Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 og fylt í holini frá eini skiftandi fráflyting. Landsstýrið tekur ikki vandan í álvara Hvat skal nú gerast fyri at venda gongdini? Tað er so ongin grund at koma við fleiri ymiskum fantasi­ fullum uppskotum. Landsstýrið fekk í vár eina drúgva útgreinaða ætlan – Heildarætlanina fyri fólka­vøkstur. Her er alt tað rætta, ið gerast skal - ikki færri enn 37 ítøkilig tilmæli um átøk at seta í verk – og ein útgreinað kostnaðarmeting. So uppskriftin manglar ikki. Einasti trupulleikin er, at Lands­ stýrið als ikki tekur vandan við fráflytingini og demografisku hóttanini móti okkara samfelag í álvara - og tí líka lítið tekur hesa nærløgdu ætlan í álvara. Longu sama dag, sum Heildarætlanin varð kunngjørd, varð hon skotin niður av Jørgen Niclasen: tað vóru ongir pengar til hetta innan fyri teir fíggjarligu karmar, sum samgongan hevði lagt fyri tey komandi árini. Og tað sæst so sanniliga eisini í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014. Heildarætlanin hevði eina kostnaðarætlan fyri landið á 32 mió. kr. í 2014. Síðani 200 mió um árið 2015-17. Tvs. ein bjargingarætlan fyri framtíðina fyri alt Føroya land og fólk fyri tilsamans 600 mió. kr. Tað svarar til ein hálvan Skálafjarðartunnil, ella tveir triðingar av einum Sandoyartunnli. Hvat er svarið hjá Landsstýrin­ um? Jú ein hækking til Fróðskaparsetrið á 3-4 mió. kr.- eitt hálvt prosent av tí, sum mett verður neyðugt. Tað er jú til at bæði flenna og gráta yvir! So longi hetta er hugburðurin hjá ráðandi samgongu er ikki onnur vón, enn at vit skjótt fáa eitt stjórnarskifti, sum kann seta hetta størsta álvarsmálið fyri Føroya framtíð ovast á politisku dagsskránna. Broyting í fólkinum frá 2013 til 2052 Aldur Broyting menn Broyting kvinnur Broyting tilsamans %-broyt. av tils. 0-19 ár -1.770 -1.880 -3.650 -26 20-39 ár -820 -980 -1.800 -16 40-64 ár -815 -900 -1.715 -11 65 ár o.e. +2.825 +2.445 +5.270 +70 Tilsamans -580 -1.315 -1.895 -4 tíðargrein Mynd 3 Mynd 4 Framhald av síðu 15