týsdagur 15. oktober 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. oktober 2013 · Nr. 119
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Í løtuni koyra einir 10.000
bilar bilar runt í Føroyum,
uttan at vera sýnaðir eftir
reglunum.
Tað váttar Jákup Jacob
sen, stjóri á Akstovuni.
Fyri einum ári síðani var
ramaskríggj, tá ið tað kom
fram, at Akstovan hevði eitt
ovurstórt eftirsleip, tí tey
kláraðu ikki at sýna bilarnar
eftir reglunum.
Tá vóru einir 11.000 bilar
sum ikki vóru boðsendir til
regluligt sýn, hóast teir áttu
at havt verið sýnaðir.
Úrslitið av tí var, at Ak
stovan fekk játtan til ein
sýnsmann afturat, so at teir
nú eru fýra og ein hálvur
sýnsmaður.
Men hóast eitt heilt ár er
farið, hevur hetta ikki gjørt
nevniverdan mun.
- Vit hava framvegis einar
10.000 bilar, sum áttu at
verið boðsendir til regluligt
sýn, men sum vit ikki hava
havt umstøður at sýna, sigur
Jákup Jacobsen.
Hann sigur, at tað tekur
sína tíð at arbeiða so stórt
eftirsleip undan.
- At sýna 10.000 bilar er
eitt ársverk hjá fimm sýns
fólkum, so tað er eyðsæð, at
eftirsleipið verður ikki burt
ur enn á sinni, sigur hann.
Men hann leggur afturat,
at drúgvar sjúkrameldingar í
summar, hava eisini gjørt sítt
til, at eftirsleipið framvegis
er so stórt.
Hann hevur vónir um, at
tað fer at minkað so líðandi
nú, men tað tekur ógvuliga
drúgva tíð at arbeiða so nógv
undan.
Raðfesta vinnubilar
Persónbilar og vøruvognar
eiga at verða kallaðir til sín
fyrstu ferð, tá ið teir eru fýra
ára gamlir og síðani skulu
teir kallast til sýn annað
hvørt ár.
Vinnuligir bilar, ella buss
ar, lastbilar og treylarar eiga
at verða boðsendir til sín árs
gamlir og síðani einaferð um
árið.
Jákup Jacobsen sigur, at
Akstovan leggur stóran dent
á at sýna vinnuligar bilar
og har er eftirsleipið ikki so
stórt.
Men staðfestir, at fýra og
ein hálvur sýnsmaður eru
ikki nógv til øll akførini, sum
eru í landinum.
- Tá ið eg kom á Akstovuna
í 1997, vóru 15.000 akfør í Før
oyum og tá vóru fýra sýns
menn.
- Í dag eru 30.000 akfør
í Føroyum og vit eru fram
vegis bara fýra og ein hálvur
sýnsmaður, sigur stjórin á
Akstovuni.
- So tað skal ikki nógv
høvuðrokning til at finna út
av, at tað ber ikki til at halda
tørn, leggur hann afturat.
Hinvegin vísir hann eisini
á, at tað altíð er ábyrgdin hjá
tí, sum eigur bilin, at tryggja,
at hann er í forsvarligum
standi.
- Men at vit so harafturat
hava eitt alment eftirlit, er
ein eyka trygd, sum avgjørt
er góð, sigur Jákup Jacobsen.
Almenn uppgáva
Í sambandi við stóra eftir
sleipið hjá Akstovuna, hava
røddir javnan verið frammi
um, at arbeiðið at sýna bilar,
eigur at verða útveitt til pri
vat verkstøð at gera.
Eisini Vinnuhúsið gekk
undan við hesum og tí sam
bandi staðfesti Vinnuhúsið,
at tað almenna skal hava
kapping, eisini Akstovan.
Men hugsanin um eitt pri
vat bilasýn hóvar ikki stjóra
num á Akstovuni.
- Tað er roynt í Danmark,
og aðrastaðni, at einskilja
bilasýnið, men royndirnar
hava ikki verið treytaleyst
góðar, sigur Jákup Jacobsen.
