hósdagur 17. oktober 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
E
r tað rætt sum teir báðir
hægstu menninir í landin
um og teirra hermarar siga,
at nú er vend komin í, fólkatalið
veksur aftur nakað, so fráflytingin
er ikki tað ljóta hóttandi trøllið
longur? Ella er hinvegin teirra
líkasæla um hetta álvarsmálið
ein tann størsta hóttanin móti
føroyska samfelagnum?
Hagtølini seinastu tíðina
benda á, at tann stóra fráflytingin
minkar nakað. Frá at hava verið
um 260 fólk um árið fer hon
kanska niður í eini 100. Hetta
viðførir so, at fólkatalið ikki
minkar á sama hátt sum síðstu 4-5
árini. Kanska vit aftur koma á ein
fólkavøkstur um eini 50-100 fólk
um árið – sum tað var áðrenn Kaj
Leo bleiv løgmaður.
Tað er jú so, at so longi vit enn
hava eitt burðaravlop oman fyri
200, og fráflytingin “bert” verður
eini 100, so loypa 100 av sum
vøkstur í fólkatalinum.
Men trupulleikin er ikki
í sjálvum fólkatalinum
Tað er ikki ein trupulleiki í sær
sjálvum, um fólkatalið minkar eitt
vet. Ella nøkur bjarging, um tað
veksur við 22 fólkum, 57 ella 100.
Tann stóri álvarsami trupul
leikin er ein áhaldandi avskepling
av aldurssamansetingini í
fólkinum. Eitt dømi sæst á Mynd 1:
Frá 1 .jan.2004 til 1.jan.2013 er hetta
hent:
•
Yngri enn 40 ár eru blivin 2.470
færri
•
Eldri enn 40 ár eru blivin 2.490
fleiri
Hetta avdúkar ein
dupultan trupulleika
• Ein demografiskan trupulleika,
við at fólkabotnurin undir
føroyska samfelagnum viknar
og tódnar, so evnini versna til
at endurnýggja fólkamongdina
í landinum.
• Ein vælferðarbúskaparligan
trupulleika, við at parturin av
fólkinum í tí familjuskapandi,
mest arbeiðsvirkna og inn
tøkuskapandi aldrinum mink
ar, meðan parturin av eldri og
gomlum fólki alsamt veksur.
Fólkabotnurin
tódnar og viknar
Árini 1988-1992 var barnatalið upp
á tað mesta. Men síðstu 20 árini er
tað minkað líðandi úr 8-900 niður
í eini 600. Tendensurin síðstu 10
árini er heilt greiður og bendir á,
at føðitalið framhaldandi fer at
minka. Hetta merkir so eisini, at
uppveksandi ættarliðini gerast
minni og minni – tvs. at botnurin
undir føroyska samfelagnum
alsamt minkar. Sí Mynd 2.
Gongdin í føðitalinum sæst
sum tann reyða strikan á Mynd 2.
Orsøkina til hesa gongdina síggja
vit í bláu strikuni á somu mynd,
sum vísir hvussu talið at kvinnum
í tí mest burðarføra aldrinum er
minkað hesi síðstu 20 árini, úr eini
7.000 niður móti gott og væl 5.000.
Orsøkin til lækkandi barnatalið
er ikki, at føðitíttleikin hjá føroy
skum kvinnum er minkaður so
nógv – tvs. at tær hvør sær eiga
færri børn. Í miðal eiga føroyskar
kvinnur í burðarførum aldri um
leið 2,5 børn hvør – og hetta er tað
mesta í Norðurlondum og í Europa
yvirhøvur. Sjálvt um vit kunnu
vænta, at hesin føðitíttleikin
kann fara at minka nakað, fer
hann framvegis at liggja í ovasta
endanum í Europa.
