hósdagur 17. oktober 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Nýggjársfýrverkið var so
dánt kólnað, tá Landsverk
boðaði frá, at verkætlanar
ovastin fyri føroya størstu
byggiætlan var farin úr
starvi. Tíðindaskrivið frá
Landsverk, dagfest 3. januar,
var sera stutt og uttan
grundgeving yvirhøvur. Og
fjølmiðlar fingu onga frá
greiðing um, hví verkætlan
arovastin fór frá, bara níggju
mánaðir eftir at hann tók við
starvinum 1. apríl 2012.
Keldur hjá Sosialinum
vilja tó vera við, at stevið
millum verkætlanarovastan
og stjóran á Landsverki var
vánaligt undan ársskiftinum.
Tí fór verkætlanarovastin,
longu áðrenn spakin varð
settur í Marknagil í Havn.
Bara ein lítlan mánað
seinni var eisini næsti maður
hjá verkætlanarovastanum
fyri Marknagilsdepilin burt
ur. 1. februar fekk Ragnar
Juul Guttesen hoyringsskriv
um uppsøgn, sum skuldi
koma í gildi 20. februar.
Byggileiðarin varð sagdur úr
starvi, uttan nakra ávaring
yvirhøvur, og við eini grund
geving, sum seinni skuldi
vísa seg at vera uttan hald í
veruleikanum.
Almenna grundgevingin
fyri
uppsøgnini
var,
at
Landsverk hevði ikki nóg
nógvar uppgávur til Ragnar
Juul Guttesen. Eisini førdi
Landsverk fram, at tað var
ógreitt, nær og um byggingin
av Marknagilsdeplinum fór í
gongd, og nær arbeiðið var
komið somikið langt, at tør
vur fór at vera á einum byg
gileiðara. Argumentið varð
ført fram í hoyringssvari
num 1. februar og aftur í sjál
vari uppsøgnini, dagfest 18.
februar.
Ragnar
Juul
Guttesen
skrivaði undir sáttmála við
Landsverk
4.
september
2012. Setanarøkið var allur
stovnurin, arbeiðsstaðurin
høvuðsskrivstovan
og
Marknagil, og starvsheitið
var byggileiðari. Henda dagin
bleiv hann næsti maður hjá
verkætlanarovastanum fyri
føroya størstu byggiverk
ætlan.
- Starvið varð lýst leyst
og eg søkti, tí talan var um
eina spennandi verkætlan
við fakligum avbjóðingum,
sigur Ragnar Juul Guttesen.
Hann kom tá úr einum
starvi hjá J&K Petersen, og
kendi eisini væl Heina Trónd
Hansen, ið hann hevði ar
beitt saman við í fleiri ár.
Marknagilsætlanina ken
di Ragnar Juul Guttesen væl,
ikki minst tí at hann í sínum
starvi hjá J&K Petersen hevði
staðið fyri arbeiðnum at geva
tilboð uppá skúladepilin.
Pengarnir
Marknagilsdepilin, sum hev
ur verið ávegis í nógv ár,
fekk eitt skot fyri bógvin, tá
tilboðini vórðu latin upp á
høvuðssætinum hjá Lands
verki, 28. august í fjør. Til
boðini lógu 155 milliónir
krónur omanfyri ta játtan,
sum løgtingið hevði samtykt
at byggja fyri.
Tað stóð skjótt greitt fyri
øllum, at neyðugt fór at vera
at spara. Og longu sama dag
boðaði Ewald Kjølbro frá, at
arbeiðið við at finna sparing
ar var farið ígongd og fyrstu
sparingarnar lógu longu á
tekniborðinum.
Eina viku seinni varð
Ragnar Juul Guttesen sum
nevnt settur í starv. Stórur
partur av hansara arbeiðið
skuldi vísa seg at vera so
nevnd projektgransking. At
ganga ígjøgnum alla verk
ætlanina, finna sparingar og
annars gera viðmerkingar til
einstøku punktini.
Skjølini í málinum, sum
Sosialurin hevur fingið fatur
á, geva greiðar ábendingar
um, at viðmerkingarnar vóru
nógvar.
- Ja, eg hevði nógvar við
merkingar, sum eg lat víðari
til Heina Trónd Hansen, ið
var mín leiðari, váttar Ragn-
ar Juul Guttesen, sum fram
vegis kennir seg somikð
bundnan av tagnarskyldu,
at hann ikki torir at útgreina
innihaldið í hesum viðmerk
ingum.
