hósdagur 17. oktober 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Lars Olsen hevði gjørt nakrar
broytingar á liðnum til dystin
hesaferð. Súni Olsen og Páll
Andrasson Klettskarð komu
inn fyri Daniel Udsen og Jóan
Símun Edmundsson. Hallur
Hansson varð skumpaður
fram á framrættaða mið
vøllin, meðan Chrstian Lam
hauge Holst endaði á vong
inum fyri Daniel Udsen.
Páll Klettskarð prógvaði,
at hann kann spæla frá byrj
an á landsliðnum, tað gjørdi
hann ikki móti Írlandi á
sinni, tá hann fekk fyrsta
møguleikan frá byrjan. Súni
Olsen gav okkum ta, sum vit
hava væntað av honum í yvir
hálvt hundrað landsdystum.
Tryggur á bóltinum, góðar
deyðbóltar og skapandi av
leveringar.
Christian
Lamhauge
Holst vísti somuleiðis, at
hann hevur nakað at geva
landsliðnum á vonginum.
Gunnar droppaði
Mangan
hevur
Gunnar
Nielsen bjargað landsliðnum,
men týskvøldið droppaði
hann, tá Eysturríki kom á
odda. Gunnar Nielsen situr á
bonkinum hjá Motherwell og
tað er ikki ein haldbar støða
hjá honum. Tað veit hann
eisini væl vil gjarna sleppa
framat, so hann kann spæla
fast og lúka tað seinasta
av villum úr spælinum hjá
honum.
Í verjuni vóru nógvir
glottar at síggja. Talan er um
ungar menn, sum framvegis
mennast. Tíverri, so er hon
ikki nóg avgjørt í ávísum
støðum. Í fyrra hálvleiki
bleiv David Alaba brádliga
púra leysur í brotsteiginum
hjá okkum, men tíbetur rakti
hann bóltin illa.
Málið til 2-0 er eisini for
bíligt. Talan er um horna
spark, har ein spælari hjá
teimum ov lættliga sleppur
at seta fótin á bóltin.
Í framrættaða spælinum
er tó nogv gott at síggja. Teir
tora at hava bóltin og spæla
hann frammeftir.
Súni Olsen ikki ein
møguleiki longur
Hesa undan kappingina hev
ur Súni Olsen saman við Halli
Hansson, Fróða Benjaminsen
og Heina Vatnsdal verið á
miðvøllinum.
Súni
Olsen
var við frá byrjan og spældi
yvir miðal. Føroyska lands
liðið kemur at sakna deyð
bóltarnar frá honum, og
evnini til at spæla langar
bóltar og venda spælinum.
Hann og Fróði Benjamin
sen eru eitt gott par á miðvøll
inum, men nú er møguleiki
fyri, at teir ongantíð verða
síggja aftur á landsliðnum.
Súni takkaði alment fyri seg,
meðan Fróði Benjaminsen
gav ábendingar um, at hann
møguliga gevst, men vildi
ikki geva eitt greitt svar.
Natúrligi avloysarin verða
Hallur Hansson og Heini
Vatnsdal. Hallur spældi á
framrættaða
miðvøllinum
og tað gekk ikki so gali. Hann
heldur ikki líka nógv upp á
bóltin sum eitt nú Christian
L. Holst, men tað riggaði væl
við smáspæli hjá AaB spæl
aranum.
Pól Jóhannus Justinussen
var framúr á vinstra vongi og
tað er har hann skal spæla.
Eysturríki
hevði
stórar
trupulleikar
av
honum.
Styrki vísur hann í hvørjum
tvídysti, men nú er hann eis
ini farin at skapa møguleikar
og koma til málmøguleikar.
Páll prógvaði
sítt virðið
Páll Andrasson Klettskarð
vísti sítt virðið týskvøldið.
Hann legði stórt trýst á verj
una hjá Eysturríki. Rann eftir
hvørjum møguleika og tað
órógvaði verjuna hjá teim
um. Hann er ikki ein arbeiðs
hestur og tí missur liðið ikki
ein mann í verjustøðu, tá
hann er við.
