Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Úrslitini hjá lemmatrolarum hava ikki verið nøktandi ár­ ini 2008 til 2012. Øll árini hava givið hall, og í 2008 og 2009 var ebidta eisini negativ, sum er úrslit fyri rentur og av­ skriv­ingar. Síðan 2010 eru skip í hes­ um bólkinum farin at par­ trola. At trolarar, sum áður royn­du við lemmum, eru farn­ir at partrola, hevur bøtt um raksturin, men tó ikki nóg mik­ið til at gera raksturin nøkt­andi. Grannskoðaravirkið Janu­ ar, sum enn einaferð hev­ur greinað gongdina hjá fiski­ skipa­flota­num, vísir á, at í 2012 vórðu íløgur gjørdar í frysti­skip/frysting í hesum skipa­bólki. - Men, hetta hevur ikki havt positiva ávirka á rakst­ ur­in enn. Tað er tó ov tíðliga at gera endaliga niðurstøðu um, hvørja ávirkan hetta kem­ur at hava. Vánalig fíggjarstøða Grannskoðaravirkið Januar sig­ur, at orsaka av vánaliga rakstri­num er fíggjarstøðan hjá teimum stóru ísfiska­ trolar­un­um vánalig við árs­ lok 2012. - Galdførið hevur verið fall­andi og er ikki nøktandi við árslok 2012, eins og solid­ itet­ur­in heldur ikki hevur ver­ið nøktandi. Sagt verður, at vánaligi ups­a­fiskiskapurin í 2013 hev­ ur ávirkað gongdina. - Flestu av hesum skip­ um­ hava eins og undan­farin ár eisini luttikið í makrel­ fiskiskapi, sum hevur givið eitt ávíst íkast til raksturin. Grannskoðaravirkið Janu­ ar staðfestir, at framhaldandi høgi oljuprísurin hevur tyngt um raksturin. - Samanlagt verður úrs­ litið í 2013 neyvan betri enn í 2012, sigur felagið. Skip eru umbygd, so tey kunnu frysta umborð, men enn hevur hetta ikki bøtt um rakstrarliga grundarlagið Mynd: Tilvildarlig Hava enn ikki sæð úrslit av frystingini Í fleiri ár hevur verið tosað um at frysta fisk undan Føroyum umborð heldur enn at føra rávøruna til lands til virkingar. Men enn hevur tað ikki havt positiva ávirkan á raksturin, at nakrir ísfiskakatrolarar eru farnir at frysta veiðina umborð Tvey línuskip eru á Ryggi­num, fýra eru und­ ir Íslandi og so er eitt á Flemish Kap, sum er Váða­steinur. Tað veit Fiska­mark­ nað­ur Føroya at siga um út­lit­ini fyri hesa vikuna. - Eitt línuskip undan Før­oyum og eitt undan Ís­ landi koma at inn at landa í dag. Hesi skipini hava mest av toski, brosmu, lon­gu og blálongu. Lagt verður aftrat, at sein­ni í hesi vikuni koma helst fleiri línuskip inn at landa, bæði undan Ís­ landi, undan Føroyum og av Rygginum. - Skipini hava eina bland­ing av toski, bros­ mu, longu, blálongu og svart­kalva. Um útróður sigur mark­nað­urin at streym­ ur­in verður góður, og út­ lit eru til, at veðrið eisini verður gott. - Vit vænta tí eisini nak­að av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu, og onkur roynir eisini við kalva­línu. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at flestu par­trolarar aftur eru farn­ir fiska upsa. - Fiskiskapurin er mis­javn­ur, men er heldur smá­lig­ur. Skipini landa, sum henda vikan gongur. Eitt par fiskar gulllaks, og eitt fiskar makrel. Sagt verður, at ein djúp­vatns­trolari er eyst­ an fyri og fær eina bland­ ing av svartkalva, konga­ fiski, blálongu og upsa. Hesin landar helst síðst í hesi vikuni. - Tveir djúp­vatns­trol­ ar­ar eru sunnan fyri, men um teir landa í vikuni, er meira ivasamt. Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip kemur inn at landa svartkalva í dag, men fiskiskapurin er smá­ligur. - Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva og frys­ta veiðina umborð, sigur Fiskamarknaður Føroya. vilmund@sosialurin.fo Fleiri landa hesa vikuna Vilmund Jacobsen Løgreglan tók leygarkvøldið ein bilførara í Havn, sum hevði eina nokso høga promillu, sum løgreglan tekur til. - Vit høvdu ein illgruna, og illgrunin var rættur, tá vit komu fram á bilføraran. Løgreglan sigur, at leygarnáttina varð eisini ein bilførari tikin í Norðurstreymoy fyri at koyra ávirkaður. - Tað var hundapatruljan, sum kom fram á henda bilføraran, og hundapatruljan er ófør í so máta. Løgreglan sigur, at fólk eru eisini ófør at boða frá, tá tey síggja, at fólk fara ávirkaði í bil. - Hetta hevur vundið upp á seg, síðan fartelefonirnar komu og átøkini, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd ger, hava eisini havt sín týdning, sigur løgreglan. Onkur annar bilførari er eisini tikin í vikuskiftinum fyri at koyra við kenning. Hundapatruljan tók bilførara Í vikuskiftinum hevur løgreglan tikið nakrar bilførarar fyri at koyra við kenning - Hundapatruljan er ófør, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn Talið av garna­ skip­um er minkað ár­ ini 2008 til 2012 úr sjey niður í fýra skip. Øll hesi ár hevur raksturin hjá hesum skipum givið hall. Tá føroysku fólka­tings­ m­enninir skipaðu fyri mentanartiltaki á Christians­ borg, varð eitt nú borðreitt við føroyskum makreli, og her át eitt nú Johanne Schmidt- Niel­sen bannaðan makrel