hósdagur 17. oktober 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 120 · 18. oktober 2013
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í ein mansaldur var hann ein sjónskur
profilur í føroyskum politikki. Hann fór
óræddur í hugsjónarlig slagsmál í kjak
inum. Hann skrivaði hvassar greinar
í bløðunum. Hann varð hildin at vera
munnfimur, og stundum var hann so
bersøgin, at hann mátti í rættin fyri tað,
hann hevði skrivað ella sagt.
Óli Breckmann hevur í mong ár
savnað útsagnir hjá kendum fólkum
– fyndarorð, sum innihalda vit og bit.
Gullkorn kallar hann útsagnirnar, sum
hann hevur savnað í nýggju bókini »3
gullkorn um dagin«.
– Summi spreiða gleði allastaðni,
har tey koma. Onnur, tá tey fara.
Tað verður írski rithøvundin Oscar
Wilde endurgivin fyri at hava sagt. Og
fólk sum Jóannes Patursson, Marilyn
Monroe, William Shakespeare, Janus
Djurhuus, Martin Luther, Indira
Gandhi, Margareth Thatcher, Móðir
Teresa og mong, mong onnur eiga
eisini útsagnir í nýggja savninum av
sitatum.
– Tað liggur allur verðsins vísdómur
í hesum orðunum. Summi teirra eru
søgd fyri 3.000 árum síðani, onnur í
nýggjari tíð, men tað er galdandi fyri
øll, at tey eru eins aktuell í dag, sum
tá tey vórðu søgd. Hetta eru varandi
hittinorð. Útsagnir hjá gávaðum fólki,
sum treyðugt verða søgd betur av nøkr
um, sigur Óli.
– Eru vit vís, so læra vit av royndum
og lívsvísdómi hjá øðrum fólki, og tað
er veruliga bæði vit og vitan í hesum
útsagnum. Hetta er nakað, sum fólk
hava upplivað ella lært, tey hava lagt
sær tað í geyma, og tey hava snøggað
hesar royndirnar til nøkur fá væl vald,
munnfitt vísdómsorð. Og tað kalli eg
gullkorn.
Talaða orðið ávirkar
Óli Breckmann hevur sum politikari
og lærari sæð og upplivað, hvussu
talaða orðið kann ávirka, flyta og gera
mun.
– Fyrr var ikki nógv annað enn tað
livandi orðið. Eg minnist eina eldri
konu, sum segði frá, hvussu pápi henn
ara hevði lagt niður í hana og systkini,
at tey skuldu læra seg at vera munnfim,
»at taka væl til orðanna«. Tí tað var
fyrst og fremst við talaða orðinum og í
teirra verki, at fólk fyrr ávirkaðu hvønn
annan, áðrenn dagbløð, útvarp, sjón
varp, filmur og nú I-netið komu.
– Í politikki kanst tú eisini læra
teg at bera sjónarmið fram við nýtum
orðum. Onkur hevur sagt, at eg hevði
orðið í mínari makt, men eg hevði stórt
stríð av at fyrireika eina røðu. Summi
fólk kunnu veruliga rysta stuttlig og
góð orð úr ermuni og duga væl at vera
við í ping-pong kjaki, og tað er stuttligt
at hoyra slík fólk. Tey eru fá, men eg
haldi meg ikki verða ein av teimum,
eri eitt sindur tyngri fyri málinum og
havi gjørt nógv stríð av at fyreika mín
ar røður, fyri tað skal vera væl sagt og
snøgt í sniðnum.
– Og tá man so kann lesa perlur hjá
flogvitum, so fært tú ofta nógva gleði
og gagn burturúr – eisini um tú ert
fallin til I-fonina og situr og klikkir á
hana dagin langan. Har haldi eg, tann
blindi leiðir tann blinda, tí har eru tað
vit »deyðiligu«, sum sita og skvaldra
við onnur »deyðilig«.
Góður førningur
Royndirnar hjá farnum ættarliðum eru
góður førningur at hava við sær inn í
framtíðini, heldur Óli Breckmann.
