt lýtaleyst lamb og smyrja
blóðið á báðar durastavirnar
og træið yvir durunum. Tá ið
eg síggi blóðið, skal eg loypa
tykkkum um. Lambið skuldi
vera lýtaleyst. Tað minnir
um at Jesus var uttan synd.
Eisini tá ið Rahab hevði
hýst ísraelsmonnum, komu
tey ásamt um fyri at verja
familjuna, at hon skuldi
binda reyðan tráð í vind
eygað. Hetta vísir, at tráðurin,
sum var reyður, skuldi bjarga
teimum. Tað vísir á blóð
Jesusar.
Eg fái ikki her tikið fleiri
dømi. Ígjøgnum alt Gamla
Testamenti er allastaðni sum
ein reyður tráður. Jesu blóð.
Sí tað Guds lamb, sum ber
heimsins synd-
Fyrsti løgfrøðingurin fekk sína
útbúgving í tí Ónda stað
Dagfinnur
Danbjørg
Har skuldi hann læra at gera
svart til hvítt og hvítt til svart.
Soleiðis varð mær sagt frá
fyri uml. seksti árum síðani,
og søgan hevur víst seg at
hava hald í verunleikanum.
Brotsmaðurin skal hava ein,
ið kann gera svart til hvítt, og
myndugleikarnir skulu hava
ein, ið kann gera hvítt til
svart, og síðani skal dómarin
gera niðurstøðuna.
Vit kunnu ímynda okk
um, um hin ákærdi bert fekk
egnan verjuløgfrøðing, með
an ákærarin onki hevði at
skula hava sagt. Mundi hin
ákærdi ikki verið fríkendur
óansæð brotsverk? Og hin
vegin, um hin ákærdi onga
verju hevði, meðan ákærin
var vælfyrireikaður. Mundi
ákærdi so ikki verið dømd
ur?
Hetta kann tykjast sum
ein sjálvfylgja. Men hvat er
tað so, vit uppliva í landsins
hægstu leiðslu í dag?
Eitt umboð fyri teir svørt/
hvítu loyvir sær einvegis at
taka støðu – hvíta støðu sjál
vandi – í einum sera tungum
og fløkjasligum máli. Hann
sigur sjálvur, at hann ikki er
óheftur. Men burtursæð frá
tí, sigur hann, so er alt OK
og undir fullum kontrol. Hin
svarti til hvítt vaskandi foldar
hendur og skolar hin svarta
løgin í kloakkina. Undarligt
at løgfrøðisstætturin ikki
talar at.
Tað er annars ikki tí, at eg
veit ella haldi, at nøkur lík
eru at finna í lastini.
Men, men, Føroya fólk má
sum eitt minstakrav kunna
krevja, at skil er í galskap
wwinum