hósdagur 17. oktober 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. oktober 2013 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
31
Pætur Albinus
Avrikini í lagi.
Føroyski
landsliðsmál
verjin, Gunnar Nielsen, var
nøgdur við avrikið hjá før
oyska landsliðnum í 0-3-tap
inum ímóti Eysturríki týs
kvøldið, men var hóast alt
vónbrotin av úrslitinum.
- Vit spæla væl, tá ið vit
koma afturúr 1-0. Avrikið
eri eg samanumtikið nøgdur
við, men úrslitið var øgiliga
keðiligt, so eg má siga, at eg
eri vónbrotin, sigur Gunnar
Nielsen, sum síðani varð
spurdur um hvussu hann
samanumtikið var nøgdur
við alt bólkaspælið.
- Vit vildu fegnir havt fleiri
stig og ein sigur at víst á. Tað
kann vera, at føroyingar
halda nakað annað, men eg
haldi, at hetta var ein øgiliga
sterkur bólkur. Vit burdu
gjørt tað betri í summum
dystum, men alt í alt hava
avrikini verið í lagi, heldur
hann.
Øll skulu hava
sína meining
Undan dystin ímóti Kasak
stan var Gunnar Nielsen í
hornatøkum við føroyskar
kjakarar, har hann vardi
Lars Olsen og metti Føroyar
hava ov nógvar serfrøðingar
í sosialu miðlunum. Spurdur,
um hann og liðið ikki bara
má taka í egnan barm, nú
teir bara hava fingið eitt stig
í undankappingini, og má
virða, at Føroya fólk hevur
rætt til at hava eina meining,
svarar Gunnar:
- Eg haldi tað vera frálíkt,
at fólk hava sína meining. Tað
er als ikki har, eg eri. Eg haldi
tað er eitt vónbrot, at fleiri
fólk ikki koma at hyggja eftir
okkum, men bara hava eina
meining í sosialu miðlun
um. Øll kunnu tó hava eina
meining um landsliðið. Tað
er øgiliga stuttligt, og tað
er eisini tað, sum vit sjálvir
hava um fótbólt aðrastaðni,
sigur Gunnar, sum at enda
undirstrikar, at alt liðið er
ógvuliga fegið um at somik
ið nógv fólk vístu sín stuðul
ímóti Eysturríki. Almenna
áskoðaratalið á Tórsvølli var
3800.
Heiðrar Súna
Tá ið tað restaðu fáir minutt
ir av dystinum varð Súni
Olsen útskiftur. Og hetta var
helst seinastu ferð vit sóu
Súna á landsliðnum, tí hann
hevur nevniliga valt at takka
fyri seg við landsliðsfótbólti.
Vit bóðu Gunnar seta nøkur
orð á Súna.
- Tað hevur verið ein æra
at spælt við honum. Hann
hevur havt eina fantastiska
fótbóltsleið, bæði í Føroy
um og á landsliðnum. Hann
hevur eitt øgiligt skot og
hann kann vera errin av tí,
sum hann hevur megnað á
landsliðsleiðini. Hann hevur
eisini skotið nøkur flott mál.
Vit eru allir samdir um, at tað
hevur verið ein æra at spælt
við honum, sigur Gunnar
Nielsen um nú fyrrverandi
liðfelagan.
Pætur Albinus
Ein møguleiki.
Størsti munurin ímillum
Føroyar og Eysturríki var
málskjótingin. Í spælbýti og
málmøguleikum vóru teir
føroysku ikki langt aftan
fyri, og hetta speglaðist aftur
í tí, sum Lars Olsen, lands
liðsvenjari, hevði at siga um
dystin.
- Teir spæla seg kanska til
ein møguleika, men vit geva
teimum fleiri møguleikar.
Á hesum stigi verður slíkt
revsað umgangandi. Í seinna
hálvleiki koma vit heilt
upp á hálvuna hjá teimum
og vinnar bóltar, men fót
bóltur er eitt spæl, sum
verður avgjørt frammanfyri
málinum. Har vóru teir neyv
ari enn vit, sigur Lars Olsen
og undirstrikar, at hann ikki
metti 3-0 vera rætta úrslitið.
