týsdagur 15. oktober 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. oktober 2013 · Nr. 119
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eydna Skaale
- Fyrst og fremst haldi eg, at Bára
er ein ótrúliga vøkur genta. Og eg
vildi fegin vísa fólki, at allar prin
sessur eru vakrar, og at prinsessur
saktans kunnu sita í koyristóli,
greiðir Laila av Reyni frá.
Mótaheimurin snýr seg ofta um
tað "perfekta", og krøvini um, hvat
verður góðtikið, eru sera strong.
- Men vakurleiki er jú so ótrú
liga nógv annað, enn bara tað, vit
vanliga síggja í mótabløðunum.
Vakurleiki er ymiskur, og hóast
Bára ikki lýkur tey vanligu modell
krøvini, so er hon sanniliga nóg
góð og nóg vøkur at vera model.
Eg eri so sera glað fyri, at hon og
familja hennara vildu luttaka,
greiðir Laila frá.
Nógvar ymsar modellir
Showið var býtt í tríggjar partar.
Fyrst vóru høgar og meiri typiskar
modellir á pallinum. Síðani komu
prinsessurnar, og at enda var
álvashow við gentum og kvinnum,
sum eru styttri enn 1,62 m.
- Eg vildi gera okkurt øðrvísi,
umframt at hava vanliga móta
showið við høgum modellum. Tí-
skil søkti eg eftir smærri kvinnum
og gentum, sum eru undir 1,62 m.
Og áhugin var ovurhonds stórur,
tí eg fekk fleiri enn 70 umsóknir,
greiðir Laila frá.
- Harumframt lovaði eg nøkr
um smágentum at vera við til
prinsessushowið. Tað vóru fyri
tað mesta gentur úr grannalag
num í Kollafirði, sum plaga at
koma inn á gólvið, og sum eisini
hava verið við til at gera sínar
prinsessukjólar. Tær vóru so sera
spentar, og seinastu tíðina, meðan
eg gjørdi kjólarnar hjá teimum
lidnar, hava tær staðið uttanfyri
seymikamarið hjá mær og hugt
inn gjøgnum vindeygað, sigur
Laila flennandi.
Og mitt í øllum rokanum av
modellum við ymsum støddum
var eisini Bára í Niðristovu í sínum
koyristóli.
- Eg ringdi til Lis (mammu Báru
red.) og spurdi, um Bára kundi
vera við. Eg hevði seymað henni
ein kjóla nakað frammanundan,
sum eg hugsaði, at hon kundi vera
í. Lis segði beinanvegin ja, og eg
haldi, at hon bleiv glað, sigur Laila.
Laila og Bára kennast, tí Bára
onkuntíð plagar at vera hjá ver
foreldrum Lailu.
- Eg havi ofta hitt Báru heima
hjá verforeldrunum, men eg má
siga, at eg ongantíð havi sæð hana
smílt so nógv, sum hon gjørdi eftir
showið leygarkvøldið. Hon gav so
nógv aftur og skapti so nógva
gleði aftanfyri pallin, at tað var
fantastiskt at síggja.
Bára rørdi fólk
Tað var fullsett hús til útgávukon
sertina og mótashowið hjá Lailu
av Reyni leygarkvøldið. Og hon
hevur fingið nógvar afturmelding
ar - eisini fyri, at hon nýttu Báru
sum modell.
- Eg veit, at fólk blivu rørd, tá
Bára kom inn á pallin. Sjálvt fólk,
sum ikki kenna Báru og familjuna,
fóru at gráta, tí tað var so vakurt.
Laila hevur eisini fingið nógvar
afturmeldingar frá modellunum
um, at tað var ein fantastisk upp
living. Onkur hevur enntá hildið
fyri, at tað var størsta upplivingin
í lívinum.
Og at meta eftir myndunum,
sum vóru tiknar eftir sýningina,
var tað sanniliga eisini ein stór og
eydnusom løta í lívinum hjá Báru.
eydnaskaale@hotmail.com
Vakurleiki er so ymiskur
Samrøða - Allar gentur hava ein prinsessudreym, og eg
trúgvi neyvan, at Bára er nakað undantak á tí økinum. Eg
hevði nógvar fittar, vakrar prinsessur á pallinum, og eg
vildi eisini fegin geva Báru høvi at uppliva tað, tí hon er
ein ótrúliga vøkur genta, sigur Laila av Reyni, sniðgevi
Eydna Skaale
Hóast 16 ára gamla Bára í
Niðristovu ikki fær nýtt orð
at greiða frá sínum kenslum
og hugsanum, var eingin
ivi um, at hon var eins glað
og errin, sum hinar ungu
modellirnar eftir mótasýn
ingina leygarkvøldið. Tað var
heilt týðiligt, at hon hugn
aði sær í leiklutinum sum
prinsessa í eitt kvøld.
- Meðan hon var á sjálvum
pallinum, var hon álvarsom
og hon blundaði, tí ljósið var
so sterkt. Men so skjótt hon
kom av pallinum aftur, strál
aði hon. Hon fór at flenna
og hon steðgaði ikki aftur,
so hon skilti heilt víst, hvat
tað var, sum gekk fyri seg.
