Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Tað elvdi til øsing í almenna rúminum, tá løgmaður um dag­arnar boðaði frá, at hann ætlar sær í løgtingið við álitinum um at broyta lønar­viðurskiftini hjá lands­ stýrisfólkum. Øsingin stóðst av, at bæði løgmaður og landsstýrisfólk skuldu mun- andi upp í løn. Í rund­um tølum verður talan um eina lønarhækkan á 150.000 til 200.000 krónur um árið til ávíkavist landsstýrisfólk og løgmann, sambært til­mæli­ num. Men ein gjøgnumgongd av verandi skipan stað­fest­ ir, at løgmaður og lands­ stýrisfólk í veru­leika­num fara niður í hálva løn ella enntá longur nið­ur, um tilmælini verða sam­tykt. Orsøkin liggur í fjaldu, men sera góðu, eftir­lønar­ skipanini. Vit brúka orðið fjald, tí pen­garnir verða ikki spardir upp á eftirlønarkonto hjá við­komandi, og út­reiðsl­ ur­nar til eftirlønirnar eru heldur ikki bókaðar nakra­ staðni. Tað einasta, sum tó er staðfest við lóg, er at pengarnir fella til gjald­ingar. Ikki nú, men sein­ni, tá fólkini koma til pen­sjóns­aldur. Og tá tað er staðfest, at pengarnir also fella til gjald­ ingar til løgmann ella lands­ stýrisfólkini, so meta vit tað eisini vera uppá sítt pláss at taka eftirlønina við í lønar­ uppgerðina. Sosialurin hevur tí, við hjálp frá serfrøðingum, rokn­ að út virðið á gald­andi eftir­ lønarskipan hjá løg­man­ ni og lands­stýris­fólki. Roknistykkið Eftir galdandi reglum tjena løgmaður og lands­stýris­fólk sær fullan pen­sjónsrætt, 60 prosent av enda­ lønini, eftir átta árum í Tinga­nesi. Eftirlønina fáa tey, so leingi tey liva. Latum okkum taka eitt dømi. Løgmaður er 50 ára gamal, meðan konan er trý ár yngri. Lønin hjá løg­manni er, eftir lønar­hækk­ingina 1. oktober, 58.527 krónur um mánaðin. Tað gevur eina ársløn á 702.322 krónur. Men longu fyrsta árið sum løgmaður upp­tjenar hann sær níggju pro­sent av árslønini í eftir­løn­ar­gjaldi, hvørt ár so leingi hann livir. Við støði í miðal­aldrinum í Føroyum kann okkara 50 ára gamli løg­mað­ur væntast at liva, til hann verður 81 ár. Hann he­v­ur tí 14 ár sum pen­ sjón­ist, eftir at hann fyllir 67. Tí tjenar løgmaður sær fyrsta árið sum løgmaður ein pensjónsrætt á 63.209 krón­ ur um árið í 14 ár. Tilsamans 884.926 krónur. Men galdandi reglur siga eisini, at hjúnarfelgin hjá løgmanni hevur rætt til 74 prosent av eftirlønini hjá løgmanni, eftir at hann doyr. Føroyskar kvinnur ger­ast í meðal 86 ár, og tá hjúnarfelagin í okkara dømi er trý ár yngri enn løg­mað­ ur, upptjenar hon sær pen­ sjóns­rætt í tilsamans átta ár, eftir at maðurin er deyð­ur. Tilsamans 374.197 krón­ur. Við hesum fortreytum, ið eru varliga settar, hevur løg­maður longu fyrsta árið í starvinum upptjent sær ein samlaðan pensjónsrætt á góðar 1,2 millión krónur. Tí er árslønin til løgmann ikki 702.322 krónur, men 1.961.446 krónur. Tað merkir ein mánaðarløn á 163.453 krón­ur. Eftir eitt valskeið á fýra ár hevur løgmaður tjen­að sær ein samlaðan pen­sjóns­ rætt á smáar fimm milliónir krón­ur, sum hann eigur til gó­ð­ar hjá landskassanum. Næs­tu fýra árini sum løg­ mað­ur upptjenar hann sær nígg­ju prosent av árslønini í eftirlønargjaldi, hvørt ár so leingi hann livir. Tá demografiska gongd­ in vísir, at vit gerast al­samt eldri, miðalaldurin hækk­ ar, so økist upptjenti pen­ sjónsrætturin tilsvarandi. Økist miðalaldurin