hósdagur 17. oktober 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Jóannes Hansen
FIFA styrkislistin sigur, at
Týskland eigur næststinnasta
liðið í heiminum. Samantalda
virði á teimum átjan í týska
hópinum
er
umleið
350
milliónir krónur. Týskvøldið
var stórveldið á heimavølli
ímóti føroyingunum. Tað bar
til at fylgja við á Eurosport,
og
undan
dystarbyrjan
mundu tey vera mong, sum
stúrdu fyri málveitslu og av
hølving.
Føroyski liðformaðurin,
Gilli Sørensen, sigur soleiðis:
–
Eg
hugsaði
áðrenn
dystin, at hetta var møgu
leikin fyri størsta U-21 tapi
nakrantíð.
Men Bill sannførdi okk
um undan dystarbyrjan um,
at hetta var møguleikin hjá
okkum. Allir trektu uppá
smílibondini,
men
sam
stundis kveikti hetta nakrar
tankar.
Alheimurin hevði møgu
leika at fylgja Gilla og hans
ara monnum. Teir gjørdu so
avgjørt ikki føroyskum fót
bólti fyri skommum. Eftir at
finski dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð, var kenslan,
at avrikið hevði verið framúr,
og at tað var so sera harmu
ligt, at føroyingarnir einki
stig vunnu. Tvær ferðir vóru
teir á odda, og tíðliga í 2. hálv
leiki varð enn eina ferð stað
fest, at dómarar síggja ikki
so væl, sum onnur gera tað,
tá ið stórveldi bróta reglar
nar. Týski miðverjin og lið
formaðurin, Robin Knoche,
nýtti
sólarklárt
neyð
bremsuna ímóti Gunnari
Zachariasen, sum var um
at koma í brotsteigin, men
dómarin tagdi. Hvussu tað
hevði myndast, um føroyska
liðið síðsta stóra hálva tíman
hevði verið yvirmannað, fæst
ongantíð at vita.
Nú endaði tað 3-2 til
Týskland. Hetta var fjórði
sigurin á rað hjá Týsklandi,
sum hevur málmunin 12-2.
Góða føroyska avrikið verð
ur undirstrikað av, at tað
eru bara Føroyar, sum hava
skorað
ímóti
Týsklandi,
sum 6. september vann 3-0 í
Føroyum, og sum eisini hev
ur spælt ímóti Írlandi á úti
vølli (4-0) og Montenegro á
heimavølli (2-0).
Mótstøðumenninir
Týsku spælararnir umboða
feløg í bestu og næstbestu
heimligu
kappingini,
og
onkrir spæla í bestu deildini
aðrastaðni í Europa. Tað er
sannlíkt, at teir komandi
árini fara at vera við til at
manna besta landsliðið hjá
Týsklandi, og at teir harvið
fara at vera við í stríðnum
um EM heitið í Fraklandi í
2016 og HM heitið í Russlandi
í 2018.
Uttan mun til, hvussu
tað fer at gangast teimum,
so verður tað partur av við
førinum hjá teimum, at týs
kvøldið 15. oktober 2013 vóru
teir um reppið at vera partur
av í altjóða fótbólti kanska
mest óvæntaða úrslitinum
nakrantíð.
Dygdirnar millum teir
ellivu, ið vóru valdir at um
boða fleiri enn 80 milliónir
týskarar, áttu at verið nóg
góðar at vinna trivaligan sigur
á føroysku unglingunum,
sum umboðaðu 48 túsund
føroyingar.
Góður hugburður
og stórt sjálvsálit
Gilli Sørensen og hansara
menn tóku boðini frá venj
arunum við sær á vøllin. Í
verjupartinum var liðið væl
skipað. Tað var stutt mill
um keturnar, og harvið vóru
holini fá og smá hjá heima
monnunum, sum royndu
seg í skjótum smáspæli og
við longum sendingum úr
einum øki og í annað.
Hendinga ferðina vóru
týskararnir leysir, men tá
vísti Teitur M. Gestsson
evnini í málinum, sum eru
neyðug, um nakað skal spyrj
ast burturúr í so stórari av
bjóðing.
At tað hekk væl saman
í verjuspælinum gekk ikki
út yvir framrættaða partin.
Í staðin fyri at sparka nógv
og langt, so varð ofta saman
spælt hugflogsríkt og neyvt,
og ferð eftir ferð vóru fleiri
føroyingar frammarlaga á
mótstøðuhálvuni. 1-0 málið
var úrslit av fínum uppspæli
millum Gunnar Zachariasen
og Brand Olsen - 17 ára gamla
FCK spælaran, ið var framúr
á miðvøllinum – og Árna
Frederiksberg, sum eitt sindur
úr høgru lyfti bóltin upp um
Borussia Mönchengladbach
málverjan.
Málið bar økt sjálvsálit
við sær, men tað kendist sum
vátur vøttur, tá ið heima
liðið stutt undan steðginum
javnaði eftir horna. Heldur
enn at verða niðurspældir í
2. hálvleiki, svaraðu føroy
ingarnir
aftur.
Miðverjin
Hørður Askham skoraði til
2-1 við fluktara úr stuttari
fjarstøðu eftir langt innkast
úr vinstru frá Gilla Sørensen,
og stórveldið var eina løtu
heilt groggy.
Hóast
heimastrýst,
so
varðveitti føroyska liðið góðu
liðskipanina í verjuspælinum
og hugflogið í álopspartinum.
Tí var tað so sera harmuligt,
at tað eydnaðist týskarum at
skora til 2-2 og 3-2. Í fyrra før
inum eftir at Bárður Hansen
varð skupmaður um koll, og í
seinna førinum eftir gott ein
mansavrik.
Allur heimurin var vitni
til, at Føroyar síðsta korterið
stríddust fyri sigrinum og
í hvussu so er at vinna eitt
stig, og at tað var stórveldið,
sum vardi og sparkaði burtur
soleiðis, sum føroyingar ofta
hava gjørt tað.
Kanska var tað møguleikin
at vinna alt, ið var orsøk til,
at tað endaði soleiðis, sum
tað gjørdi. Men tað skuggar
ikki fyri veruleikanum, at
týskvøldið vóru týskarar og
føroyingar saman við øllum
teimum, ið fylgdu við á Euro
sport vitni til, at lítlu Føroyar
eiga framúr dugnaligar fót
bóltsspælarar, sum av før
oyskum venjarum mynda lið,
ið ikki smæðist burtur.
Í fótasporunum
hjá íslendingum
Um sama mundið, sum før
oyska U21 liðið stóð seg so
væl í Týsklandi, megnaði
Ísland 1-1 á úvivølli ímóti
Noregi. Tað úrslitið ber við
sær, at Ísland nú skal spæla
tveir dystir um pláss í HM
endaspælinum í Brasil í juni-
juli næsta summar.
Uppskriftin hjá íslending
um at røkka so langt er, at
nógvir av teimum, sum eru
á liðnum, fyri stuttum hava
roynt seg á U21 landsliðnum,
sum í HM kappingini í Dan
mark fyri tveimum árum
síðani bara var eitt mál frá at
røkka hálvfinaluni.
Tá ið HB og ÍBV spældu í
summar sást, at íslendskur
liðfótbóltur ikki er stórvegis
fremri enn tann føroyski.
Allur heimurin var eygnavitni, tá ið U21 liðið vísti framúr
avrik á útivølli ímóti Týsklandi, sum er næstovast á FIFA
styrkislistanum, og sum var meiri enn heppið at vinna
fótbólt
Besta PR
nakrantíð
fyri føroyskan