Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 52

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 42 | 14. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 16 Bilar Tann 1. november tekur Gordon Rajani við sum nýggjur stjóri í Nordcar í Smiðju­gerði - á økinum við Tekniska Skúlan í Tórshavn. Stjóraskiftið verður í sambandi við, at verandi stjórin seinastu 10 árini, Jens Petur Jensen, sum er útbúgvin verfrøðingur, nærkast eftirlønaraldri. Jens Petur Jensen kemur tó at halda áfram í eitt tíðarskeið. Gordon Rajani sigur, at tað skal verða nakað serstakt at eiga ein bil frá Nordcar, tað verið seg ein BMW, Mini Cooper, Alfa Romeo ella Fiat. Nýggi stjórin og partaeigarin greiðir frá, at hann hevur eitt ynski um, at Nordcar framhaldandi skal veita kund­anum eina tænastu í serflokki. Hetta er sera nátturligt, tí vit umboða bil­merkir í serflokki. Tænastan skal verða serstøk bæði tá tað kemur til sølu og verkstað.Virksemið skal rekast við nærlagni og passión, soleiðis at kundin verður møttur við virðing og respekt. Fyritøkan skal altíð seta kundan í hásætið. BMW er undirumboðað á teimum føroysku vegunum. Nýggju 3 og 5 seriur­nar hjá BMW hava vunnið fleiri heiðurs­merki. Talan er um sera snøggar, gjøgnum­førdar og tryggjar bilar. Tí síggi eg fyri mær, at føroyingar tey komandi árini fara at keypa fleiri BMW bilar. Eg eri sera spentur upp á upp­gáv­ una og eg eri sannførdur um, at kund­ arnir koma at merkja jaligar broytingar. Tí vit fara at leggja alla orku í at hava nøgdar kundar umvegis økt samskifti við okkara kundar. Hetta fyri at tryggja okkum, at vit liva upp til teir for­vænt­ningar, sum kundarnir hava. Fiat hevur framleitt bilar síðani 1899. Eisini fyri hesar bilar er markn­ að­urin sera áhugaverdur. Fiat 500 er millum mest seldi bilurin í Danmark, og hevur Fiat m.a. vunnið fleiri virðislønir fyri bilar við lágari orkunýtslu og góð­ um motorum. Spennandi framtíð Búskapurin sær út til at gerast betur tey næstu árini, nógvar byggi­verk­ætl­ anir eru fyri framman, tunnils-pro­ sjektir, umframt pelagiskt virksemi. Alingin hevur eisini góðar dagar. Fyri ikki at gloyma skattalættan sum hev­ ur givið fólki meira tiltøkupening. So grundarlag burdi verið fyri at selt fleiri av okkara bilmerkjum. Seinastu fimm árini hevur Gord­on Rajani arbeitt sum ráð­gevi í Vinnu- húsinum fyri Felagið Peninga­stovnar. Hann var útbúgvin cand. merc. aud. frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn í 2005. Hann hevur starvast sum grann­skoðari undir og eftir lesnaðin, um­framt at hann hevur royndir frá før­oysku fíggjarvinnuni, ávíkavist Kaup­thing Banka og Eik Banka sum ráð­gevi og deildarleiðari. Nú heldur hann, at tíðin er komin til nýggjar av­ bjóð­ingar. Gordon sigur, at hann er spentur upp á uppgávuna. Nordcar selur fleiri spennandi bilmerkir sum BMW, Alfa Romeo, MINI Cooper, Fiat og Fiat pro­fessional (vinnubilar). Hann hevur nógv góð hugskot og sær nógvar møguleikar við Nordcar. Nordcar hevur fleiri ár á baki við nógvum trúføstum kundum. Hóast tal­ an er um eina niche forrættning, har merkini umboða sera ymiskar kunda­ bólkar, megna teir mongu variantarnir av bilamerkjunum at nøkta tørvin hjá stórt sæð øllum. Bæði hjá stjóranum, tí trendy konuni, barnafamiliuni og ommuni. Tørvurin hjá vinnuni kann eisini nøktast, tí Fiat professional kann fást í yvir 100 ymsum utgávum, tað verið seg bilar við last, kassum, bussum ella handikapbilar ella annað serbygt. Stjóraskifti á Nordcar Nýggi BMW 500 Fráfarandi og komandi stjórin í Nordcar f.v.: Jens Petur Jensen og Gordon Rajani Nýggi Subaru Forester hevur fingið heiðurin frá Japan Industrial Design Promotion at gerast “Good Design Awards 2013”. Frá Subaru Nordic AB verður sagt, at hetta longu merkist í søluni av Subaru Forester í Norðurlondum, sum er nógv vaksin. Subaru eru kendir fyri sín gjøgnumførda kvalitet og fyri at verða álítandi og sera slitsterkir bilar. Designvirðisløn til Subaru Forester