Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. oktober 2013 · Nr. 119 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg - Eg minnist væl tann dagin, eg viðgekk fyri mær sjálvari, at nú var eg veruliga blind. Tá var eg farin í gongd við at baka, og ístaðin fyri at brúka kanel, brúkti eg karry, tí eg sá ikki at lesa á kryddarí­pakka­ num. Akkurát tá upplivdi eg tað sum eitt stórt niðurlag at vera blivin blind. Soleiðis sigur Ruth Thom­ sen, sum tó hevur bakað líka síðani. - Frá tí degnum valdi eg at brúka hinar sansirnar heldur enn sjónina. Tí har var eingin sjón, sigur Ruth Thomsen. Hon er fødd við eini arva­ ligari eygnasjúku, Retini­tis Pig­mentosa, sum niður­brýt­ ur nethindina, og tískil hevur Ruth Thomsen altíð havt trupulleikar við sjónini. Tað var tó ikki fyrr enn hon var mitt í 20unum, at hon gjørd­ ist veruliga blind. Høvdu illgruna Hóast Ruth Thomsen hevur havt sjónina barna- og ung­ dóms­árini, ivast hon í, hvus­ su væl hon hevur sæð. - Eg rokni ikki við, at eg nakrantíð havi havt eina van­liga sjón. Omma mín plagdi at fortelja, at sum trý ára goul stóð eg ofta bara og græt, tá vit vóru útferð í haganum. Ivaleyst havi eg longu tá ikki sæð væl og tí­ skil ikki kunnað yvirskoða sjó­ruta undirlendið, greiðir Ruth Thomsen frá. Tá hon fór í fyrsta flokk, gjørd­ist familjan fyri fyrstu ferð greið yvir, at hon møguliga hevði trupulleikar við sjónini. - Mamma legði til merkis, at okkurt var galið, tá eg ein dag­in segði við hana, at tað var so nógvur mjørki úti. Hon sá ongan mjørka, tí tað var púra klárt í veðrinum. Mam­ma fór tá við mær til eygnalæknan, og hann stað­ festi, at eg var ógvuliga nær- sýnt. Men eingin hugsaði um nakra sjúku, fortelur Ruth Thom­sen. Árini gingu, og Ruth Thom­sen, sum var 12 ára gomul, varnaðist, at hon bleiv rættiliga myrkablind. Júst hetta, at síggja illa í myrk­ri, er eitt vanligt tekin, tá sjónin hjá fólki viknar nógv. - Eygnalæknin í Før­oy­ um fekk illgruna, um at eg kanska hevði eina eygna­ sjúku, og eg bleiv send til Dan­markar. Og tá bleiv sjúk­ an staðfest. Læknin segði, at antin kom sjúkan at standa í stað, ella versnaði hon, og eg kom sostatt at verða blind, for­telur Ruth Thomsen og minnist aftur á, hvør henn­ ara fyrsti tanki var, tá hon fekk hesi boðini. - Á nei, nú fái eg ongantíð koyri­kort! At eg fór at blíva blind, hugsaði eg als ikki um Byrgdi seg inni Tá Ruth Thomsen var 25 ára gomul, gekk av álvara niður eftir bakka við sjónini, og áðr­enn hon visti av, hevði hon mist sjónina. - Líka inn til tá hevði eg eitt lítið sindur av sjón, og eg gøllhelt í, at eg ikki var blind, men sjónveik. Eg vildi ikki vera blind. Tað var tað ring­asta orðið at taka í mun­ n­in fyri meg. Onkurs­veg­na royndi eg at baga­telli­sera tað, tá eg í roynd og veru einki sá, sigur Ruth Thomsen. Seinastu 20 árini hevur Ruth Thomsen livað sum blind, og tað einasta hon sær, er munurin á myrkri og ljósi. So­statt leggur hon til merkis, tá tað er ljóst ella myrkt úti. Tá Ruth Thomsen lítir aftur á fyrstu tíðina sum blind, minnist hon aftur á eina tunga tíð. - Í nokkso nógv ár læsti eg meg so at siga inni í mín­um egna heimi, tí alt uttan­fyri var so avbjóðandi. Tú kemur jú í so nógvar óvænt­að­ar støður, tá tú ert úti. Har­aftur­ at vildi eg ikki síggja blind út, tí mann vil so gjarna fella inn í mongdina, og eg vildi ikki líkj­ast frá við at ganga við tí hvíta stavinum. Eg hevði