Ein
samanseting
av
honum
og
Jóan
Símun
Edmundsson kundi verið eitt
framtíðar álopspar. Hinvegin,
so vísti Klæmint Andrasson
Olsen, at hann heldur ikki
er smæðin fyri at lata seg í
landsliðstroyggjuna.
Í longri tíð hevur álops
samansetingin verið givin
undan hvørjum dysti, men
tað er hon ikki longur. Tað er
bara ein fyrimunur fyri Lars
Olsen og føroyska lands
liðið.
Páll spælt móti
Kasakstan?
Tað er altíð lætt at verða, eftir
dystirnar. Tá avrikið hjá Pálli
var so gott móti Eysturríki,
kundi spurt hví Páll ikki
byrjaði inni í fyrra dystinum,
ella kom inn fyrr. Hann kom
bara inn í 13 minuttir.
Tað var nógv trýst á
landsliðsvenjaranum at fáa
stig móti Kasakstan. Tí kann
hugsast, at hann vildi ógvu
liga fegin halda fast í eina
stignum og ikki vildi satsa
ov nógv.
Tað restaði ikki nógv í, at
føroyska liðið fekk mál móti
Eysturríki, men eftir at hava
sæð dystin umaftur, so er
staðfestingin, at Eysturríki
hóast alt ar betri samanlagt
og hevði møguleikar til onn
ur mál eisini.
Lars Olsen er í dag væl
klókari enn tá hann tók við
starvinum. Hann veit nú, at
hann hevur fleiri møguleikar.
Hann hevur funnið eina
verju sum mennist, ein mið
vøllin har avloysarnir fyri
fráfarandi
skiparar
eru
funnir og eitt álop, sum hev
ur møguelikar. Vit kunnu
ikki spæla við somu ellivu
tvær ferðir upp á fýra dagar
og spæla vit í mars mánaði,
so mugu fyrireikingarnar
verða betri.
Síðst, men ikki minst, so
hevur hann fingið eina ávar
ing um, at miðlarnir í Føroyar,
eins og í tunnilsmálinum,
ikki liggja á latu síðuni.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur
Føroyska landsliðið tapti týskvøldið fyri fyrstu ferð ein heimadyst móti Eystrríki.
Úrslitið gjørdit 3-0, men úrslitið avspeglar ikki avrikið á vøllinum
Súni Olsen, takk fyri
Dystargongd:
Eysturríki hevur tamarhald
á støðuni. Teir eru tryggir á
bóltinum og føroyska liðið
fær einki gjøgnumspælt
álop. David Alaba hevur góða
skotroynd, men Gunnar bjargar.
(Eysturríki betri)
Eystrríki skorar, eftir
málmansfeil frá Gunnari
Nielsen. Eftir málið byrjar
føroyska liðið at spæla
betri og kemur fleiri ferðir um
miðjuna við bóltinum. Tvær vanda
støður frammanfyri málinum hjá
Eysturríki.(Eysturríki betri)
Eysturríki hevur
aftur nakrar góðar
gjøgnumspældar støður,
men føroyska liðið kemur
til fleiri góðar støður. Christian
Lamhauge Holst er millum bestu
spælararnar hjá okkum.
(Eysturríki betri)
Føroyska liðið skapar
tríggjar góðar málmøgu
leikar. Páll stútar uppum,
Pól Jóhannus við góðum
innileggi og Hallur Hansson
við skoti. Í hinum endanum hevur
Eysturríki eisini sínar møguleikar,
men Jónas Tór Næs bjargar í evstu
løtu (Javleikur)
Eysturríki skorar tvey mál,
sum punktera dystin. Fyrra
eftir hornaspark og tað
seinna upp á brotsspark.
Bæði kundu verið sloppin
undan. Vit hava upp í tríggjar góðar
støður, men fáa ikki mál.
(Eysturríki betri)
Eysturríki byrjar við at raka
stongina. Føroyska liðið
trýstir fyri at mál og Pól
Jóhannus, Klæmint, Súni
og Jóan Símun hava royndir á
mál. (Føroyar betri)
1
0-15
2
46-60
1
16-30
2
61-75
1
31-45
2
76-90
Myndir: Álvur Haraldsen
Gunnar Nielsen: 3
Eigur klárt tað fyrsta málið, sum
Eystrríki fær. Hevur annars tvær
góðar bjargingar og nakað afturat at
gera. 3-tal.
