Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 62

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 42 | 14. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 26 Vilmund Jacobsen – Eg man hava koyrt Mercedes seinastu 10 árini. Havi havt tveir bilar av slagnum undan hesum, sum eg keypti mær fyri nøkrum vikum síðan. Mær dámar ógvuliga væl hesar bilarnar, og mær dámar væl týskar bilar yvirhøvur. Bilarnir eru behagiligir at koyra, og so dámar mær eisini ógvuliga væl designið. Tað sigur løgtingskvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Klaksvík. Hon leggur aftrat, at hin fyrsti Mercedes-bil­ urin riggaði ikki so væl, sum hon kundi hugsað sær, men annar bilurin av slagnum var góður. – Nú havi eg ein nýggjari Mercedes, ið eg vænti fer at roynast. Eg keypti henda bilin fyri nøkrum vikum síðan, og hann er umleið eitt ára gamal. Navnið er “stytt” Tá Vikublaðið spyr býráðslimin, sum nú situr í andstøðu í Klaksvíkar kommunu, løgtings­kvinn­ una, sum er forkvinna í rættarnevndini og limur í trivnaðarnevndini og løgreglukvinnuna, um hon væntar, at hon fer at halda fast um Mercedes- Benz, sigur hon, at tað er ikki heilt vist. – Nú fái eg at síggja, hvussu hesin bilurin fer at roynast. Hann er so nýggjur enn, men eg veit í hvussu er, at eg fari altíð at dáma hesar bilarnar væl. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ásannar, at tað eru tey, sum hava havt tað eitt sindur trupult við navni hennara, tó at hon hevur “stytt” um navnið. – Eg kallaðist Elsebeth Súsanna Mercedis Gunnleygsdóttur Jacobsen - og so giftist eg Han­ sen. Fyrst tók eg Súsanna og Jacobsen burtur úr navninum og hevði so eftirnavnið Hansen. Seinni “stytti” eg navnið og eiti nú “bara” Elsebeth Mer­ ce­dis Gunnleygsdóttur. Pápi ynskti navnið Hon sigur, at tað var pápi hennara úr Skálavík, Gunnleygur Jakobsen, sum ynskti, at hon eisini fekk Mercedis-navnið. Tað er henni fortalt. – Pápi mín doyði ungur umborð á ídnaðarskipi - ella skittfiskaskipi - í Danmark í 1971, tá hann varð eitraður. Tá var eg bara sjey ára gom­ul. Mamma mín, Ellinor Jacobsen, er av Segl­hús­ fólkunum í Klaksvík, og langabbi mín var Hans Erik Olsen. Um byrjanina til politiska lívið, fyrst í bý­ráð­ num í Klaksvíkar kommunu og síðan á Før­oya løgtingi, sigur Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­ dóttur, sum hon altso eitur í dag, sigur hon, at longu áðrenn hon varð vald í Klaksvíkar býráð, hevði hon sett seg væl inn í viðurskiftini innan eitt nú eldraøkið. – Hetta hevði og hevur framvegis mín stóra áhuga, og í fyrra skeiðnum í Klaksvíkar kommunu var eg forkvinna í sosialu nevnd. Hetta var ein ógvuliga spennandi og lærurík tíð. Nú situr man í andstøðu, og tað kann slett ikki samanberast. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at nýggja ellisheimið í Klaksvík fylti nógv í hennara arbeiði í býráðnum, og hon fegnast stórliga um, at spildurnýggja heimið nú letur upp í no­ vember. – Hetta hevur verið eitt av mínum hjarta­ málum í býráðnum, leggur býráðslimurin og løg­tings­kvinnan aftrat. Genta úr Eysturríki Áðrenn Vikublaðið sleppur Mercedis-navninum, kunnu vit taka aftur í aftur søguna um navnið á bilunum. Mercedes, sum er eitt av heimsins best kendu vørumerkjum, er ikki navnið á stovnaranum av Mercedes-Benz verksmiðjuni. Hetta er navnið á eini ungari gentu, sum var dóttir eysturríkska ríkmannin og íverksetaran, Emil Jellinek (1853- 1918). Emil Jellinek var stýrislimur í Daimler-bil­verk­ smiðjuni, og dóttir hansara, Mercedes Jellinek, varð fødd hin 16. september 1889. Emil, sum sat í stýrinum fyri Daimler Motoren Gesellschaft árini 1900 til 1909, var vorðin áhug­aður í motorsporti. Tá hann var við í eini kappkoyring í 1899, brúkti hann ikki sítt egna navn, men kallaði seg Mercedes - ella navnið á dóttir síni, sum tá var 11 ára gomul. Navnið hevði helst eydnuna við sær, og hann vann kappingina. Hetta hevði við sær, at bilarnir hjá Daimler Motoren Gesellschaft verksmiðjuni í 1901 skiftu navn til Mercedes. Á bilaframsýningini Paris Automobile í 1902 hevði pápin hongt eina stóra mynd av Mercedes, sum búði í Wien í Eysturríki. Mercedes Jellinek doyði sum 39 ára gomul í 1929 av tuberklum. Løgdu saman Søgan um Mercedes-Benz er í stuttum, at Daimler verksmiðjan, sum varð stovnað av Gottlieb Daimler (1934-1900) og Benz verk­ smiðj­an, sum varð stovnað av Carl Benz (1844-1929), vóru tvær pionerfyritøkur innan bila­ídnaðin, sum báðar vórðu settar á stovn í 1886. Men, tað var ikki fyrr enn í 1926, at týsku verksmiðjurnar løgdu saman til Daimler-Benz AG, og Mercedes-Benz gjørdist navnið á bilunum. Mercedis koyrir í Mercedes Onkur heldur kanska, at tað er lygn, men so er ikki. Løgtingskvinnan og býráðslimurin í Klaksvíkar kommunu, sum eisini er løgreglufólk, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, eigur nú sín triðja Mercedes-bil Bilar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eigur nú sín triðja Mercedes-bil, sum hon keypti fyri nøkrum vikum síðan. - Bilarnir eru behagiligir, og mær dámar eisini ógvuliga væl designið, sigur hon