Gongur rætta vegin
Málini hjá Eysturríki vóru
heldur bílig. Ein málmanvilla
frá Gunnari Nielsen, eitt
hornaspark og eitt brots
spark.
- Eg havi ikki sæð málini
umaftur, men tað sær út
til, at vit sova í onkrum av
støðunum, sigur landsliðs
venjarin, sum tó er nøgdur
við gongdina sum heild.
- Tað gongur rætta veg
in hjá okkum. Vit prógva í
seinna hálvleiki, at vit kunnu
spæla við, men nú skulu vit
eisini blíva betri í avgerandi
løtunum, sigur Lars Olsen,
sum millum annað fekk góð
avrik burturúr Pálli Klett
skarð.
- Tað er deiligt, at so nógv
ir bjóða seg fram. Vit eru við
at koma í eina støðu, har
vit hava einar 16 til 17 mans,
sum allir kunnu byrja inni.
Tað merkir so, at onkur ikki
sleppur at byrja inni. Teir eru
ikki so glaðir fyri tað, men
soleiðis fótbóltur. Tað kunnu
bara ellivu byrja inni í senn,
sigur Lars Olsen at enda.
Pætur Albinus
Øll reistust við tøkk.
Eftir fleiri enn hálvthund
rað landsdystir takkaði 32
ára gamli Súni Olsen fyri seg
á landsliðnum eftir dystin
ímóti Eysturríki týskvøldið.
3800 áskoðarar reistust og
takkaðu fyri drúgva tæn
astu, tá ið Súni Olsen fáar
minuttir fyri leiklok varð út
skiftur.
- Eg var ógvuliga uppsett
ur at gera tað gott. Eg haldi,
at tað gekk væl. Tó so vóru
tað nakrir deyðbóltar, sum
ikki vóru heilt á leið, men alt
í alt tordu vit væl at spæla
í dag og liðið avrikaði væl.
Tað snýr seg fyrst og fremst
um at gera eitt gott liðavrik,
men harnæst eisini eitt gott
persónligt avrik, og heppið
nokk eri eg nøgdur við tað,
sigur Súni Olsen.
- Tá ið eg spældi mín fyrsta
dyst bleiv eg eisini innskift
ur og at verða útskiftur
aftur í dag hevði eg næstan
roknað við. Tað var deiligt
at síggja, at fólkið tók undir
við mær við at reisa seg upp
at klappa. Tað er ikki nakað,
sum eg gloymi, og taki tað
við mær undir moldina.
Lívið heldur fram
Tað var við sorgblídni, at
hann sá 6-talið á útskiftings
talvuni fáar minuttir fyri
leiklok, men hann metir seg
hava givið møguleikan víðari
til yngri leikarar.
- Sjálvandi er tað við
sorgblídni, men lívið heldur
fram. Vit høvdu eina rúgvu
av fríspørkum og horna
spørkum, men teir vóru helst
effektivari enn vit í dag. Alt
fær ein enda, og tað fær hetta
kapittulið eisini. Eg eri glaður
fyri tíðina á landsliðnum og
føli, at eg ikki kundi gjørt
meiri. Nú koma aðrir at taka
yvir og lyfta arvin. Tað gleði
eg meg til at sleppa at síggja
í sjónvarpinum frá sofuni,
segði Súni Olsen at enda.
Gunnar Nielsen: Avrikini hava verið í lagi
Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, tekur nú saman um seinasta dystin
og alla undankappingina, sum hann samanumtikið sigur seg vera nøgdan við
Súni Olsen: Hetta taki eg
við mær undir moldina
Lars Olsen: Vit góvu
teimum møguleikar
Eftir fleiri enn hálvt hundrað dystir og trý mál fyri
føroyska landsliðið takkaði Súni Olsen fyri seg á
landsliðnum Týskvøldið. Øll reistust, tá ið hann varð
útskiftur. - Hetta fari eg ikki at gloyma, men taki tað
við mær undir moldina, segði Súni Olsen eftir dystin
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, harm
aðist eftir dystin um, at føroysku leikararnir
góvu Eysturríki fleiri málmøguleikar