Men skjøl í málinum,
sum Sosialurin hevur fing
ið fatur á, avdúka, at við
merkingarnar snúgva seg
um manglandi ella sera
vánaliga góðskutrygging av
arbeiðnum. Og hartil kennir
Landsverk snøgt sagt ov
lítið til sína egnu verkætlan,
ljóða viðmerkingarnar frá
byggileiðaranum. Manglandi
kunnleiki førir til manglandi
stýring, og harvið er Lands
verk í ov lítlan mun ført
fyri at tryggja sær, at verk
ætlanin ikki gerst dýrari enn
neyðugt. Somuleiðis vísir
byggileiðarin á, at fleiri av
konstruktiónunum eru við
breknar, umframt at aðrir
feilir eru í verkætlanini.
28. januar í ár er spari
ætlanin komin somikið langt,
at Landsverk sendir Menta
málaráðnum sítt tilmæli um,
hvussu sparast kann. Sam
bært tilmælinum ber til at
spara 92 milliónir krónur í
mun til innkomnu tilboðini
frá 28. august 2012. Tað
gerst við at minka samlaðu
rúmvíddina einar 2000 fer
metrar, taka burtur ein síðu
bygning,
lækka
hæddina
3,8 metrar, minka um stóru
glasfasadurnar, velja eina
bíligari ventilatiónsskipan,
umframt at brúka bíligari
tilfar inni í bygninginum.
Tilmælið frá Landsverki til
Mentamálaráðið er tí at játta
64 milliónir krónur afturat til
Marknagilsdepilin, soleiðis
at heimild fæst at byggja
fyri 455 milliónir krónur,
umframt 60 milliónir til inn
búgv.
Landsstýrismaðurin tek
ur tilmælið til sín. Ein mánað
seinni er lógaruppskotið um
at broyta upprunaligu verk
lagslógina og játta 64 millión
ir krónur afturat til Markna
gilsdepilin liðugt orðað.
Fýra dagar eftir at stjórin
á Landsverki sendir Bjørn
Kalsø sítt sparitilmæli, send
ir Ewald Kjøldbro ætlanar
skrivið um uppsøgn til Ragn
ar Juul Guttesen.
Argumentið
fyri
upp
søgnini er, sum áður nevnt,
at Landsverk metir tað vera
sera óvist, nær arbeiðið kann
byrja, og tí veit stovnurin
ikki, nær ella um tey aftur
hava uppgávur til Ragnar
Juul Guttesen.
Beinleiðis spurdur, hvørt
kritisku
viðmerkingarnar
hava nakað við uppsøgnina
at gera, svarar nú fyrrverandi
byggileiðarin:
- Ja, tað er sera væl hugs
andi. Tí samanumtikið eru
viðmerkingarnar
væl
at
meta sum ein kritikkur av
tilgongdini til verkætlanina,
sigur Ragnar Juul Guttesen.
Hann vil ikki útgreina,
hvat tað merkir, aftur hesa
ferð vísandi til sína tagnar
skyldu mótvegis sínum nú
fyrrverandi arbeiðsplássi.
Tvær tungur
Ein gjøgnumgongd av sam
skiftinum millum Landsverk,
Mentamálaráðið og løgtingið
um Marknagilsdepilin vísir
tó, at stjórin fyri Landsverk
tosaði við tveimum tungum.
Tí samstundis sum hann í
ætlanarskrivinum og upp
søgnini av Ragnari Juul
Guttesen grundgevur við
stórari óvissu um, hvat yvir
høvur verður av Markna
gilsdeplinum, so vísir hann
í samskiftinum við Menta
málaráðið og løgtingið á eina
neyva tíðarætlan.
Tilmælið um sparingar
verður sera væl móttikið
í Mentamálaráðnum, sum
bara brúkar ein mánað um
at smíðja eitt liðugt lógar
uppskot, ið játtar 64 millió
nir krónur afturat til Mark
nagilsdepilin. Breið, politisk
undirtøka er fyri lógarupp
skotinum hjá Bjørn Kalsø,
sum tá avtornar verður ein
mælt samtykt av løgtingi
num.
Og tá fíggjarnevndin hjá
løgtinginum undir viðgerðini
spyr eftir eini tíðarætlan,
svarar Landsverk beinleiðis,
at partur av arbeiðnum
at finna sparingar hevur
verið at arbeiða við einari
nýggjari
tíðarætlan.
Og
tann
tíðarætlanin
sigur,
at arbeiðið við at grava út,
spreingja og planera skal
byrja í apríl mánað.