á monn­ um og kvinnum til døm­is við trimum árum, so gevur við verandi eftir­lønar­ skipan av sær sjálvum løg­manni góðar 700.000 krónur oman á lønina yvir eitt fýra ára skeið. Tí tá fer virði­ð á pensjónsrættinum, sum hann eigur til góðar hjá landskassanum eftir fýra ár í Tinganesi, úr fimm milliónum upp í 5,7 milliónir krónur. Tá er árslønin hjá løgmanni ikki 702.322 krónur, men 2.151.073 krónur. Tað merkir ein mánaðarløn á 179.256 krón­ur. Lønarvøkstur Men tað er ikki ósannlíkt, at lønirnar hækka næstu árini. Taka vit sum dømi, at lønirnar eru 30 prosent hægri um 30 ár, so merkir tað, at løgmaður tá tjenar 76.085 krónur um mánaðin, svarandi til eina ársløn á 913.019 krónur. Brúka vit neyvt sama frymil til at rokna út virði á eftirlønini, so merkir tað, at løgmaður tá hevur rætt til at fáa út­gold­ið eina munandi hægri eftirløn, sammett við lønarlagið í dag. Og við hesum í huga hevur árs­løn­in hjá løgmanni, sum sambært galdandi lønar­ talvu er 702.322 krónur ídag, reelt eitt virði á 2.796.395 krón­ur. Tað merkir ein mán­ að­ar­løn á 233.032 krón­ur. Landsstýrisfólkini Hóast vit her hava valt at brúka løgmann sum dømi, so hava landsstýrisfólk neyvt sama rætt til gyltu eftir­ lønina. Tá lønin hjá ein­um landsstýrismanni er nakað lægri enn hjá løg­manni, er virðið á eftir­løn­ini eisini nakað lægri. Ein landsstýrismaður tjen­ar í dag 53.326 krónur um mánaðin, svarandi til árs­løn á 639.916 krónur. Rokna vit virði á eftirlønini eftir sama leisti sum hjá løgmanni, so hevur eftir­lønin í dag eitt virði á 1.147.241 krónur. Tí tjenar ein landsstýrismaður í dag reelt 1.787.156 krónur um árið, svarandi til eina mán­að­ ar­løn á 148.929 krónur. Innrokna vit ta for­treyt, at miðalaldurin økist trý ár næstu 30 ár-ini, so er reella virðið á lands­stýris­manna­ lønini 1.959.933 krón­ur. Tað eru 163.327 krón­ur um mán­ að­in. Og innrokna vit eisini eina lønarhækkan á til­ samans 30 prosent næstu 30 árini, so er reella virðið á landsstýrismannalønini 2.547.914 krónur, svarandi til 212.326 krónur um mánaðin. Fjalda rokningin Tað er ein sannroynd, at løgmaður og lands­stýris­ fólk sambært galdandi lóg­ gávu á økinum hava rætt til hesar pengar, tá tey gerast pensjónistar. Løg­mans- og landssstýris­manna­ eftirlønin, sum er fult upptjenað eftir átta árum í Tinganesi, ávirk­ar ikki rættin til flestu aðrar eftirlønir. Á útreiðslu­síðuni skulu pen­g­ ar­nir finn­ast, tá tað ein­staka lands­stýrisfólkið røkk­ur pen­sjóns­aldurin. Taka vit sum dømi eitt landsstýri við løgmanni og sjey lands­ stýrisfólkum, so hevur hetta stýrið eftir einum val­skeiði upptjenað sær eina eftirløn á tilsamans 55,6 milliónir krónur. Hetta talið skal tó takast við tí fyrivarni, at eftir átta ár­um í landsstýrinum hev­ ur løgmaður og lands­stýris­ maðurin longu tjenað sær fulla eftirløn, sum er 60 pro­ sent av síni løn. Og tí tyngir viðkomandi ikki landskassan við fleiri eftirlønarkrøvum, um árini í Tinganesi gerast fleiri enn tey átta. jonbrian@sos.fo Loyniliga lønin til landsins leiðarar Tað er bara toppurin av ísfjallinum, tá løgmaður og landsstýrisfólk tosa um mánaðarlønir røttu megin 50.000 krónur og árslønir á 700.000 krónur. Aftanfyri lønartølini eru fjaldar eftirlønarskipanir, sum lyfta árslønina hjá løgmanni og landsstýrisfólki upp um tvær milliónir krónur