Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 65
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 65

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 42 | 14. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 29 Bilar Vilmund Jacobsen Borðreitt varð við bæði etandi og leskandi, og nógv fólk var til mót­tøk­ una. Blómur vórðu handaðar, og røður og heilsanir vórðu bornar virkinum og teimum fólkum, sum her starvast. Vest Pack varð sett á stovn í 1994 og umframt dygdarvørur til føroysku húsarhaldini, er høvuðsvirksemið plast­- og etikettframleiðsla til mat­ vøru­framleiðslu og aðra vinnu í Før­ oyum. Fyritøkan selur eisini eina røð av øðrum vørum til vinnuna. Grundgevingar Í grundgevingunum fyri at velja Vest Pack til Ársins Virki 2013, sigur dómsnevndin, at verandi eigarar keyptu og løgdu saman Vestpack og Farpak í 2007 og hava miðvíst arbeitt fyri at fáa betri rakstur og betri úrslit ár um ár. - Hetta hevur eydnast til fulnar, hóast marknaðurin tíðum hevur verið heldur turbulentur. Botnlinjan hjá fyritøkuni er seinastu árini betrað munandi. Dómsnevndin vísir á, at úrslitini hjá Vest Pack eru prógv um, at tað eisini ber til hjá smærri fyritøkum at skapa góð úrslit við miðvíst at leggja seg eftir at gera alt eitt sindur betri hvørt einasta ár. - Hetta hevur havt við sær, at ognar- og eginpeningsavkastið hjá Vest Pack er millum tey bestu í Før­oy­ um, og tað hevur rós uppiborið, sigur dómsnevndin. Vikublaðið ynskir eigarum og starvs­fólki hjartaliga tillukku við heiðri­num sum Ársins Virki 2013. vilmund@sosialurin.fo Móttøka á Vest Pack – Ársins Virki 2013 Í sambandi við, at P/F Vest Pack á vinnudegnum fríggjadagin hin 26. september varð kosið at vera Ársins Virki2013, skipaði fyritøkan nakrar dagar seinni fyri almennari móttøku í Vestmanna