Orðini eigur Lis í Niðristovu,
mamma Báru, sum leygar
kvøldið sá fjølbrekaðu dótt
rina vera modell.
Hørð byrjan
Tá Bára var fødd, gekk eitt
hálvt ár, áðrenn tað varð
staðfest, at alt ikki var, sum
tað átti. Foreldini, Lis og
Johan, vóru ørkymlað um
støðuna og fóru til lækna við
henni.
- Hon fekk ógvuslig gráti
herðindi, og læknin segði
okkum, at hon helst hevði
epilepsi. Tá lætnaði tað hjá
okkum, tí vit hugsaðu, at tað
kundi hon fáa heilivág fyri
og annars liva eitt vanligt lív,
greiðir Lis frá.
Men tá fleiri kanningar
vórðu gjørdar, vísti tað seg,
at tað ikki var heilt so einfalt.
Familjan varð í hasti send
niður á Ríkissjúkrahúsið, og
har kom veruleikin sum ein
skelkur. Bára var heilt illa
fyri, og lívið fór at gerast
munandi øðrvísi enn vænt
að.
- Bára er helst tað, sum
verður nevnt »fjølbrekað«.
Hon situr í koyristóli og skal
hava hjálp til alt, bæði við
mati, reinføri og tá hon skal
flytast. Hon er 100% bundin
av hjálp alt døgnið, greiðir
Lis frá.
Men hóast hetta er Bára
eisini ein glað genta. Fyri
tað mesta hevur hon tað
gott, men umleið einaferð
um árið fær hon eitt drúgt
sjúkratørn.
- Tá er tað álvarsamt, og
hon endar í respiratori og
koma, so tað er ikki sum
vanliga krímið, sum onnur
børn stríðast við. Hon fer
heilt niður at venda. Men
hon klárar altíð at stríða seg
burturúr tí aftur, sigur Lis.
Bára fær ikki tosað, men
ein lærari hennara plagar at
siga, at Bára eygleiðir í loynd
um. Hon er ikki kontaktsøkj
andi, men brúnu eyguni
eygleiða og fáa tað við, sum
hendir kring hana.
- Hon kann eisini sam
skifta við ljóðum. Tá eg til
dømis spurdi hana, um hon
gleddi seg til at vera modell,
svaraði
hon
við
einum
»mmmmm« ljóði, sum merk
ir ja, sigur Lis smílandi.
Stjól uppmerksemi
Lis sigur, at hon tosaði nógv
við Báru um, at hon skuldi
vera modell.
- Eg segði ja beinanvegin,
tá
Laila
spurdi,
men
samstundis var eg eisini
eitt sindur bangin um, at
Bára skuldi fáa eitt epilepsi
herðindi á pallinum - ella at
okkurt annað skuldi ganga
galið. So eg royndi at fyri
reika hana so væl, sum eg
kundi.
Fríggjakvøldið var Bára til
generalroyndina, og tað gekk
nógv betri, enn Lis hevði
torað at vónað.
- Tá vit fóru heimaftur
fríggjakvøldið eftir royndina,
var eg nógv tryggari, tí Bára
hevði verið so glað og errin.
Tá hugsaði eg, at hetta nokk
skuldi ganga, sigur Lis.
Tá leygardagurin kom,
gjørdi familjan nógv burt
urúr.
- Vit klæddu stólin, so
hjólini,
leidningarnir
og
slangurnar ikki sóust so
væl. Hárið bleiv uppsett og
krúllað, hon fekk glimmur á
andlitið og varð latin í vakra
prinsessukjólan. Bára var
øgiliga spent; hon visti væl,
at okkurt serligt var á vási.
Og so kom stóra løtan.
Bára varð trillað inn á pallin
av eini av hinum prinsess
unum, og tað gekk fyrimynd
arliga. Hon var álvarsom og
blundaði, tí ljósið var so
sterkt, men onkur hevði á
orði, at allar hinar modellir
nar eisini vóru álvarsamar -
og tær vóru allar merktar av
sterka ljósinum.
- Tá vit komu afturum til
hana aftaná, prátaðu vit við
hana og søgdu, at hon riggaði
so væl á pallinum. Tá fór hon
at flenna - og hon steðgaði
ikki aftur, sigur Lis smílandi.
Klukkandi
láturin
frá
Prinsessur kunnu
saktans sita í koyristóli
Samrøða Leygarkvøldið var útgávukonsert og mótashow hjá Lailu av Reyni í hølunum hjá Østrøm.
Nógvar modellir trinu út á pallin, og millum teirra var eisini 16 ára gamla Bára í Niðristovu, sum er
fjølbrekað og situr í koyristóli. - Eg fekk ein klump í hálsin, tá Bára kom út á pallin, og eg sá, at fleiri
av hinum áskoðarunum eisini gjørdust rørdir av at síggja hana, sigur mamma Báru, Lis í Niðristovu