hósdagur 17. oktober 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eydna Skaale
Fyrsta lógin, sum ásetti
eftirlønir til løgmann og
landsstýrismenn, er frá 14.
mai 1948. Hetta árið kom
heimastýrið í gildi, og tað
hevði við sær, at løgmaður
bleiv ovasti politiski- og
fyrisitingarligi
leiðarin
í
Føroyum. Tá vóru eisini
lønir til politikarar ásettar,
og síðani eru javnan gjørdar
broytingar
í
lønar-
og
pensjónsviðurskiftunum hjá
landsstýris- og løgmonnum.
Í dag er eftirlønin skipað
eftir løgtingslóg frá 1993, men
við broytingum frá 2006.
Hóast
broytingarnar
vóru gjørdar í 2006, høvdu
tær afturvirkandi megi, og
tað merkir, at allir løgmenn
og øll landsstýrisfólk, sum
hava sitið síðani 15. mai 1998,
koma undir hesa skipan
ina. Tað er Jóannes Eides
gaard, løgmaður úr Javnað
arflokkinum, sum skrivaði
undir núverandi skipan.
Hvussu verður
tað roknað?
* Øll landssýrisfólk, sum hava
sitið eitt ár tilsamans, hava
rætt til eftirløn. Tað merkir,
at sita tey fýra mánaðir eitt
skeið og átta mánaðir eitt
annað skeið, eiga tey rætt
eftirløn. Doyr løgmaður ella
landsstýrisfólk, sum hevur
sitið minst eitt ár, eigur
eftirsitandi
hjúnarfelagin
rætt til 74% av eftirlønini.
* Fyrsta til fjórða árið, tey
sita
sum
landsstýrisfólk,
veksur eftirlønargjaldið við
9% av lønini hvørt ár. Fimta
til áttanda árið, tey sita
sum landsstýrisfólk, veksur
eftirlønargjaldið við 6% av
lønini hvørt ár.
* Sita landsstýrisfólk og
løgmenn átta ár tilsamans,
hava tey rætt til 60% av
lønini í eftirløn. Løgmenn og
landsstýrisfólk fáa sostatt
fulla eftirløn eftir bert átta
árum, og tað verður út
goldið, tá tey eru fylt 67 ár.
Til
samanberingar
kann
nevnast, at ein vanligur
starvsmaður skal arbeiða 37
ár fyri at fáa fulla eftirløn.
* Reglan sigur, at eftirløn
verður latin, tá løgmenn og
landsstýrifólk eru fylt 67 ár.
Tað eru tó nøkur undantøk
til hesa regluna.
1:
Fyrsta
undantakið
er
soljóðandi: Um aldurin á
landsstýrismanninum, framt
tvær ferðir starvsaldurin á
tingi og í landsstýrinum geva
95 tilsamans, ber til at fáa
fulla pensjón frá 60 ára aldri.
Sum
dømi
um
hetta
kunnu vit nevna Jóannes
Eidesgaard.
Hann
varð
valdur á ting í 1990 og sat
á løgtingi og í landsstýri
til 2011. Tað eru 21 ár. Falda
vit tað við 2, gevur tað 42.
Jóannes
Eidesgaard
er
føddur í 1951 og var sostatt 60
ár, tá hann gavst í politikki.
60 ár + 42 ár í starvsaldri er
102, sum er yvir 95.
Tískil
hevði
Jóannes
Eidesgaard rætt til fulla
pensjón, tá hann fylti 60 og
vann sær sostatt 7 ár eyka
við fullari pensjón.
Annfinn
Kallsberg
er
eitt annað dømi. Hann varð
valdur í 1980 og gavst í 2011.
Tað gevur 31. Falda vit 31
við 2 gevur tað 62. Annfinn
Kallsberg var 64 ár, tá hann
gavst í politikki. 62 + 64 gevur
126, sum er meiri enn 95, og
sostatt hevur hann eisini
havt rætt til fulla pensjón
frá fyrsta degi, í staðin fyri
at bíða til hann fylti 67.
2: Næsta undantakið er
soljóðandi: Løgmaður kann
veita fráfarnum løgmanni
ella landsstýrismanni, sum
er fyltur 60, eftirløn, um
heilsulig, fíggjarlig ella sosial
viðurskifti tala fyri tí.
Í breiðastu merking kann
tað hava við sær, at um ein
fráfarin
landsstýrismaður
er fíggjarliga sperdur, eftir
at hann er fyltur 60, kann
løgmaður játta honum eyka
eftirløn úr landskassanum,
inntil hann fyllir 67 og
sostatt eigur at fáa eftirløn
útgoldna.