Jónas Tór Næs: 4
Kom væl framvið í álopum og gjørdi
sítt í verjupartinum. Serliga er tað
avgerandi taklingin tíðliga í seinna
hálvleiki, tá Eysturríki er í mótálopi.
Jóhan Troest Davidsen: 4
Spældi væl í miðverjuni. Stemplaði
fleirti ferð upp á álopsspælaran, sum
kom aftur í vøllin at taka í móti, men
tað fekk hann ikki loyvi til frá Jóhan.
Rógvi Baldvinsson: 3
Átti málið til 2-0, tá hann ikki
megnar at rudda vekk eftir
hornaspark. Spælir við stórari risiko,
tá hann avleverar og dribblar fram.
Tað er um at kosta í fleiri førum,
men hann vinnur eisini bóltar langt
frammi á vøllinum, sum aðrir ikki
klára.
Viljormur Davidsen: 4
Framrætta spælir hann framúr.
Kemur til fleiri innlegg eftir
gott smáspæl og dribblinginar.
Misskiljingar millum hann og Rógva
ger, at David Alaba er um at fáa
ókeypa mál í fyrra hálvleiki, umframt
at onkur avspæling ikki er nógv neyv.
Fróði Benjaminsen: 4
Tekur teir tvídystirnar hann skal
á miðjuni. Ger einki ov torført
og missur tí sjáldan bóltin. Ger
brotssparkið, sum Alaba skorar
til 3-0 uppá. Tað er eftir bestu
sannføring eitt gult kort fyri film til
eysturríkaran.
Súni Olsen: 5 (▼82.)
Stríddist manniliga á miðjuni. Vinnur
fleiri taklingar og sleppur sær
skilagott av við bóltin. Deyðbóltarnir
vóru eitt undir vanliga høga miðal.
Verður dagsins spælari við eitt sindur
av hjálp, tí talan er um seinasta dyst
á landsliðnum. Takk fyri alt, Súni
Olsen.
Christian L. Holst: 4 (▼70.)
Var tryggur í framrættaða spælinum
og missur ikki bóltin. Hevði eina
“Steven Gerrard” avlevering upp á 40
metrar. Manglar enn eitt sindur í mun
til, tá hann er í toppform.
Pól Jóhannus
Justinussen: 5
Sjónligur á vinstra vongi og tann
spælarin Marcel Koller, venjari hjá
Eysturríki legði mest merki til. Hevði
fleiri royndir á mál, vann tvísdystir og
var tryggur á bóltinum.
Hallur Hansson: 4
Fluttur á framrættaða miðvøllin.
Heldur ikki so leingi upp á bóltin sum
Holst, men riggaði væl við skjótum
1-2 spæli. Torir at venda og skjóta.
Var ágrýtin í trýstinum, men var um
reppið at fáa seinna gula.
Páll A. Klettskarð: 4 (▼73.)
Ein sannur arbeiðishestur, sum
vísti at hann er klárur at byrja inni
í framtíðini. Órógvaði allan dystin
á tamb og vísti góðan bólførleika,
tá hann skuldi taka bóltin niður og
spæla hann víðari. Time’aði ikki allar
luftdystirnar rætt.
Christian R. Mouritsen: 3
(▲70.)
Kom inn á høgra vong, men fekk
ongantíð víst sítt virðið. Misti bóltin
av vøllinum eina ferð, men vísti í
aðrari aktión, at hann hevur tekniskar
førleika at seta menn av við góðum
temjingum.
Klæmint A. Olsen: 4 (▲73.)
Vísti eisini, at hann vil upp í part á
landsliðnum. Var um reppið fáa mál
beinanvegin, men vísti eisini hvussu
arbeiðissamur hann er á fremsta
plássi.
Jóan Símun
Edmundsson: (▲82.)
Kom inn seinastu átta minuttirnar og
hevði eina roynd, sum bleiv blokerað.
Fekk eisini gult kort fyri takling, sum
vísti at hann ikki er nøgdur við at sita
á bonkinum.
Avrik: tøl 1 til 6