Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Upp­skriftin upp á stóra framburðin á lands­liðs­ pall­inum er, at ein rúgva av íslendsk­um spælarum royna seg uttanlands, og at tað hev­ur eydnast fleiri teirra at vinna sær fast pláss á besta lið­num og harvið at vinna dystar­venjingina, sum er alneyðug. Onkrir føroyingar hava roynt seg uttanlands, men seinnu árini hevur tað verið langt millum teir, sum hava fótað sær. Á U21 liðnum niðri í Týsk­landi vóru óføri mál­ skjúttin Hørður Askham og Ragnar Sonni Nattestad í mið­verjuni. Ragnar Sonni, sum var sera eyðsýndur, spælir í FC Midtjylland, og á vinstra vongverja var Rene S. Joensen, sum venur við teimum bestu í Brøndby. Á mið­vøllinum var Brandur Olsen. Hann verður ikki 18 ár fyrrenn 19. desember. Avrikið týskvøldið var undirstriking av, at tað er góður møguleiki fyri, at ungi skálvíkingurin kann røkka langt. Undir liðini á Brandi á verjukenda miðvøllinum var Tróndur Jensen, sum oftast er vongverji hjá HB. Hann vísti fínar dygdir. Bárður Hansen á høgra vongverja, Árni Frederiksberg, Ari Ó. Ellings­gaard, Gilli Sørensen, sum sigst vera á veg til AaB, og Gunnar Zachariasen vísa í heim­ligu kappingini, hvussu teir menn­ast, og hugaligt var tað, at tað eisini á beinkinum vóru teir, sum kunnu bjóða seg fram, uttan at liðið viknar. Eingin ivi er um, at eisini nøvnini á hinum, sum vóru í Týsklandi týskvøldið, nú standa á listum hjá fót­ bóltskeypmonnum ymsa staðni í Europa. Hetta var framúr PR fyri Føroyar og føroyskan fót­bólt og fyri tykkum allar! joannes@sosialurin.fo Týskland - Føroyar 3-2 (1-1) EM undankappingardystur Týsdagin 15. oktober 2013 kl. 18.30 á Auestadion í Kassel í Týsklandi Dómarakv. úr Finlandi: Dennis Antamo, Jukka Honkanen, Marko Hänninen og Jari Järvinen 0-1: Árni Frederiksberg 11. 1-1: Robin Knoche 40. 1-2: Hørður Askham 69. 2-2: Kevin Volland 74. 3-2: Amin Younes 82. Týskland: Marc-André ter Stegen, Borussia Mönchengladbach – Erik Durm, Borussia Dortmund, Robin Knoche, VfL Wolsburg, Shkodran Mustafi, Sampdoria, Michael Vitzthum, Karlsruher SC – Yunus Malli, FSV Mainz 05 (Emre Can, Bayer 04 Leverkusen, 70.), Andre Hoffmann, SK Rapid Wien (Johannes Geis, 1. FSV Mainz, 46.) – Leonardo Bittencourt, Hannover 96, Amin Younes, Borussia Mönchengladbach, Nico Schulz, Hertha Berlin (Kevin Volland, TSG 1899 Hoffenheim, 46.) – Philipp Hofmann, FC Ingolstadt 04 Gult kort: Emre Can Venjari: Horst Hrubesch Føroyar: Teitur M. Gestsson, HB – Bárður Hansen, Víkingur, Hørður Askham, B36, Ragnar Sonni Nattestad, FCM, Rene S. Joensen, Brøndby IF (Pál Mohr Joensen, HB, 68.) – Tróndur Jensen, HB, Brandur Olsen, FCK – Árni Frederiksberg, NSÍ, (Heðin Klakstein, KÍ, 86. ), Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF, Gilli Sørensen, B36 - Gunnar Zachariasen, EB/Streymur (Sørmundur Kalsø, KÍ, 76.) Gult kort: Árni Frederiksberg, Hørður Askham, Tróndur Jensen Venjarar: Heðin Askham og Bill Jacobsen Tapið var ein sigur Heðin Askham og Bill Jacobsen eru venjarar hjá U21 landsliðnum, og úrs­lit­ ini undirstrika, at teir báðir hava tak á tí. Fyri seks árum síðani var tvær ferðir um reppið, at tað eydnaðist at koppa Italia, sum kortini vann 1-0 og 2-1, og krúnan á verk­ inum higartil var, tá ið tað eydnðist at vinna 1-0 á heima­vølli ímóti Russ­ landi. Týskvøldið var um repp­ ið, at tað eydnaðist at vinna ella í hvussu so er at taka stig frá Týsklandi. Føroyar mistu á stokkinum, og tað iðraðu bæði spælararnir og venjararnir báðir seg um. Men Bill Jacobsen valdi at vera