eina hugsan um, at fólk tóku synd í mær, og tað vildi eg fyri alt í verðini ikki hava, for­tel­ur Ruth Thomsen og held­ur fram: - So eg valdi løttu loysnina, sum ikki altíð er tann besta, og var bara heima og dámdi einki væl at fara út til tiltøk ella bara føðingardagar hjá teim­um nærmastu. Ræddist hundar Ruth Thomsen sigur, at tey, sum minnast seg frá tí tíðini, duga væl at síggja, at hon er ein heilt annar persónur í dag, tí hon er nógv úti til til­ tøk, fer í veitslur og dámar ann­ars bara væl at vera úti til ymiskt. - Høvuðsorøkin, at eg havi tað so mikið gott í dag, er, at eg gótók mína støðu. Tú ert blind, tú sært einki, og so mást tú taka tað harfrá. Og tað gjørdi eg so, sigur Ruth Thom­sen og vísir á, at hon av álvara góðtók sína støðu, tá hon fekk bjóða førarahund í 2003. - Eg havi ongantíð verið glað fyri hundar, og havi kans­ka verið eitt sindur bang­in fyri teimum, og mað­ ur mín, Sólbjørn, hann hevur ræddst hundar ómetaliga illa. Tí var tað ikki nøkur løtt avgerð, at takka ja til ein førarahund, sigur Ruth Thomsen, ið minnist fyrstu ferð, tey fingu førarahundin Toke. - Vit fóru til Danmarkar eftir hundinum, og eg minn­ ist væl fyrstu náttina á hotellkamarinum við hundi­ num. Vit høvdu alt ljós tendr­að, tí hvat nú um mann skuldi upp um náttina, og hund­urin so var har, hvat um hann goyði, og hvat veit eg. Vit hava mangan flent eftir tí síða­ni, sigur Ruth Thomsen og flennir eisini nú, tá hon hugs­ar um fyrstu tíðina við hundi­num. - Men fyri at siga tað, sum tað er, so er tað eitt skerings­ punkt í mínum blinda lívið, tá eg fekk Toke, sum var mín fyrsti førarahundur. Tað var, sum hurðar, ið eg hevði upp- livað sum afturlatnar, lótust upp. Eg fekk størri sjálvsálit og størri árræði og fór út millum fólk aftur, sigur Ruth Thom­sen. Hundin Toke hevði hon í níggju ár, men – lagnunar spei­semi – so bleiv hundurin blind­ur, fekk gikt og epilepsi og mátti avlívast. At byrja við ætlaði Ruth Thom­ sen ikki at fáa sær nýggjan førarahund, men skjótt við­ gekk hon, at lívið sum blind var munandi lættari við ein­ um førarahundi. - Tað er nógv lættari. Tú kanst ganga frítt og merkir veru­liga, at tú hevur verið úti ein túr, tá tú gongur við hundi­num. Við stavinum kenn­ist tað so trilvandi, og tú hevur ikki somu fríheit. Tí valdi eg at fáa Audi, sum er mín nýggi førarahundur. Fólk eru hjálpsom Við hundinum er møguligt hjá Ruth Thomsen at fara túr­ar uttan at hava brúk fyri hjálp frá øðrum fólkum. Og tó. - Tað kann koma fyri, at eg brádliga blívi desorienterað, tá eg gangi túr, men so skjótt fólk leggja til merkis, at eg síggi heldur ráðaleys út, koma tey til mín og spyrja, um eg havi tørv á hjálp, sigur Ruth Thomsen og leggur aftur­at: - Nú síggi eg tað ikki sjálv, men eg haldi, at fólk fylgja væl við í, hvussu hundurin a­r­beiðir, tá vit eru úti, so síggja tey, at alt ikki er, sum tað skal vera, so hjálpa tey alt fyri eitt, sigur Ruth Thom­ sen. Viðhvørt kann hon gott fle­n­na eftir, at summi fólk eru rættiliga tilvitað um, hvus­su tey orða seg, tá tey práta við seg. Blindni er eingin forðing - Eg havi sett mær fyri, at eg ikki vil vera ein súr, negativ og keðilig kona, sum er beisk inn á sína lagnu. Eg vil liva lívið. Tað sigur 46 ára gamla Ruth Thomsen úr Havn, sum er fødd við eini sjúku, ið gjørdi hana blinda sum 25 ára gomul. – Lívið steðgar ikki, bara tí tú verður blind. Men tað broytist, sigur Ruth Thomsen