týsdagur 15. oktober 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 16. oktober 2013 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Mynd: Eyðfinnur Olsen
Báru smittaði, og skjótt var
alt tann beri látur í hølinum
aftanfyri, tí hon fekk øll at
flenna. Og positivu viðmerk
ingarnar trutu ikki.
- Miss Danmark var so
sera fitt. Hon kom yvir til
Báru, tók í hondina á henni
og prátaði við hana. Eisini
onkrar av frisørunum søgdu
henni, hvussu vøkur hon var
og at hon var tann, sum rigg
aði best av øllum. Tað var
eingin ivi um, at henni dámdi
tað, og at hon virðismetti tað,
tí hon strálaði.
Ein góð uppliving
- Eg haldi, at vit kanska
onkuntíð hava lyndi at verja
Báru ov nógv, soleiðis, at
hon keðir seg og manglar
avbjóðingar. Men hon yvir
raskar okkum mangan, og
leygarkvøldið
yvirraskaði
hon okkum enn einaferð og
prógvaði, at hon í grundini
megnar meiri, enn vit halda.
Og tað er altíð deiligt at
verða positivt yvirraskað,
sigur Lis hugsunarsom.
Hon er glað fyri, at Laila
av Reyni vildi hava Báru við
í showinum, tí hon heldur, at
børn í koyristóli og við breki
ofta mangla í býarmyndini.
Tað ger, at fólk kanska hava
ilt við at vera saman við hes
um børnunum. Og tað er
kanska eisini nærliggjandi
at hugsa, at børn, sum ikki
fáa tosað, heldur ikki fáa
hugsað. Men Lis slær fast, at
vit mugu ansa eftir at undir
meta hesi børnini.
- Ímynda tær, um Michel
angelo hvørki fekk nýtt hend
urnar ella tosað. So høvdu vit
ikki vitað, hvussu genialur
hann var. Men hann hevði
jú allíkavæl havt skapandi
evnini inni í sær, vísir Lis á.
- Børn sum Bára hava jú
ein heila, og vit eiga at geva
teimum meiri kreditt enn
bert at døma tey út frá tí,
sum vit síggja, og tí sum tey
sjálvi megna at geva úttrykk
fyri.
Lis heldur eisini, at fólk
eru smæðin, tá tey hitta
Báru, og tey vita ikki heilt,
hvussu tey skulu bera seg at.
- Tað er jú eisini ringt at
tosa við onkran, sum ikki
svarar tær. Men tað býr so
nógv meiri innanfyri, enn vit
mangan geva okkum far um,
og hóast Bára ikki fær tosað,
gevur hon umhvørvinum so
ómetaliga nógv. Tað, at hon
fekk alt hølið at flenna eftir
mótasýningina, er bert eitt
dømi um tað.
Lis heldur, at børn sum
Bára ofta fáa tað besta fram
í fólki.
- Sjálvt um fólk kanska
smæðast og ikki vita heilt,
hvussu tey skulu vera móti
hesum børnunum, so vilja
tey so fegin hjálpa. Tey eru
blíð og smílast bæði til henn
ara og okkara. Tað sæst, at
Bára dregur tað besta fram
í teimum.
Lis sigur, at áðrenn hon
fekk
Báru,
hugsaði
hon
mangan, at tað var synd í
teimum, sum áttu brekað
børn. Men tað er als ikki
tann kenslan, hon hevur, nú
tey hava fingið Báru, tí Bára
gevur bæði familjuni og um
hvørvinum
so
ómetaliga
nógv.
- Hesi børnini røra heilt
einfalt hjartað øðrvísi, enn
onnur børn gera, heldur Lis.
Tað er heilt víst nakað um
tað, tí Bára fekk óteljandi po
sitivar viðmerkingar leygar
kvøldið, hóast hon ikki lýkur
typisku modellkrøvini.
Og tá hon kom inn á pallin
leygarkvøldið, mundi neyv
an vera nakar ivi millum
áskoðararnar: Vakrar prin
sessur kunnu saktans sita í
koyristóli.
eydnaskaale@hotmail.com
»Miss Føroyar« og Miss Danmark, hvør vakrari enn onnur
og glaðar eftir eitt gott og væleydnað mótashow. Myndin
omanfyri er saman við foreldrunum Johan og Lis í Niðristovu
Mynd: Privat
Tvær vakrar prinsessur
á mótapallinum
leygarkvøldið. Tað var
10 ára gamla Dulcinae
Gala, sum býr í Hvalvík,
sum trillaði Báru í
Niðristovu inn á pallin