Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 66

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 42 l 14. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 30 Sóla tær á Tenerifa í desember Tórshavn Opið: Mán. - hós. 10.00 -18.00 • frí. 10.00 - 19.00 • ley. 10.00 - 16.00 KlaKsvíK Opið: Mán. - hós. 10.00 -17.30 • frí. 10.00 - 18.00 • ley. 10.00 - 14.00 hoyvíksvegur 65 – 100 Tórshavn – Tlf: 359 000 stangavegur 8 – 700 Klaksvík – Tlf: 350 800 E L R I S I N ELDING ELRISIN SØKIR EFTIR LEIÐARA TIL ELDING KLAKSVÍK Vit søkja eftir leiðara til eitt spennandi arbeiði í Elding, Klaksvík. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss við nógvum avbjóðingum. Elding er limur í ELKJØP, ið er størsta norðurlendska hvítvøru- og elektronikk ketan. Vit vænta at tú ert vinalig/ur, arbeiðir sjálv støðugt og er kundavinarlig/ur. Harafturat má tú hava royndir innan handilsvinnu og leiðslu. Fleiri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Mads Andreas Winther á fartlf. 216230, ella at senda ein teldupost til mwinther@elding.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25. Oktober. Umsókn saman við avritum av prógvi og møguligum viðmælum verður at senda í telduposti til mwinther@elding.fo ella til: ELDING Hoyvíksvegur 65 Postboks 1289 110 Tórshavn Tenerifa, sum er tann størsta av Kanarisku oyggjunum, bjóðar 20-25 hitastig í desember Tenerifa er tann størsta av Kanarisku oyggjunum og liggur einar 300 kilo­ metrar frá afrikansku strondini. Góður hiti er á Tenerifa alt árið, og sam­stundis sum vit skulu stríðast kava og kulda í desember, kunnu tey leggja seg í sólina á Tenerifa. Hitin er oman­fyri 20 hitastig alt árið, og eis­ ini í desember ber til at fáa upp í 25 hitastig á Tenerifa. Tenerifa er 2057 fermetrar til stødd­ar, og tað búgva umleið 900.000 fólk á oynni. Flestu fólkini á Tenerifa tosa spanskt, men tað ber eisini til at klára seg við enskum máli. Afturat teimum fastbúgvandi koma eisini tey mongu ferðafólkini, sum vitja Tenerifa. Uppgerðir vísa, at millum fimm og seks milliónir ferðafólk vitja Tenerifa á hvørjum ári – nógv av ferðafólkunum eru euro­ pearar, sum serliga leita eftir góðum veðri og sól. Tenerifa er væl útbygt við altjóða flogvølli, velútbygdum infakervi og støðugum veitingum av vatni og streymi. Vinn ferð Hjá okkum føroyingum stendur nú tann kalda og myrka tiðin fyri framman. Hon kann saktans verða hugnalig og spenn­andi, men onkuntíð munnu vit hugsa, at vit kundu hugsað okkum nakrar góðar sóldagar í útlondum. Rás2 gevur nú tær møguleikan at sleppa suður í sólina fyri litið og lætt. Rás2 burturlutar nú eina ferð fyri 2 fólk til Tenerifa. Hetta er ein av so­ nevndu All Inclusive ferðunum, har flog­ferð, gisitingarhús og máltíðir eru goldnar frammanundan. Tað einasta, tú skalt gera, er at pakka kuffertið, taka lummapengar við, og so annars bara fyrireika teg til at hugna tær og taka tær av løttum í suðurlendsku sólini. Ferðin byrjar í Føroyum seinasta dagin í november, og tit koma heim aftur til Føroya 9. desember – vónandi út­hvíld og við góðum kuløri – til reiðar at fara ígjøgnum gerandisdagin, jóla­ mánaðin og veturin.