Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juni 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindablaðið sosialurin Nr. 119 - 24. juni 2000 30 tíðindablaðið sosialurin Nr. 119 - 24. juni 2000 Leirvíkar Skúli Søkt verður eftir einum lærara í tíðaravmark- að starv skúlaárið 2000/2001, til at undir- vísa í umleið 24 tímar um vikuna. Starvið er lønt samb. avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønar- flokkunum 18.1 til 27.4. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skúlan, tlf. 443234 ella 443192 (skúlaleiðaran). Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 30. juni 2000. Leirvíkar Skúlanevnd Att.: Adelbert Ellingsgaard 520 Leirvík Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli Maritim fyrireiking Um nóg nógv tekna seg, byrjar nýtt skeið í maritimari fyrireiking mánadagin 7. august 2000 og endar við próvtøku í desember 2000. Lokið prógv gevur atgongd til víðari lestur á maskin- meistaraskúla og navigatiónsskúla. Til ber at søkja útbúgvingarstuðul. Støddfrøði á hægri støði Um nóg nógv tekna seg, skipar Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli – í samstarvi við Maskin- meistaraskúlan og samráð við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum – fyri skeiði í støddfrøði á hægri støði fyri maskinmeistarar og onnur. Skeiðið er ætlað sum partvísur sjálvlestur, og byrjar týsdagin 1. august 2000 og endar við skrivligari og munnligari próvtøku um miðjan oktober 2000. Lokið prógv gevur atgongd til støðisútbúgvingina í stødd- og alisfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, treytað av, at kunnleikin til alis- og evnafrøði eisini kann góðtakast. Upptøkukrøv: • maskinmeistaraprógv • skipsføraraprógv • studentsprógv við støddfrøði B, alisfrøði B og evnafrøði C ella • onnur tilsvarandi útbúgving í støddfrøði og alis-/evnafrøði. Høvuðsevnini í undirvísingini eru: Vektorar í 2 og 3 dimensiónum, vektorfunktiónir, serligar funktiónir, markvirði, infinitesimal- rokning, differentialrokning, integralrokning, differentiallíkningar. Undirvísingartilfar: Preben Madsen: Teknisk matematik bind 2 og 3. Erhvervsskolernes forlag 1997 Hewlett Packard: HP48 roknimaskina og HP48 Brugerhåndbog. Fæst til keyps á Maskinmeistaraskúlanum. Tilmelding: Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli Frúutrøð 1 • Postboks 353 • 110 Tórshavn Tlf. 317755 • Telefax 318250 TK-STOVAN Niels Finsensgøta 37 • 100 Tórshavn Tel. 31 73 66 • Fax 31 93 63 Fá ókeypis ráðgeving áðrenn tú byrjar nýtt virki Hugsar tú um at byrja við egnum virki? So kannst tú fáa serkøna ráðgeving áðrenn tú byrjar. Við skipa- nini "Ókeypis ráðgeving áðrenn byrjan av fyritøku" kannst tú fáa ráðgeving fyri kr. 7.000,- hjá Virkisráð- geving Sp/f sum hjálpir tær í gongd. • Ráðgevin verður tín samstarvsfelagi, tá ið tú av- gerð at byrja við egnari fyritøku • Tú fær hjálp til at gera eina virkisætlan, ið lýsir fullt út títt hugskot • Tú fær eisini at vita um so er, at ætlanin ikki tykist burðardygg • Virkisráðgevin kann eisini vísa til aðrar ráðgevarar, um tað gerst neyðugt Ynskir tú at vita meira um "Ókeypis ráðgeving áðrenn byrjan av egnari fyritøku" so ring til TK-stovuna. Sosialurin - 311820 Sethús í Lamba til sølu Húsini, ið eru væl hildin, standa í friðarligum, náttúruvøkrum umhvørvi við góðum útsýni. Grundøkið, matr. nr. 29e, er 854 m2. Húsini eru bygd í 1975 og eru 250 m2 til víddar. Kjallarahæddin: Kjallararúm, gongd, stova v/ køki, vaskirúm og fýrrúm. Miðhæddin: Stova, køkur, wc og gongd. Loftshæddin: 4 kømur, baðirúm og gongd. Rúmligur hjallur og garaga við terassu á. Rundan um húsini er væl røktur urtagarður. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Áhugað kunnu síggja húsini eftir nærri avtalu við at venda sær til tlf. 447761 ella 283533, fax 319736. Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78 • Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald • Seta gravsteinar upp v.m. • Gera tún við flisum ella oljugrúsi • Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a. Spyr - tað kostar einki! Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta Undirvísingar- og mentamálastýrið Mentamáladeildin Rektari Høvuðsuppgávur • Samskipan av útbúgvingun- um • Ábyrgd av málum viðv. starvsvenjingarplássum • At skipa eina neyva fíggj- arstýring • Fyrisitingarligar uppgávur, t.d. at orða karmar, leiðregl- ur og normar fyri virksemi skúlans og starvsfólkamál • Upptøka av lesandi og næm- ingum • At røkja samskiftið við av- varðandi myndugleikar • At taka lut í nevndararbeiði, fyriskipað av Undirvísingar- og Mentamálastýrinum • At skipa fyri eftirútbúgving av egnum starvsfólki og bjóða út skeið • Menningarvirksemi sum heild • Ein ávís undirvísingarskylda Vit sóknast eftir einum rektara, ið • er sjúkrasystir við viðkom- andi hægri útbúgving ella eftirútbúgving, og sum • hevur vitan um og royndir innan námsfrøði og leiðslu • hevur skil fyri fíggjarstýring og fyrisitingarligum viður- skiftum • dugir væl at fyrisita/leiða og samstarva • hevur royndir innan undirvís- ing og annað námsfrøðiligt virksemi. Tað er av týdningi, at rektarin er før/ur fyri at leiða og fyrisita báðar útbúgvingarrásirnar, hev- ur virðing fyri og fatan av fak- ligum og persónligum marg- feldi, og kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar. Rektarin skal kunna savna, samskipa og hava yvirlit. Rekt- arin skal vera menningarsinn- að/ur og kunna fáa í lag eitt álitisfult og mennandi samstarv bæði innan- og uttanhýsis. Rektarin verður við til at seta bæði deildarleiðarastørvini. Sjúkrasystraskúli Føroya verður útbygdur við nýggjum útbúgvingum Deildarleiðari fyri almanna- og heilsuútbúgvingarnar Høvuðsuppgávur • Gerð av útbúgvingarætlan • Fyrisiting og ábyrgd av útbúgv- ingunum • Planleggja og gera tímatalvu, evnis- arbeiði o.l. • Viðgera mál viðvíkjandi lesandi • Menningaruppgávur • Undirvísa uml. helvtina av arbeiðs- tíðini Vit sóknast eftir einum persóni, ið • hevur hægri útbúgving, ið kann metast at vera viðkomandi fyri almanna- og heilsuútbúgvingarnar • hevur vitan um royndir innan útbúgvingarviðurskifti innan heilsu- økið og innan miðnámsútbúgvingar • hevur royndir innan gerð av útbúgv- ingarætlanum • hevur royndir innan námsfrøði og heilsu til at røkja ta dagligu fakligu og námsfrøðiligu leiðsluna av al- manna- og heilsuútbúgvingunum • skal kunna samstarva við hinar leiðararnar, til at skapa eitt menn- andi og skapandi umhvørvi fyri næmingar, lærarar og starvsfólk. Deildarleiðari fyri sjúkrasystraútbúgvingina Høvuðsuppgávur • Vararektari tá rektarin er burtur- staddur/burturstødd • Gerð av útbúgvingarætlan • Fyrisiting og ábyrgd av útbúgvingini • Planleggja og gera tímatalvu, evnis- arbeiði o.l. • Viðgera mál viðvíkjandi lesandi • Menningaruppgávur • Undirvísa uml. helvtina av arbeiðs- tíðini Vit sóknast eftir einum persóni, ið • er sjúkrasystur við viðkomandi hægri útbúgving ella eftirútbúgving • hevur vitan um og royndir innan útbúgvingarviðurskifti á hægri støði innan heilsuøkið • hevur royndir innan gerð av útbúgv- ingarætlanum • hevur royndir innan námsfrøði og leiðslu til at røkja ta dagligu fakligu og námsfrøðiligu leiðsluna av sjúrkasystraútbúgvingini • skal kunna samstarva við hinar leiðararnar, til at skapa eitt menn- andi og skapandi umhvørvi fyri næmingar, lærarar og starvsfólk. Vit bjóða Trý størv við avbjóðing, har tú verður við til at skapa sjálvt starvið, eins væl og ta víðari menningina í skúlanum. Tú fer at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum tætt saman við skúlamyndugleikunum og stovnum innan undirvísing og mentan. Setanar- og lønartreytir Størvini verða sett skjótast gjørligt. Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Sjúkrasystrafelag Føroya ella avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við upplýsingum um útbúgving, fakligar og námsfrøðiligar royndir o.a. verður at senda til: Undirvísingar og Mentamálastýrið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26.06.2000, kl. 15.00. Umsøkjari verður biðin um at upplýsa, hvat av størvunum søkt verður um, og um umsóknin møguliga fevnir um fleiri av størvunum. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristionnu S. Jacobsen, fulltrúa í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum á tlf. 355050. Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og ymiskum frítíðarvirksemi. Sjúkrasystraskúli Føroya verður útbygdur til eisini at umfata tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar, og fer sostatt at hava tvær útbúgvingarrásir. Onnur rásin er sjúkrasystraútbúgvingin, ið er ein miðallong framhaldsútbúgving, 45 mðr., og hin rásin fevnir um tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar. Hesar umfata 1 ára longu almanna- og heilsuhjálparaútbúgvingina og 1 1/2 ára longu almanna- og heilsurøktaraútbúgvingina. Í løtuni eru um 9 størv á Sjúkrasystraskúla Føroya og økist hetta væntandi nakað, tá tann nýggja skipanin er farin at virka. Sjúkrasystraskúli Føroya fer eisini at fevna um tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar. Í hesum sambandi verður skúlin styrktur við tveimum nýggjum deildarleiðarastørvum, t.e. einum deildarleiðara til hvørja útbúgving- arrás og einum felags rektara, ið fara at hava tætt samstarv. Hesi trý størv verða her lýst leys at søkja. Pedagogur søkist 35 t. um vikuna til stovu við 20 børn- um 3–7 ár, at byrja 1. aug. Løn sambært sáttmála millum Førya Lands- stýri og Pedagogfelagið. Skrivlig umsókn við prógvi og viðmæli verð- ur at senda til Dagstovnin áðrenn 5. juli. Nærri fæst at vita á tlf. 372700. Dagstovnurin Mýrifípan 826 Trongisvágur Jørð í Hvalvík Um hóskandi boð fæst, selja vit 5 gyllin í Húsadalshaga í Hvalvík. Áhugað kunnu venda sær til Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøta 9 Att: Fríða Patursson, adv. Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ólavur Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Tlf. 311145