mánadagur 14. oktober 2013síða 32
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Handilin við Sjógv í Kollafirði
hevur røtur heilt aftur til Carl
August Jensen - ella danska
Carl, róptur, sum í sínari tíð
kom úr Middelfart í Danmark
til
Føroya
sum
arbeiðs
formaður, tá teir bygdu nakrar
molar kring um í Føroyum.
Best kendur í ættini mill
um manna í dag er Børge,
sum er føddur í 1929 og sum
vaks upp í fyritøkuni við
Sjógv í Kollafirði. Nú er tað
so abbasonur hansara og
sonur Gunnvør Dam Jensen,
Bergur R. Dam Jensen, sum
stendur á odda í fyritøkuni.
Í endanum av hesum
mánaðinum eru 85 ár liðin,
síðan danski Carl og kon
an
Emma
byrjaðu
sítt
handilsvirksemi.
Børge Jensen sigur, at
foreldur
hansara
giftust
miðskeiðis í 1920-unum.
- Mær er sagt, at mamma
tænti hjá verkfrøðinginum
í byggifyritøkuni, har pápi
mín var arbeiðsformaður, og
tað er helst tann vegin, at tey
bæði komu at kennast.
Hann sigur, at foreldur
hansara byrjaðu handils
virksemi í leigaðum hølum
hjá Jóhannesi Dam við Sjógv
í endanum av oktober í 1928.
- Handilin var bara í stutta
tíð í leigaðum hølum. Húsini,
har handilin framvegis er í
dag, stóðu liðug í 1929 - ella
sama ár, sum eg eri føddur,
sigur Børge Jensen.
Familjufyritøka
26 ára gamli, Bergur R. Dam
Jensen, sigur, at CAJ, sum
tey nú stytta handilsnavnið,
er
ein
familjufyritøka,
har familjan er í nevnd
og
stendur
fyri
dagliga
rakstrinum. Hetta er í dag
ein nútímans handil, sum er
opin hvønn dag - undantikið
sunnudag.
Hann sigur, at fyri umleið
einum mánaði síðan vórðu
tey liðug at mála allan
handilin innan, eins og alt
innventarið í handlinum er
skift.
- Vit hava brúkt nógva
orku, tíð og pening upp
á
at
gera
handilin
so
kundavinarligan
sum
gjørligt.
Bergur R. Dam Jensen
heldur,
at
CAJ
nú
er
brynjaður til framtíðina - og
til tey næstu 85 árini, sum
hann brosandi tekur til.
Bergur rekur 85 ára gamlan
handil við Sjógv í Kollafirði
Børge Jensen, sum er føddur í 1929 - og undir liðini á honum abbasonurin, Bergur R. Dam
Jensen, sum nú stendur fyri dagliga rakstrinum av handlinum við Sjógv í Kollafirði
Tað var ikki grind, ei
heldur kópar, sum nóls
oyingar sóu á vánni
á Malarenda sunnu
morgunin, tá Ternan
kom úr Havn.
Nei, hetta vóru tvær
kvinnur,
sum
vóru
farnar sær ein svimji
túr á sjónum henda
morgunin.
Tað er ikki púrasta
ókent, at fólk svimja
á sjónum - heldur ikki
í dag, nú heitir svimji
hyljar eru.
Í Vestmanna hevur
hetta
eisini
verið
gjørt, og eitt nú á
onkrari
bátastevnu
í
Vestmanna
hava
kvinnur eisini svomið
á sjónum.
Lítið hoyrist tó um,
at menn troysta sær
tað sama sum kvinnur
á hesum øki.
Lupu á
bláman
Vilmund Jacobsen
Tað kemur væl við hjá fólki,
sum búgva á plássum, har
eingin hvalvág er, at fáa grind
sum doyr í øðrum økjum, har
fólk hava nóg mikið av tvøsti
og spiki frammanundan
Soleiðis var eisini, tá grind
í síðstu viku doyði í Vágum.
Millum tey, sum fingu
grindapart í hesi grindini,
vóru
nólsoyingar,
fólk
í
Kirkjubø,
Velbastað,
Syðradali, Norðradali, Kvívík
og Vestmanna.
Sagt verður úr Nólsoy, at
hetta er aðru ferð eftir fáum
vikum, at tvøst og spik kemur
til bygdar av hvali, sum doyr
aðrastaðni enn í Sandágerði
í Havn.
Grindin kom til Nólsoyar
fríggjadagin í lastbili, og á
bryggjuni í Nólsoy varð býtt
í húsapartar.
Sagt verður úr Nólsoy,
at fólk vóru fegin um at fáa
grind, og flestu mundu taka
tað, sum fall í teirra lut.
Fegin um at fáa grind
Grindin kom til Nólsoyar í lastbili, og á
bryggjuni varð býtt í húsapartar
Meðan upsaveiðan
er minkað síðan árs
skiftið 2008/ 2009, er
miðalprísurin á upsa
nógv øktur seinnu árini.
Sambært viðheftu talvu,
sum Grannskoðaravirk
ið Januar hevur gjørt,
sæst, at í 2010/ 2011
nær miðalprísurin um 9
krónur fyri kilo.
Tey hava verið á fjalli og hava flett í
Múla. Her stendur Hans Andrias Sølvará
í hjallinum, nú liðugt er at fletta, og
krovini eru komin upp at hanga.
Tað eru umleið trý ár síðan, at 26
ára gamli Bergur R. Dam Jensen
tók við leiðsluni í matvøruhandli
num við Sjógv í Kollafirði, sum
hevur 85 ár á baki í endanum
av hesum mánaðinum
GRIND Sagt veður úr Nólsoy, at fólk
eru fegin um grindina, og flestu
mundu taka tað, sum fall í teirra lut