* Hóast landsstýrisfólk skulu
hava sitið í eitt ár tilsamans
fyri at fáa rætt eftirløn,
er eingin slík tíðaráseting
galdandi fyri løgmenn.
eydnaskaale@hotmail.com
35.112 kr í
eftirløn um
mánaðin
Eftirlønirnar hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum
eru ørandi høgar. Tey kunnu forvinna sær fulla
eftirløn eftir bert átta árum, meðan ein vanligur
tænastumaður má arbeiða í 37 ár, fyri at hava rætt
til fulla eftirløn. Lønin hjá løgmanni verður nýtt sum
útrokningargrundarlag, og so hvørt sum løgmanslønin
hækkar, má landskassin rinda støðugt meiri í
eftirlønum til tey, ið hava rátt fyri borgum síðani 1998
Eitt loft er sett á, hvussu
nógva almenna eftirløn til
ber at fáa, tí eingin kann
fáa meiri enn fulla løg
manseftirløn, sum er 60%
av løgmanslønini.
Løgmaður fær løn í 40.
lønarflokki, sum gevur
58.527 kr um mánaðin -
íroknað lønarhækkingina
1. oktober.
60% av tí er 35.112 kr.
Hetta er sostatt hægsta
almenna
eftirlønarút
gjaldið. Hevur tú havt
fleiri størv, ið geva rætt til
almenna eftirløn, verður
eftirlønin mótroknað, so
leiðis, at tú ongantíð fært
meiri enn 35.112 kr um
mánaðin.
Taka vit aftur Jóannes
Eidesgaard
sum
dømi,
hevur hann bæði verið
tænastumannasettur lær
ari, løgtingsmaður, lands
stýrismaður, løgmaður og
fólkatingsmaður.
Her verður fyrst hugt
at, hvussu nógv hann
fær frá fólkatinginum.
Síðani verður hugt at,
hvussu nógva eftirløn
hann eigur fyri tíðina,
sum
løgmaður.
Hevur
hann framvegis ikki nátt
markinum á 35.112 kr,
verður hugt at, hvussu
nógv hann hevur rætt til
í landsstýrismannaeftir-
løn. Er hann framvegis
ikki farin upp um markið,
verður hugt at, hvussu
nógv hann hevur rætt til í
tingamannaeftirløn. Sein
ast kemur starvsmanna
eftirlønin upp í leikin.
Hann hevur sostatt sera
góðan møguleika at fáa
fult eftirlønargjald.
Annfinn Kallsberg hev
ur eisini sitið sum fólka
tingsmaður, løgtingsmað
ur, landsstýrismaður og
løgmaður, og hann hevur
tí somuleiðis góðar møgu
leikar at fáa hægstu eftir
lønina.
Sostatt er lætt at sav
na sær fulla pensjón, tí tú
kanst leggja ymsu pen
sjónirnar saman, soleiðis,
at tú fært hægsta gjaldið:
35.112 kr um mánaðin.
Vert er at leggja aftur
at, at privatar eftirlønir
IKKI verða mótroknaðar.
Hevur tú eina góða, pri
vata eftirløn, kemur hon
sostatt afturat almennu
eftirlønini.
eydnaskaale@hotmail.com
Skjótt og lætt
at forvinna
fulla eftirløn
Runda vit tølini, eru tað fýra nú
verandi politikarar, sum eiga rætt
til fulla landsstýrismannaeftirløn.
• Jørgen Niclasen: 10 ár sum landsstýrismaður tilsamans
• Jacob Vestergaard 8 ár sum landsstýrismaðurin tilsamans
• Bjarni Djurholm: 8 ár sum landsstýrismaður tilsamans
• Karstin Hansen við 8 árum sum landsstýrismaður til dags dato
Harumframt hava teir allir verið tingmenn, og tann eftirlønin verður
sostatt løgd afturat fullu landsstýrismannaeftirlønini, soleiðis, at teir
fáa enn meiri - upp til hægstu eftirløn, sum er 35.112 kr um mánaðin.
Næst teimum eru m.a.
• Høgni Hoydal við 6 árum sum landsstýrismaður
• Bjørn Kalsø, 6 ár sum landsstýrismaður higartil
• Kaj Leo Holm Johannesen, hevur sitið sum løgmaður í 5 ár higartil
• Johan Dahl, við tilsamans 5 árum sum landsstýrismaður higartil
Hesir hava tó allir sitið í tinginum eisini - og Høgni eisini á Fólkatingi-,
og tað fer helst at tryggja teimum hægstu eftirløn, tá løgtings- og
landstýrismannalønirnar verða lagdar saman.
Harumframt eru eisini fleiri onnur, sum hava sitið styttri tíð í
landsstýrinum, umframt at hava sitið nógv ár í tinginum, og sum tískil
hava møguleika at fáa høgstu pensjónina tilsamans.
Løgmaður og landsstýrisfólk skulu vera í starvi í 8 ár fyri at
fáa fulla eftirløn. Tingfólk skulu vera í starvi í 16 ár fyri at
fáa fulla eftirløn. Vanligir tænastumenn skulu vera í starvi
í 37 ár fyri at fáa fulla eftirløn