Tí er tað ikki rætti boðskapurin,
at einstøku føroysku kvinnurnar
skulu eiga fleiri børn. Tær eru
longu tær allar raskastu – tær,
sum eru í landinum. Trupulleikin
er, at ein áhaldandi fráflyting
gjøgnum árini hevur gjørt, at tær
eru blivnar alt ov fáar:
Fakta um minkað kvinnuættarlið:
• Frá 1990 til í dag er talið av
kvinnum í burðarførum
aldri (15-44 ár) minkað við
1.900 – tað er um 19%.
• Bara tey síðstu 9 árini er
talið av hesum ungu kvinn
um minkað við yvir 700 –
ella við 12%.
Tí verður úrslitið eitt støðugt
minkandi barnatal – og harvið
støðugt minkandi botnur undir
føroyska samfelagnum - ikki
tí at føðitíttleikin fyri hvørja
kvinnu sær er minkaður, men tí
at samlaða talið av føroyskum
kvinnum í burðarførum aldri er
minkað so nógv.
Fráflytingin skapar
óndu ringrásina
Tað er ein stór og varandi fráflyt
ing av ungum ættarliðum, sum
skapar eina ónda niðurgangandi
ringrás: So hvørt eitt uppveksandi
ættarlið av ungum kvinnum
kemur upp í burðarføran aldur,
so karvar fráflytingin burtur av
teimum. Av tí sama verða færri
børn sett í verðina. So vera aftur
færri, ið veksa upp, og haraftrat
minkar fráflytingin aftur um
teirra lið, og tær fáa so aftur færri
børn. Soleiðis eru vit komin í eina
ónda niðurgangandi ringrás – Og
seta vit ikki hart móti hørðum við
munagóðum tiltøkum, so heldur
henda ónda ringrásin fram at mala
okkum longur og longur niður – til
botnurin at enda fer undan.
Fakta um fráflyting
árini 2004-2012:
• Vit mistu 1.368 ungar
kvinnur í aldrinum 15-29 ár
av landinum.
• Samstundis mistu vit 1.140
ungar menn í sama aldri.
• Fyri allar aldursbólkar
tilsamans var úrslitið ein
nettofráflyting á 2.322 fólk.
Henda søgan um árliga drenið av
ungum kvinnum og monnum sæst
útgreinað í Mynd 3.
Langtíðaravleiðingin
av fráflytingini
Vit kunnu gera ítøkiligar metingar
um langtíðaravleiðingarnar av
hesi demografisku gongdini við
eini framrokning av fólkatalinum
40 ár fram - við hesum kanska
bjartskygdu fyritreytum:
•
fráflytingin fer at minkar niður
í eini 100 um árið,
•
føðitíttleikin minkar nakað,
men fer framvegis at liggja
ovast millum europeisk lond,
•
livialdurin fer framvegis at
longjast í sama lag sum síðstu
nógvi árini.
Og hetta verður úrslitið (øll tøl
skulu skiljast sum áleið-tøl): Sí
Mynd 4.
Hesi 40 árini minkar fólkatalið
altso við 1.895 fólkum. Men júst tað
er ikki nøkur katastrofa. Hon er
hinvegin, at aldurssamansetingin
í fólkinum verður ógvisliga
skeiklað:
• barna- og ungdómsættar
liðini minkað við umleið
3.649,
• tey vaksnu ættarliðini
minkað við 3.509, og
• tey eldru ættarliðini veksa
við 5.263
• ella við øðrum orðum:
samstundis sum alt fólka
talið minkar 4%, veksir
talið av eldri fólkum við
næstan 70%
Ein onnur avleiðing er, at burðar
avlopið fer at vera negativt longu
um 24 ár. Og tá er avlopið burtur,
sum hevur bjargað okkum higartil
tíðargrein
Hans Pauli Strøm
fyrrverandi løgtings- og lands
stýrismaður fyri Javnaðarflokkin
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Framhald á næstu síðu
Fólkatalið veksur eitt vet – men
fólkabotnurin undir Føroyum viknar
Mynd 1
Mynd 2