Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Eftir miseydnaða túrin til Fugla­firðar er tað nú, at laga­ liga løtan er hjá HB at vinna 22. FM heitið. Fyri tveimum vikum síðani var tað lagt upp til, at HB skuldi tryggja sær meistara­heitið í Fuglafirði. Fleiri HB áskoðarar, enn tað hava verið til flestu heimadystirnar, vóru í Fløtugerði, og har vóru teir eygnavitni til, at ÍF vann 3-1, og at HB harvið ikki vann stigið, sum hevði borið 22. FM heitið við sær. HB hevur tvey skot eftir í byrsuni. Fyrri møguleikin verður nú sunnudagin, tá ið TB kemur norður í Gunda­dal, og eydnast tað ikki hjá HB hesa ferð, so verður aftur ein møguleiki annan leygar­dag, tá ið FM favo­rittar­nir seta punktum fyri hetta kapp­ ingar­árið á útivølli ímóti NSÍ. Síðani NSÍ ólavsøkudag tapti 3-2 í Gundadali ímóti HB, hvur pílurin bara víst rætta vegin. Sjey sigrar og ein javnleikur bera boð um, at tað ikki verður bara bara hjá HB í síðsta umfari, og tí ræður tað um at hava FM heitið í viðførinum á síðstu fótbóltsferðini í ár. Tað vil siga, at tað er ímóti TB á heimavølli, at stigið, sum framvegis restar í, skal vinnast. TB er um reppið at detta niður í næstbestu deildina, og harvið er støðan meinlík henni, sum var í 1988. Fyri 25 árum síðani hittust hesi bæði liðini í síðsta umfari í Gundadali. Ta ferðina vann HB 4-1 og FM, meðan TB árið eftir, at FM heitið varð vunnið á Sevmýri, noyddist tungu gongdina niður í næst­ bestu deildina. – TB stríðist fyri lívinum, og tí verður hetta sjálvandi torført hjá okkum. Men vit eiga at megna at vinna á teim­um. Vit fara at arbeiða fyrii søkini, og eg rokni við, at tað fer at eydnast, sigur HB málverjin Teitur M. Gestsson. At HB eigur fremsta liðið í Føroyum ber við sær, at nógvir eru burtur frá venjing, tá ið landsliðini spæla. Ein stórur partur av HB liðnum hevur verið upptikin av a og u landsliðunum, men nú arbeiðir Oddbjørn Joensen aftur við at venda fokus ímóti TB dystinum. Páll Guðlaugsson hevur havt allar sínar menn tøkar í fyrireikingunum til lagnudystin í Gundadali. Sammett við fyri tveimum vikum síðani eru Ndende og Martin Tausen tøkir aftur. Óli Johannesen, sum var á beinkinum fyri 25 árum síðani, tá ið TB flutti niður, og HB varð meistari, er leik­ bann­aður hesa ferð. Hjá HB hevur Gunnar Haraldsen leingi verið uttan­ fyri orsaka av skaða. Nú er hann tøkur aftur. ÍF lúrir Tað er møguleiki fyri, at HB verður meistari, hóast tað skuldi hent, at TB vinnur. ÍF er einasti kappingarneytin til FM heitið, og hjá ÍF ræður um at vinna fulla úrtøku hvørja ferð. Fokus er at verja silvurplássið, og dreymurin um FM verður mettur sum eykavinningur. Avbjóðingin hesa ferð er ivaleys stór hjá fuglfirðingum, sum fáa vitjan av NSÍ, sum er á bronsuplássinum. Hjá ÍF er Bartal Eliasen tøkur aftur eftir leikbann. Eftir skaða­ steðg í fleiri vikur hevur Jákup Mikkelsen verið á vøll­inum aftur í hesi vikuni, og tað kann væl vera, at hann verð­ur millum stólparnar ímóti NSÍ. Hjá NSÍ er Jens Joensen tøkur aftur eftir leikbann, og Jann Martin Mortensen er tøkur aftur, eftir at hann sein­ast var uttanfyri orsaka av skaða. Spæla um Europa Bæði hjá EB/Streymi og B36 er setningurin at vinna fjórða plássið og harvið rætt­ in næsta ár at spæla í euro­ peisku kappingini. Hjá B36 eru vongverjarnir báðir, Høgni Eysturoy og Símun Joensen, leikbannaðir, meðan Róaldur Jacobsen er tøkur aftur eftir leikbann. Hjá EB/Streymi fer Arnbjørn Hansen hesa ferð at hava størri leiklut, enn hann hevði seinast, tá ið tað á heima­vølli var vónbrot at tapa ímóti Víkingi. Renna undan niðurflyting Í steypafinaluni tryggjaði Víkingur sær rættin til eis­ ini næsta ár at spæla í euro­ peisku kappingunum. Í tveimum teimum síðstu um­ før­unum bíða tvey lið, sum stríðast fyri at varðveita pláss­ið í bestu deildini. Víkingur sigur farvæl fyri í ár á heimavølli, tá ið KÍ sunnu­dagin kemur um fjørð­in, og annan leygardag verð­ur mótstøðuliðið TB á úti­vølli. Hesa ferð eru vong­ verj­arnir báðir – Hjartvard Hansen og Dánjal Pauli Lervig – leikbannaðir, emðan Hans Jørgen Djurhuus er tøkur aftur. Hjá KÍ eru tríggir spælarar tøkir aftur eftir leikbann. Tað snýr seg um Johan Jacobsen, Henry Heinesen og Atli Danielsen. Oddmar Marsten er skaddur. Hjá KÍ er setningurin at vinna stigið, sum skal til fyri at fáa trygd fyri at sleppa und­an niðurflyting. AB skal til Sørvágs, har 07Vestur skal spæla fyrsta dystin, eftir at tað varð heilt greitt, at talan næsta ár verður um leygardagsfótbólt. Setn­ingurin er nú at fyrireika seg til nýggju tíðirnar, har vónin er at tað skal bera til at styrkja lokala samleikan og at flyta upp aftur. Tað skal vilja heilt illa til, um AB ikki eisini næsta ár skal spæla í fremstu røð, hóast tað tvær tær seinastu ferðirnar er endað við tapið ímóti KÍ og AB. joannes@sosialurin.fo fótbóltur Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 25 15 6 4 65 30 +35 51 2 ÍF 25 13 7 5 51 44 +7 46 3 NSÍ 25 12 6 7 49 42 +7 42 4 B36 25 10 10 5 43 33 +10 40 5 EB/Streymur 25 11 5 9 51 34 +17 38 6 Víkingur 25 11 4 10 37 41 -4 37 7 AB 25 8 4 13 33 45 -12 28 8 KÍ 25 5 10 10 47 51 -4 25 9 TB 25 5 7 13 26 46 -20 22 10 07 Vestur 25 3 5 17 24 60 -36 14 Fýrverkið funnið fram