hósdagur 17. oktober 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
29
fyri góðar tveir minuttir,
og so var dysturin brádliga
liðugur og avgjørdur, og
tað stóð øllum greitt, at tað
einasta, vit kundu vóna og
ynskja okkum, var eitt ella í
kanska tvey mál sum pynt.
Fyrst var tað Sebastian
Prödl, sum eftir hornaspark
í vinstru síðu fekk sníkt seg
aftur um Rógva Baldvinsson,
tá bólturin datt niður í feltið,
so hann kundi skjóta bóltin í
mál, og Gunnar hevði ongan
livandi kjans at gera nakað
við skoti. 2-0 var ikki sakin,
men heldur ikki verri enn so,
at tað kundi borið til at fingið
hálað tað innaftur.
Men síðani var tað hopi
leysi ísraelski dómarin, Liran
Liany, ið sum tann einasti
hoppaði upp á tað, tá Mar
tin Harnik tveitti seg á bak
linjuni, og brotssparkið setti
David Alaba ósvikaliga trygt
inn við at smekka bóltin heilt
upp undir yvirliggjaran. 3-0
var ein dómaragáva, ið eystur
ríkararnir sjálvandi takkaðu
fyri, men samstundis var tað
hetta málið, ið spilti okkum
kvøldið.
So at siga øll restin av
dystinum bleiv ein umgang
ur av eysturríkskum »cruise
control«, har tað bara ráddi
um at halda fast og royna
seg við skjótálopum, meðan
føroyingarnir jagstraðu eitt
uggandi mál ella bæði tvey,
so úrslitið kundi líkjast eitt
sindur meira tí, ið hóast alt
gekk fyri seg á vøllinum tað
mesta av tíðini.
Meinaleyst fýrverk
Ofta hevur verið funnist at,
at útskiftingarnar á lands
liðnum koma ov seint, og so
leiðis var helst eisini, hóast
tað sá út til, at ætlanin hevði
verið at skift út tíðliga, men
at eysturríksku málini komu
júst í keðiligastu løtuni, so
myndin av dystinum brád
liga broyttist.
Onkur hevði tað eisini á
orði, at sjáldan man føroyska
liðið hava verið so mannað
við álopskendum fólki, sum
síðstu 20 minuttirnar týs
kvøldið, og nakað er eisini
um tað.
Christian Restorff Mour
itsen, sum hevur lagt upp til
flest mál í føroysku kapp
ingini, kom inn 20 minuttir
fyri tíð, tá hann avloysti
Christian Lamhauge Holst,
ið næstan var settur út av
spælinum við einum síðu
plássi.
Mouritsen-maðurin
kundi saktans verið byrjaður
inni, tí hann skapar í løtuni
kjansir sum eingin.
Síðani kom toppskjúttin í
føroysku kappingini, Klæm
int A. Olsen, inn fyri Páll A.
Klettskarð, ið fekk kjansin
og veruliga tók hann, tí
hann arbeiddi hart allar 74
minuttirnar á vøllinum. Og
at enda kom Jóan Símun Ed
mundsson, sum eitt sindur
óskilligt var vrakaður eftir
Kasakstan-dystin, inn á vøllin
fyri Súna Olsen átta minuttir
fyri tíð, har hann fekk víst, at
hann næstan stóð at bresta
av innistongdari orku.
Jú, álopsmenninir vóru
nógvir, men tað bleiv bara
til eitt sindur av meinaleys
um fýrverki, tí hóast vit
síðsta góða korterið høv
du tilsamans átta royndir á
eysturríkska málið, vóru tað
bara tvær, ið veruliga hóttu.
Og tá vit sóu Klæmint kald
liga snýta tveir eysturríkar
ar, áðrenn hann loysti skotið
av, sóu vit kanska eitt sindur
av tí, vit annars so ofta hava
saknað at sæð á landsliðnum
– sjálvsálit!
Til samanberingar kann
so sigast, at Eysturríki síðsta
korterið bara hevði eina
roynd á føroyska málið, tá
innskifti Marcel Sabitzer
høgdi til, men hann rakti
so yvirliggjaran. Tað sigur
kanska eitt sindur um, at
effektiviteturin í føroysku
skotroyndunum
saktans
kann betrast.
Samanumtikið var før
oyski innsatsurin nøktandi,
tí menninir høvdu betri
uppiborið, enn at tapa 0-3
fyri Eysturríki. Tað bleiv tí
ein heldur lunkaður endi á
hesi HM-undankappingini, ið
ikki hevur verið stórt øðrvísi
enn aðrar, og har vit heldur
ikki fingu meira enn eitt stig
burturúr at fáa ein av okkara
javnlíkum at dystast við. Men
nú er so góð tíð til at grunda
yvir tað hjá teimum, ið varða
av landsliðnum og skulu
syrgja fyri, at tað kanska
roynist betur eina aðru ferð.
uppiborið
Føroyar Eysturríki
Mál
0
3
Skot á mál
3
6
Skot uttanfyri
6
3
Hornaspørk
6
3
Fríspørk gjørd
13
14
Gul kort
3
2