hósdagur 17. oktober 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
28
Hilmar Jan Hansen
Ein javnleikur og níggju tap,
umframt fýra vunnin og 29
tapt mál, so málúrtøkan var
minus 25 mál. Tað er status,
nú gjørt verður upp eftir enn
eina HM-undankapping og
landsliðið heldur frí í nakrar
mánaðir, til lutakastið til
næstu EM-undankappingina
verður í februar mánaði.
Seinasti
dysturin
var
ímóti okkara »vinartjóð«,
sum vit næstan mugu rópa
Eysturríki, eftirsum tað var
við einum ávísum dysti ímóti
eysturríkarum í Landskrona,
at alt byrjaði. Men hesaferð
høvdu gestirnir lisið betur
uppá enn í 1990, tá teir taptu
1-0, og í 2008, tá tað endaði 1-1,
men hinvegin vóru teir ikki
so góðir og sannførandi, at
tað kundi rættvísgera, at teir
vunnu heili 3-0.
Longu í fyrstu føroysku
royndunum,
sum
kundu
komið eftir hornaspørk og
fríspørk inn ímóti eystur
ríkska brotsteiginum, sóu
vit, at føroysku spælararnir
stóðu einki aftan fyri gest
irnar, tá tað snúði seg um
luftspælið framman fyri mál
inum. Men allíkavæl fekst
einki burtur úr tí.
Tá eysturríkararnir løgdu
seg á odda eitt gott korter
inn í dystin, var tað slett ikki
uppiborið, hóast teir høvdu
havt onkra skotroynd og
í tí eina førinum høvdu
noytt Gunnar Nielsen út
í fulla longd, tí føroysku
spælararnir høvdu frá byrjan
spælt fult upp til gestirnar
og víst góðan vilja og hug at
stríðast.
Ein
long
sending
frá
Martin Harnik kom fram
ímóti føroysku miðverjuni,
har eingin sá út til at taka
ábyrgd av bóltinum, sum
slapp at halda fram innum,
og har fór 30 ára føðingar
dagsbarnið, Andreas Franz
Ivanschitz, stormandi eftir
bóltinum, men fekk ikki tam
arhald á. Júst tað sá út til at
snýta Gunnar í føroyska
málinum, ið fekk bóltin inn
undir seg og ikki fann hann
nóg skjótt aftur, og so hevði
Ivanschitz prikað bóltin síð
stu sentimetrarnar um mál
strikuna til 1-0.
Reistust aftur
Hetta var sum ein spann
við køldum vatni at fáa om
an yvir seg, men tíbetur var
hetta ikki nakað, ið skaddi
ella skelkaði føroyska liðið.
Gamaní, vóru eysturríkarar
nir nógv á bóltinum fyrstu
løtuna eftir málið, men so fót
aðu okkara menn seg aftur
og høvdu restina av fyrra
hálvleiki fleiri góðar royndir
á málið hjá Eysturríki.
Fyrstu
veruligu
skot
royndina hevði Christian
Lamhauge Holst miðskeiðis
í fyrra hálvleiki eftir eitt
hornaspark, tá bólturin kom
útaftur til hansara og hann
gjørdi sær stóran ómak fyri
at halda skotinum niðri.
Men heldur tjúkt var fyri, og
so fekk málverjin hjá eyst
urríkarunum, Heinz Lindner,
at enda tveitt seg niður og
hildið bóltinum.
Allarbesta føroyska møgu
leikan í fyrra hálvleiki átti
Pól Jóhannus Justinussen
fimm minuttir fyri stegðin,
tá hann úr vinstru síðu høgdi
til við nógvari ferð og góðari
kós, men Heinz Lindner fekk
við sínum bestu kynstrum
bjargað og koyrt bóltin út til
hornaspark.
Súni Olsen, sum spældi
sín
seinasta
landsdyst,
royndi sítt allarbesta fyri at
fáa endað landsliðsárini við
einum allarseinasta máli, og
fleiri
frísparksmøguleikar
vóru eisini. Tann kanska
besti kjansurin var í seinasta
minuttinum í fyrra hálv
leiki, tá Føroyar fingu frí
spark nakrar metrar uttan
fyri brotsteiginum og eitt
sindur úti í vinstru síðu.
Súni fekk sær renningarlop
og smekkaði til, men bólturin
fór beint omanfyri.
Føroysku
spælararnir
høvdu reist seg væl eftir
1-0 málið og kundu saktans
verið farnir til hálvleiks við
einum javnleiki, men Lindner
í málinum hjá Eysturríki var
– tíverri fyri okkum – klárur
hvørja ferð, um royndirnar
vóru innan fyri málkarmin.
Nógv neyvari
Í steðginum mundu tey
flestu hava gott mót, hóast
tað sá eitt sindur ivasamt
út við verjukempuni, Jónasi
Þór Næs, sum bleiv liggj
andi á vøllinum og helt um
knæið. Tað vísti seg, at hann
var klárur aftur eftir hálv
leikssteðgin og væl og virð
iliga helt dystin út.
Føroysku
spælararnir
vístu framvegis stórt yvir
skot og dirvi treyt heldur
ikki, og teir báðir fremstu,
Páll A. Klettskarð og Hallur
Hanusson, sum høvdu tusk
að vøllin tunnan í fyrra hálv
leiki, gingu eisini undan við
hvør sínari skotroynd fyrsta
korterið, uttan at teir tó fingu
hótt eysturríkska málið.
Hinvegin vóru eystur
ríkararnir munandi meira
beinleiðis
og
so
nógv
neyvari í sínum atsóknum,
og á korterinum fekk fram
úr-skarandi
spælskiparin
hjá teimum, David Alaba,
enn einaferð hildið Gunnar
Nielsen
heitan,
umframt
at málskjúttin hjá teimum
eisini hevði roynt seg.
Allíkavæl var talan ikki
upp á nakran máta um nakra
eysturríkska
yvirvág,
so
flestu okkara høvdu vón um,
at ein útjavning kundi fara
at koma. Tvørturímóti fekk
Eysturríki tvey mál innan
Høvdu betri
At tað týskvøldið endaði við 3-0 sigri til Eysturríki,
sigur ikki so øgiliga nógv um sjálvan dystin, tí trý mál
vóru eysturríkararnir undir ongum umstøðum betri enn
føroyingarnir. Men við tí endaði ein undankapping, sum
hevur verið lítið øðrvísi enn aðrar, og har vit einki fingu
burturúr, at ein av okkara javnlíkum var í okkara bólki