hósdagur 17. oktober 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hóast lítil og fjarskotin, eru vit væl við í tí, sum
fyriferst í heimssamfelagnum. Øll nýggj rák tykjast
floyma inn yvir okkum líka væl sum inn yvir
stórveldini í heiminum. Um tað so er tøkni, vanar,
lærdómur ella mál okkara. Tað verður serliga hetta
síðsta, mál okkara, eg fari at steðga við hesaferð.
Júst hetta evnið kom til mín, nú eg ein dagin keypti
mær brennievni á bilin. Tað geri eg næstan altíð
á somu bensinstøð. Har er góð tænasta og altíð
okkurt gott tilboð, sum freistar. Men greitt er, at
onkur leiðslukønur hevur lagt starvsfólkinum ráð
ella heldur kanska givið boð, at tá ið goldið er, skulu
tey siga “hav ein góðan dag”. Í øðrum búðum hoyrist
“framhaldandi góðan dag”. Danskt mál, og kanska var
eg narraður ella uppsagdur fyri løtu síðan, og tí hevur
dagurin verið ræðuligur.
Gamalt var at siga “farvæl”, tá ið fólk skiltust. Í hesum
liggur bara bønin, at tú skalt fara væl. At einki skal
henda tær á leiðini. Og meira er ikki at siga. So hví fara
frá hesum, sum hevur roynst, sum er føroysk siðvenja,
og sum er fleiri ferðir betri enn tað, sum nú er komið
í staðin?
Eg eri bangin fyri, at tað er vánaliga kjølfesti okkara í
egnu mentan og søgu. Og at vit liggja so tætt at aðrari
mentan, aðrari søgu og øðrum máli – tí danska. Tí tað
hevði meira enn so borið til at lagt føroyskt til viks,
og bara latið danskt valdað. Vit skilja tað øll, tosa
tað og duga at skriva tað. Og spurningurin er, um vit
ikki kundu rokkið málinum hjá samgonguni at havt
javnvág á fíggjarlógini í 2016, lótu vit bara føroyskt
fara. Bara sparingin í skúlaverkinum hevði verið nóg
mikið. Føroyskt er tí ikki fíggjarliga skilaligt, men vit
gera tað kortini. Hví so ikki gera tað til fulnar?
Tað er ikki serføroyskt at taka við øllum møguligum
úr øðrum málum, tí danska málið er í mínum oyrum
ikki at kenna aftur bara tey seinastu fáu árini. Nú
ein dagin var eg í handli í Keypmannahavn, og hóast
vit høvdu tosað danskt saman beint undan, heilsaði
gentan við kassan mær “have a nice day”. So tað er
vist ikki heilt frá fremmandum, at vit hava vanan at
sleppa tí, sum okkara er.
Tað er ikki tí, at málið skal bara standa í stað. Tað
hevur tað ongantíð gjørt. Men vit mugu byggja á tað,
vit hava og hava havt og so leggja afturat. Men bara
leggja afturat tá ið tað er neyðugt, tí leita vit nóg væl
í máli okkara, finna vit í allar flestu førum alt tað,
tørvur er á.
Tað haldi eg, er eitt mál í sær sjálum, og vit kunnu sum
tað fyrsta siga “farvæl” heldur enn okkurt innflutt,
sum er ikki okkara og heldur ikki skal vera tað. Og
soleiðis halda vit á í máli okkara, sum er ótømandi
kelda.
Magnus Tausen
stjóri í Námi
EYGA
MÁLIÐ
Farvæl
kjak
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Styrkið Kringvarp Føroya!
Tór Marni Weihe
landsnevndarlimur
Vegna Unga Tjóðveldið
Tjóðveldi merkir fólkaræði,
og grundleggjandi fyritreyt
fyri einum sunnum og væl
virkandi fólkaræði eru sterkir
og kritiskir fjølmiðlar, ið hava
eftirlit við valdshavarunum.
Fyri góðum mánaða síð
an gjørdist greitt, at Dimma
lætting – Føroya elsta blað
– ikki fekk fíggjarætlanina
at hanga saman, og at blaðið
tí ikki fór at koma út fram
yvir. Professionellur jour
nalistikkur fekk eitt ordiligt
skot fyri bógvin, og óhefta og
kritiska eftirlitið við teimum,
ið sita við valdinum viknaði
og er í dag kanska veikari
enn nakrantíð.
Tað hevur leingi verið
greitt, at tíðindavinnan hev
ur stórar fíggjarligar trupul
leikar, nú hon so dyggiliga
eru afturútsigld av tøkniligu
framgongdini, og at tíðinda
stovur í dag, ikki bara í Før
oyum, men í øllum heimin
um, tí ikki á sama hátt kunnu
bera tjóðini journalistikk á
høgum støði, nú sosialu miðl
arnir hava gruggað miðla
landslagið. Lýsingar gerast
alsamt týdningarmiklari lut
ur í fíggjarætlanini hjá tíð
indastovunum, og balansan
millum kommersiell áhuga
mál og professionellan jour
nalistik er tíverri skeiklað
til fyrimuns fyri lýsararnar.
Hetta
eisini
í
Føroyum.
