hósdagur 17. oktober 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð um
Guðruna Joensen
Hevði ikki vant meg við, at
mamma ikki var ímillum
okkum longur, eftir knapt
94 ár her á foldum. Brádliga
komu deyðsboðini um Guð
runa vinkonu míni bert 64
ára gomul. Nú er so Jónsvein
eisini farin fáar dagar eftir
Guðruna. Vit trý vóru javn
gomul, vuksu upp á sama
garði. Guðrum yviri á Sand
teigum,
Jónsvein
og
eg
uppi í Toftum, eisini nevnt í
Tronganum.
Guðrum var ynskt av seks
syskjum. Tey vóru: Judith,
Ragnvald, Hergerð, Johan
Heri, Ditlev og Guðrun. Móð
urin Herborg var úr Hoyriks
stovu í Oyndarfirði, dóttir
Siggu, sum var ættað úr Kinn.
Guðrun og eg vóru sostatt
trýmenningar í móðurlegg.
Faðirin, Johan Joensen, var
sonur Jens Elias. Móðurin
doyði, og Johan vaks upp í
bóndahúsunum í Toftum.
Eisini í faðirlegg vóru vit í
familju.
Barnaárini uppi í Toftum í
50´unum vóru nakað serligt.
Har búðu Hans bóndi og
Christian bóndi við øllum
teirra
úthúsum,
fjósum,
hoyggjhúsum, kjøthjallum,
dunnu- og høsnarhúsum og
køstum. Og so øll hin, sum
eisini høvdu seyð og annan
fena. Ein sannur meldur
av lívi. Tá vóru ikki garðar
húsanna millum, men fleiri
áarløkir, sum allir runnu í
Skarðsánna; tann stóra lívs
æðrin mitt í bygdini.
Guðrun og eg vóru saman
tíðliga og seint øll barna-og
ungdómsárini. Tey fyrstu
árini út um morgunin við
neytum, spæl í áum, millum
hús og í Toftatúni, spældu at
vaska fisk í barkaholunum í
Skarðsá, hømuliðubløð var
fiskurin. Síðani at breiða út,
turka og stakka, júst sum tey
vaksnu á fiskastykkinum
beint niðanfyri. Næstu løtu
vórðu barkaholurnar nýttar
at røra runukøkudeiggj í.
Køkurnar prýddar við blóm
um, ið vuksu við áarbakkan
og í geilini. Allur vestari
áarbakki var bláviolettur
av sortugrasi. Jú barnaárini
vóru góð og sorgleys. Eisini
ungdómsárini vóru stuttlig
og góð.
Ein mynd frá 50`unum:
Skundaði mær at eta døg
urða. So yvir at spæla við
Guðrun. Herborg, mamma
Guðrun, stákaðist millum
spískamarið,
kolkomfýrin
og vaskið. Johan, pápin, sat
við fasta borðið framman
fyri vindeygað, og fekk sær
drekkamunn av undirkopp
inum - hevði ikki stundir at
bíða til drekka var kølnað
- fyri síðani at fáa sær døg
urðaslang mitt á køksgólv
inum. Hergerð, Heri, Ditlev,
Guðrun og eg við hvør sínum,
hvat tað nú kundi vera, binda,
spæla, práta og arga.
Sum gentum flest dámdu
okkum væl at sova saman.
Minnist serliga at vit lógu og
sungu, áðrenn vit sovnaðu.
Tá plagdi Johan at rópa frá
kamarainum við síðuna av
um vælsignaðar at singja
fleiri sangir.
Eitt, sum fylti nógv í
okkara barna- og ungdóms
árum, var sangur. Grækaris
messumorgun áðrenn skúla
aldur at standa á trappuni
og hoyra skúkabørnini og
lærararnar halda grækaris
messu við talu og songi, sera
yndisligt.
Bindiklubburin var eitt
heilt kapittul fyri seg. Esther,
Randi, Maria, Guðrun og eg.
Heima hjá Hilmu og Mein
hard á Gulldrangi, hjá Sannu
og Valdemar Djurhuus, hjá
Marthu og Sigurd Simonsen,
heima hjá Guðrun og hjá
okkum. Allar mammurnar
vóru
heimagangandi
og
hugnaðu um okkum við góð
um náttverða, hæddarpunkt
ið í vikuni.
