Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 16. oktober 2013 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin - Fólk siga ofta ”nå, men vit síggjast”, og tað brúki eg eisini sjálv, men um onkur, sum eg ikki kenni so væl, kem­ur at siga tað, merki eg væl, hvussu fjálturstungin tey gerast og hava hug at orsaka og siga ístaðin ”vit hoyr­ast”. Men tá flenni eg bara, tí sjálv hugsi eg als ikki um tað, sigur Ruth Thomsen. Tó er tað eitt, sum henni dám­ar lítið. - Tá eg til dømis eri í eini veitslu, og onkur kemur við býtta spurninginum, um eg ikki veit, hvørji tey eru. Tað er tað ringasta, tú kanst gera við ein blindan persón, tí tú vilt so gjarna kenna allar rødd­ir, men tað gert tú jú ikki altíð. Mugu gera vart við seg Tann 15. oktober er Dagur teirra blindu, har ljós verður kastað á umstøðurnar hjá blind­u­m og sjónveikum. Spurd, hvussu tað er at liva sum ein blindur persónur í Før­o­yum í dag, letur Ruth Thom­sen væl at. - Um tú gert vart við eitt­ hvørt, ið ikki er nóg gott, so royna fólk at bøta um trupulleikan, haldi eg. Eitt, sum vit blindu javnan tosa um, eru vánaligu gongu­ breyt­ir­nar her í Havnini. Fleiri staðni eru kantarnir niður­slitn­ir, og tað er ófanta­ ligt at ganga, og er tað nakað, ið tú sum blind, ert ótrygg við, so er tað ójøvn undirløg, sigur Ruth Thom­sen, ið tó fegn­ast um tær av­mark­ ing­ar­nar, sum eru frá rund­ koyringini við Vestur­kirkju­ na og niðan til SMS. Annars klárar hon seg væl í gerandisdegnum. - Eg plagi at keypa inn við manninum um kvøldið. Hætti mær ikki at fara sjálv, tí vørurnar standa sjáld­ an sama stað í langa tíð. Sjálvandi ber til at brúka punktavmerkingar, men tað verður ikki so nógv brúkt longur. Tað er líka á apoteks­ vørum, at punkt­av­merking verð­ur brúkt, fortelur Ruth Thom­sen, sum eisini brúkar Face­book dagliga. - Eg havi eitt taluforrit á teldu­ni, sum lesur alt upp á føroyskum. Eisini ger teld­an ljóð, soleiðis at eg veit, hvar eg eri, og hvat eg geri á telduni. Og tað riggar fínt, sigur Rut Thomsen og legg­ur afturat, at einastu hjálpar­tólini umframt hundin eru ein køks­vekt við talu og ein litur­mátari. - Tú venur teg við at vera blind og finnur mátar at klára teg. Tað nyttar ikki, at tú hongur fastur í, at tú vilt sígg­ja og vildi eg næstan sagt starir teg blindan upp á, at tú einki sær. Tá kemur tú ikki víð­ari í lívinum. Góðtekur tú støðuna, verður alt nógv lætt­ari. Við stavinum kenn­ist tað so trilvandi, og tú hevur ikki somu fríheit. Tí valdi eg at fáa Audi, sum er mín nýggi førarahundur