positivur: – Møguleiki var fyri størsta skrædlinum nakran­ tíð, og tí er kenslan løgin. Dómarin var ikki við okk­ um, men vit høvdu aðrar marginalir á okkara síðu, og tað var fantastiskt at síggja, at tað, sum vit aftur og aftur hava vant, riggaði. Hetta var ikki eitt heiðurligt tap. Tað kundu vit tosa um, um vit høvdu tapt við fýra málum. Heldur var hetta ein sigur fyri okkum. Tá hugsi eg um leikliga avrikið og eisini úrslitið, sigur annar av venjarunum, Bill Jacobsen. Bæði undan og eftir dystin tosaðu føroysku venj­ararnir við týska starvs­ bróðurin Horst Hrubesch, sum hevur nógvar royndir. – Hann var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monn­ um, og tá ið tað kortini hevði eydnast teimum at vinna øll stigini, so var tað iva­leyst lættari hjá honum at vísa srórsinni, men hann rósti okkara monnum, bæði fyri at hava víst so góðan hug­burð og stríðsvilja, og eisini fyri at hava víst so gott spæl, sum vit øll sóu, at teir megnaðu. Hetta var huga­ligt og gevur okkum gott mót. Næsta avbjóðingin hjá U21 landsliðnum verður 15. november á útivølli ímóti Írlandi. Írska liðið var í Føroyum í august, tá ið teir fóru til hús við 4-1 sigri. joannes@sosialurin.fo Vit hava sett okkum í respekt Teitur M. Gestsson rósar liðfeløgunum og harmast um, at tað er so tungt hjá smátjóðum, at dómarin gevur teimum stóru fyri­ mun í ivastøðum. Teitur M. Gestsson var millum føroysku stólp­ar­nar á U21 liðnum týs­kvøldið. Hann var ein brandur, og bjargaði nakrar ferðir meistarliga væl, umframt at hann var tryggur í luftspælinum. Málverjin rósar lið­ feløg­unum: – Allir stríddust mann­ iliga alla tíðina. At vit ikki fóru niður við nakkanum síðstu løtuna komst av, at vit í løtum megnaðu so væl at halda upp á bóltin og harvið ikki at vera alla tíðina í strongdum verju­spæli. Tað kendist mest sum óveruligt at standa í máli niðri í Týsk­landi og saman við átta túsund áskoðarum at vera eygnavitni til, at okk­ara síðstu løtuna spældu og lupu á, meðan týsku heims­stjørnurnar vóru púr­asta fyri ongum og spark­aðu burtur, sigur málverjin. Men tit taptu kortini? – Tá ið vit høvdu skor­ að til 2-1, løgdu teir okkum undir ógvusligt trýst. Teir skoraðu tvey mál, men so steðgaði alt upp hjá teim­ um. Eg veit ikki, um tað var fríspark, tá ið teir javnaðu, men alla tíðina hevði eg kensluna av, at dómarin gav heimaliðnum fyrimun í ivastøðum, og tað var katastrofalt, at hann ikki vísti miðverjanum av vøll­inum, tá ið hann nýtti neyð­bremsuna. Hvat sigur tú um før­ oyska verjuspælið? – Miðverjarnir vóru fram­úr. Hetta var fyrsta ferðin, at eg spældi sam­ an við Ragnar Sonna Nattestad, og eg var imponer­aður av honum, eis­ini at hann var so góður við bóltinum. Hørður Askham kenni eg, og so skulu vit ikki gloyma vong­verjarnar, sum altíð eru undir ógvusligum trýsti í sovornum dystum. Men hetta var fyrst og fremst eitt liðavrik, og eg ivist ikki í, at øll tey, sum sóu dystin á Euro­sport, hava størri virðing fyri før­oyskum landsliðs­fót­ bólti nú, enn tey kanska hava havt. Hava umboðsmenn fyri útlendsk feløg tosað við teg eftir dystin? – Nei. Kanska var hetta serliga góð reklama fyri teir, sum longu eru uttan­lands. Eg havi eina kenslu av, at tað skal nógv meiri til hjá okkum, sum spæla í Føroyum. Eg havi framvegis vónina um at fáa høvi at royna meg uttanlands, men tá er neyð­ugt at fara av land­ inum og arbeiða seg upp, sigur Teitur M. Gestsson. Unglingaárini spældi Teitur við OB í Odense. Hann er sáttmálabundin at HB tvey ár aftrat. joannes@sosialurin.fo