Kvalifikatiónin
Tað vakti undran hjá Ragn
ari Juul Guttesen, at Lands
verk fór at leita eftir nýggj
um verkætlanarovasta fyri
Heina Trónd Hansen, sam
stundis sum stovnurin segði
seg úr starvi, tí óvissan um,
hvørt
Marknagilsdepilin
bleiv egg ella ungi, var so
stór.
- Eg kendi væl Heina
Trónd Hansen, vit høvdu
arbeitt saman í nógv ár og
høvdu at kalla somu út
búgving. So eg segði við
Ewald Kjøldbro, at eg var
sinnaður
at
átaka
mær
hansara starv, nú hann var
farin, greiðir Ragnar Juul
Guttesen frá og heldur fram:
- Men svarið var avvísandi.
Ewald Kjøldbro segði bein
leiðis við meg, at hann vildi
hava internationalan kvali
tet í starvið sum verk-ætlan
arovasta.
Tá avtornaði segði Lands
verk seg einki annað starv
hava at bjóða byggileiðara
num, sum brádliga ikki varð
brúk fyri.
Kiptur
Uppsøgnin av Ragnari Juul
Guttesen bleiv skjótt ein
træta við advokatum á báð
um síðum. Men skjølini í
málinum vísa, at fyri Lands
verk hevði tað stóran týdn
ing, at málið ikki kom út til
almenningin.
Fyrst ætlaði Landsverk at
geva Ragnari Juul Guttesen,
sum hevði sáttmála við
Landsverk fram til seinnu
hálvu í 2015, ein mánað upp
søgn. Eftir nakað av togan
millum advokatarnar bleiv
tað so til tríggjar mánaðir.
Men tá advokaturin hjá
Ragnari Juul Guttesen hótti
við at kæra málið, bæði til
Innlendismálaráðið,
sum
varar av Landsverki, og til
Umboðsmannin, fekk pípan
annað ljóð.
Landsverk keypti sær
Stutt eftir at Heini Trónd Hansen fór úr starvi sum verkætlanarovasti fyri Marknagilsdepilin, varð byggileiðarin
fyri Marknagilsdepilin koyrdur frá uttan haldgóða grundgeving. Skjøl í málinum avdúka, at tá Ragnar Juul
Guttesen byrjaði at seta spurnartekin við føroya størstu byggiætlan, varð hann kiptur við eini fráfaringaravtalu
FAKTA:
”Tá Ragnar Juul Guttesen varð settur í starv, varð hann
settur sum byggileiðari til at taka sær av uppgávum
á sjálvum byggiplássinum. Av tí at eingin eykajáttan
fyriliggur, er enn ógreitt, nær sjálv byggingin, ið hann
skuldi vera partur av, fer í gongd. Í løtuni er ikki greitt, nær
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fer at leggja uppskot um
eykajáttan fyri tingið. Harafturat vita vit ikki, um uppskotið
verður samtykt. Tí er sera óvist, nær spakin verður settur
í, og nær sjálv byggingin byrjar. Av somu orsøk vita vit í
løtuni ikki, nær ella um vit aftur hava uppgávur til Ragnar
Juul Guttesen.
-Ewald Kjøldbro, stjóri á Landsverki, í uppsagnarbrævi til
Ragnar Guttesen, dagfest 18. februar 2013.
FAKTA:
Sum partur av arbeiðnum at finna fram til nýggja
kostnaðin hevur Landsverk arbeitt við at gera eina nýggja
tíðarætlan. Landsverk hevur kunnað Mentamálaráðið
um nýggju tíðarætlanina, sum hevur lagt seg eftir
gomlu tíðarætlanini, sum sigur at skúlin skal handast
Mentamálaráðnum til skúlaársbyrjan august 2016. Í
høvuðsheitum er nýggja tíðarætlanin grundað á nakrar
fortreytir: Arbeiðið við at grava út, spreingja og planera er
sett at byrja í apríl 2013. Samstundis skal projekteringin
gerast liðug. Talan er um at umprojektera gjørdar
tillagingar og sparingar. Neyðugt er at gera hetta sum
partur av einum neyðugum, nýggjum byggiloyvi og sum
sáttmálagrundarlag við arbeiðstakarar. Projekteringin er
sett at vera liðug til neyðuga myndugleikan at viðgera 7.
juli 2013. Byggiloyvið og byrjanin at byggja væntast at
vera upp á pláss í august 2013. Sostatt er ætlanin at hava
eina byggitíð á 34 mánaðir. Landsverk metir hetta vera
eina sannførandi tíðarætlan.
- Ewald Kjøldbro, stjóri á Landsverki, í svari til
fíggjarnevndina hjá løgtinginum, 18. mars 2013.
18.
feb
18.
mars