Hann sigur, at tað hevur
víst seg, at tað mangan er
vorðið dýrari fyri bileigaran.
- Yvirskipað haldi eg,
at bilasýn er ein almenn
uppgáva. Føroyar eru eitt
lítið samfelag og ein privat
fyritøka kann skjótt fáa
gegnistrupulleikar. Hon vil
sjálvandi hava so nógv við
skiftafólk, sum gjørligt og
tað vit hoyra aðrastaðni frá,
er, at tað er ikki frítt, at tað
ávirkar dygdina á bilasýni
num, sigur Jákup Jacobsen.
Jón Brian Hvidtfeldt
Ráðið
fyri
Ferðslutrygd
harmast støðuna á Akt-
stovuni, sum ikki klárar at
sýna bilarnar á føroysku
vegunum.
- Tað er stórt spell, at bil
ar ikki verða boðsendir til
regluligt sýn, sigur Bryn
hild Høgnadóttir og peikar
á ta trygd, sum liggur í at
sýna bilar regluliga.
Tað er tí ein sera keðilig
støða, at 10.000 bilar ikki
eru sýnaðir, hóast teir
sambært galdandi kunn
gerð áttu at verið tað.
- Tað er ikki nøktandi
fyri
trygdina,
staðfestir
Brynhild Høgnadóttir.
Stjórin á Ráðnum fyri
Ferðslutrygd vísir á tað
stóra arbeiði, sum annars
verður lagt í ferðslutrygd
ina.
- Sýnini skulu jú tryggja,
at bilarnir eru í góðum
standi. So tá akførini ikki
verða boðsend til regluligt
sýn, so gagnar tað ikki
trygdini og harvið heldur
ikki nullhugsjónini, sigur
Brynhild Høgnadóttir.
Nullhugsjónin
Reyði tráðurin í øllum
arbeiðnum hjá Ráðnum
fyri Ferðslutrygd er null
hugsjónin. Tað merkir, at
alt virksemi, ið hevur við
ferðslu at gera, skal vera
í samljóði við tað stavn
hald, at eingin skal doygg
ja ella fáa álvarligt mein
av ferðsluvanlukku í vega
flutningsskipanini.
Brynhild
Høgnadóttir
vísir á, at arbeiðið við
ferðslutrygd kann býtast í
fimm yvirskipaðar partar.
Vegir, lógarverk, akfarið,
menniskjað og eftirlit.
-
Í
eftirlitispartinum
liggur arbeiðið hjá Ak
stovuni. Og tá hon eftir
øllum at døma ikki hevur
orku til uppgávuna, so eiga
myndugleikarnir at endur
skoða, hvat skal til fyri at
bilar nú eisini verða sýn
aðir, sigur Brynhild Høgna
dóttir.
Stjórin á Ráðnum fyri
Ferðslutrygd leggur afturat,
at sjálvandi eigur arbeiðið
hjá Akstovuni
ikki at frítaka bileigarar
fyri ábyrgd. Tað er eisini
ásett í ferðslulógini.
- Men fyri bileigarar og
førarar hevur tað stóran
týdning at kunna kenna
seg tryggan við, at øll akfør
á vegunum nú eisini eru í
tryggum og góðum standi,
sigur Brynhild Høgnadóttir.
Gagnar
ikki null
hugsjónini
Ráðið fyri Ferðslutrygd
eftirlýsir, at bilarnir á vegunum
verða sýnaðir. Manglandi sýn
gongur út yvir trygdina
Akstovan
manglar at sýna
10.000 bilar
EFTIRSLEIP Eitt ótal av føroyskum bilum eru ikki sýnaðir eftir reglunum
Tað skal ikki nógv
høvuðrokning til at finna
útav, at tað ber ikki til at
halda tørn
Ósýnaðir bilar
Í fjør var ramaskríggj, tí Akstovan, kláraðu ikki at kalla bilar inn til sýn
eftir reglunum. Úrslitið var, at Akstovan fekk ein sýnsmann afturat, men
tað verður ikki enn á sinni, at eftirsleipið er burtur, sigur stjórin