Dimmalætting megnaði ikki
at fáa endarnar at røkka sam
an, meðan hin privati miðilin,
Miðlahúsið, valdi at í størri
mun dúva upp á lýsingar,
og flýtur tíbetur framvegis
omaná, tó at journalistiska
støðið kanska er lækkað eitt
vet.
Tíbetur hava vit í norð
urlondum aftur at privatu
miðlunum havt sterk almenn
kringvørp, ið hava eftirkann
að politiska virksemið og
kunnað tjóðina um tað, valdið
hevur fingist við, uttan at
leggja seg í seðlarnar at fáa
lýsarar at fíggja virksemið.
Almennu kringvørpini hava
staðið á fíggjarlógini, og hava
tískil havt rásarúm at leggja
dent á journalistiska avrikið
heldur enn at útvega lýsarar.
Týdningurin av hesum al
mennu kringvørpum kann
ikki staðfestast nóg greitt
ella nóg ofta. Herfyri varð
sending varpað í Sjónvarpi
Føroya, um handfaringina
av málinum um Skálafjarða
tunnilin.
Bara
dygdin
á
kritiska journalistikkinum, ið
kom til sjóndar í hesi sending
ini ber einsamøll vitnisburð
um týdningin á einum sterk
um og professionellum jour
nalistiskum varðhundi, ið
áhaldandi andar valdshav
ararnar í nakkan og tryggj
ar at demokratisku spæli
reglarnar verða virdar.
Tíverri er tað ongin sjálv
fylgja, at vit hava Kringvarp
Føroya, og at dygdargott
fjølmiðlatilfar verður fram
leitt. Kringvarp Føroya hev
ur í longri tíð havt ilt við at
fáa roknskapin at vísa grøn
tøl, og sitandi samgonga
eigur í stóran mun heiðurin
av hesum, tí at hon hevur
niðurraðfest
Kringvarpið
og áhaldandi skarvað av
játtanini til stovnin. Sitandi
kringvarpsstjóri, Dia Midjord,
varð fyrst noyddur at skriva
undir sponsoravtalu við Sp/F
Progress, og seinni aftur at
skriva undir sáttmála FSF
um at fáa ítrottarsendingina
3-2 vísta. Afturat hesum hava
vit, ivaleyst sum fyrsta land
í heiminum, upplivað, at ein
tíðindasending noyðist at
fara í summarferiu vegna
vantandi miðlar. Trý talandi
dømi um, at Kringvarp Føroya
nú er somikið niðurlagað, at
vit nærkast pínumarkinum.
Fólk føla heldur ikki, at tey
fáa nakað burturúr kring
varpsgjaldinum, nú landsins
fólkavaldu hava valt at seta í
verk umfatandi niðurskurðir
á mentanarøkinum, ið Kring
varpið er partur av.
Kringvarpið hevur afturat
leiklutinum sum kritiskur
eygleiðari og demokratiskur
eftirlitsstovnur eina eins
týdningarmikla og grund
leggjandi funktión afturat.
Kringvarp Føroya er eina
hornasteinur í mentanarlívi
Føroya, og øll eru vit samd
um, at eitt fjølbroytt og
spírandi mentanarlív er ein
høvuðsfortreyt fyri trivnaði
í landinum. Niðurskurðirnir í
virksemi Kringvarpsins hava
við sær, at mentanarlívið
í Føroyum er viknað, og í
Unga Tjóðveldinum halda
vit hetta vera at fremja órætt
móti teimum eldsálum, ið –
hóast trong fíggjarlig kor og
langt frá ideelum umstøðum
– ótroyttiliga arbeiða fyri
einum ríkum mentanarnar
lívi í Føroyum, og megna at
skapa sannar mentanar- og
listaligar perlur. Kringvarpið
er ein týðandi lutur í føroysk
um mentanarlívi, og virkar
í mangar mátar sum ein
mentanarligur pallur, ið allar
ungar og eldri virkisfúsar
lista- og mentanarkreftir
hava tørv á.
Í Unga Tjóðveldinum eru
vit errin av Kringvarpi Før
oya og sannførd um, at skulu
vit sleppa undan korruptión
og valdsmisnýstlu í Føroyum,
og megna at víðarmenna og
styrkja føroyskt mentanar-,
og listalív, ja so er eitt sterkt
alment Kringvarp ein al
neyðug fortreyt. Eitt Kring
varp, ið framleiðir sakligt og
kritiskt tilfar, umframt at
virka sum eitt kraftsentur í
føroysku tjóðarbyggingini.
Tessvegna heita vit í
Unga Tjóðveldinum á Føroya
Løgting og Føroya Lands
stýri: raðfestið Kringvarp
Føroya við eini hægri játtan,
nú telvingin um fíggjarlógina
er byrja, soleiðis at føroyska
tjóðin eisini framyvir kann
nýta gott av mentanarkreft
um landsins og professio
nellum og kritiskum jour
nalistikki!
Eg bindi meg hervið til:
■ Sosialin árið (2013) út fyri kr. 300,-
NavN:
BúStaður:
tEl.:
tEldupoStur:
Sosialurin
restina av árinum fyri kr. 300,-
SErligt árið út tilBoð
Tórsgøta 1, Boks 76, Tórshavn, tel. 341800
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Fyll lepan út og send til
Sosialin. Eisini ber til at
senda upplýsingarnar við
mail til hald@sosialurin.fo