Í 60`unum kom tíðin, har
tann tiltikna smáttan varð
bygd undir trappuni hjá Pól
Jakku og Juttu, tað sokallaða
stinkrúmið. Har samlaðust
vit øll, allir javnaldranir
í Toftum og har umvegir.
Hannis,
Jónsvein,
Hans
Cederius, Stanley, Petur Ovi,
Rasmus, vit í bindiklubbanum
og fleiri onnur. Har sótu vit
til langt út á kvøldini, sungu
og spældu guitar, sungu
fosturlandssangir,
sálmar
og syrgiligar balladur fleir
stemmað. Kanska var tað
byrjanin til Silli Boys. Jú vit
livdu mitt í verðini.
So nærkaðist tíðin, tá vit
kundu byrja at ganga í dans.
Tað skuldi fyrireikingar til.
Guðrun hevði longu lært
at dansa av sínum eldru
systkjum, og síðani at læra
meg. Spældi útvarpið eitt
gott dansilag í døguverða
tímanum, var Guðrun skjót
í køksvindeygað at rópa
meg yvir, og so vit at dansa
á køksgólvinum.
Eitt annað tilhaldsstað
vit høvdu, var hjá Judith,
elsta systir Guðruna, og
Grias og teirra seks børnum.
Har høvdu vit tað mangan
hugnaligt.
Summarið 1967 endaðu
realskúlaárini eftir ein mána
í Onglandi á seturskúla.
Vit vinkonurnar fóru so til
Havnar at arbeiða, men fyrst
fóru Esther, Randi og Guðrun
á húsarhaldsskúla í Århus.
Í Havn hitti Guðrun ein
drong, hon bleiv góð við. Tey
gingu saman, og alt sá gott
út. Guðrun bleiv við barn, og
21 ára gomul átti hon dótt
rina Haldis. Tá breyt tann
herviliga sálarsjúkan út, hon
kom at dragast við restina
av lívinum. Guðrun fekk alla
møguliga viðgerð, men einki
kundi basa sjúkuni. Hon
royndi sjálv at passa dóttrina
við góðari hjálp frá systrum
sínum, men mátti at enda
geva upp, og lat dóttrina fara
til Tvøroyrar at vera hjá pápa,
ommu og abba dóttrina. Tað
vóru tung ár hjá Guðruni,
men so við og við góðtók
hon lagnu sína, tí hon visti,
at dótturin hevði tað best
har suðuri. Haldis var tó altíð
í huganum hjá Guðruni. Hon
sendi henni gávur, ringdi og
tosaði altíð um hana.
Tey seinastu mongu árini
hevur Guðrun búð saman
við beiggja sínum Ditlevi,
sum bleiv hennara haldi
punkt í lívinum. Hann hevur
fyrimyndarliga
duga
at
skapa eitt heim fyri seg og
systur sína, har kærleiki og
umsorgan hevur valdað.
Tað sum eyðkendi Guðr
una var hennara hjálpsemi,
gávumildni og empatisku
evni. Ditlev segði mær, eftir
at Guðrun var farin, at hann
hevði tikið upp eplir, og lagt
tey at torna. Guðrun hevði so
fylgt helvtina av eplunum í
ein sekk. Ditlev spyr, hví hon
ikki hevði tikið øll eplini. “Nei
tað hevði verið alt ov tungt
fyri teg” segði Guðrun. So
leiðis var Guðrun, eitt elsku
ligt menniskja.
Nú Hans Cederius eisini er
farin, fari eg at nevna hans
ara barnaheim, eisini í Toft
um. Tey hugnaligu fólkini
har, gamla Sigga, Stina lukka
og Christian bóndi, foreldrini
Eyðna og Pól og tey seks
syskjini. Har var eg manga
inni og spældi við systrina
Poulinu.
Minnist við takksemi míni
barna- og ungdómsár uppi í
Toftum, serliga vikonu mína
Guðruna.
Æra verið minnið um
Guðruna, Jónsvein og Hans
Cederius.
Sólvá
AdvokAtskrivstovAn
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv.
Birita S. Samuelsen, adv.