– Menniskjan hevur altíð bygt á
lívsroyndirnar hjá sínum forfedrum,
og klippa vit sambandið aftureftir, so
missa vit tann týdningarmikla førning
in. Kunnleikin um fortíðina er besti
førningur at hava við sær inn í fram
tíðina, og tann vitan, sum tey undan
farnu høvdu vunnið sær við royndum,
og sum tey hava orðað okkum snøgt
og beinreikið, eru veruliga gullkorn hjá
okkum, sigur hann.
Óli heldur eisini, at tað er neyðugt
at draga tær góðu og skilagóðu útsagn
irnar fram í ljósið aftur.
– Eg haldi, vit skylda okkum sjálvum
og okkara forfedrum, sum vit byggja á
herðarnar á, at tey verða vird, og at tey
hoyrast í tí fossandi streymi av vrøvli,
sum tú fært á teimum elektroniskum
miðlunum.
Nógv var betur ósagt
Óli Breckmann hevur sum politikari
verið í mangari orrustu, og hann tókt
ist næstan at leita sær upp politiskan
polemik, tá ið hann hevði sína stór
tíð sum stavnamaður hjá Fólkaflokk
inum.
– Eg havi mangan sannað, at ofta
eru hørð orð betur ósagd. Tá ið eg var
blaðstjóri, dugdi eg illa at síggja eitt
bananskal í eygnakrókinum uttan at
fara eitt fet til viks og traðka á tað. Og
aftaná mátti eg so biða um umbering.
– Tað eyðkennir nógv fólk, sum
fáast við at røða, at tey hava lært nógv
av egnum góðum og ringum royndum.
Eg havi eisini sagt nógv býtt, sum eg
havi verið noyddur at burturforklára
ella biða um umbering fyri aftaná. Og
tá eg nú hoyri og síggi politiska kjakið,
so tykist tann óvanin ikki heilt at verða
lagdur til viks.
Óli heldur tó, at fólk tola harðari
kjak í dag, enn tey gjørdu fyri 20 og 30
árum síðani.
– Politikarar og onnur, sum røða
nógv, siga eisini nógv, sum var betur
ósagt, og tað er so prísurin, tú mást
betala fyri at verða í einum yrki sum
politikari, har nógv verður tosað og
skrivað. Men eg haldi, at fólk eru ikki so
smásár og erkvisin í dag, sum tey vóru
fyrr í tíðini, tá ið summi fólk stevndu
fyri eitt gott orð. Tað síggja vit lítið til
í dag, sigur hann.
– Tað at verða í orðadrátti hevur
altíð nakrar fylgjur – góðar ella ringar –
fyri teg. Ofta er tað til fyrimuns at siga
tað beinrakið, at verða hittinorðaður
og munnfimur, tí politikkur skal eisini
fanga, og fólk skulu tíma at lurta eftir
politiskum kjaki. Tað eigur eisini undir
hald í tí, so fólk lurta.
Verri at minnast
Tá ið blaðað verður í savninum av gull
kornum, sum Óli Breckmann nú hevur
givið út, er skjótt at staðfesta, at flestu
av útsagnunum hava nógv ár á baki.
Og stundum verður eisini ført fram, at
politiska kjakið í dag er langt frá so gott
og undirhaldandi, sum tá ið politikarar
sum Finnbogi Ísakson, Torbjørn
Jacobsen, Óli Breckmann, Pauli Ellefsen
og aðrir vóru í rokinum.
– Vit kunnu ikki tó samabera okkum
við flogvitini, sum hava lagt vís orð eftir
seg, og kanska er høvið, tá ”gullkornini”
vórðu søgd, tað rætta, so vitið og bitið
stendur eftir. Tað, sum veruliga var
stuttligt og gott, liggur eftir, meðan alt
hitt er farið aftur við borðinum og er
burtur og gloymt.
– Tað kann verða, at fólk fáa so stór
an tíðindafloym niður yvir seg nú alla
tíðina allastaðni frá, at tað skal meira
til at siga nakað, sum hongur eftir, tá
ið tað er sagt. Tað var eitt sindur minni
sagt og skrivað fyrr, og tí varnaðust fólk
betur tað, sum var vert at minnast. Í dag
er kanska trupulari at finna gullkornini,
tá tey verða jarðað undir skalvalopum
av øllum tí minni verda, sum verður
sagt.
Men spurningurin er so, um tað
onkuntíð er neyðugt at tosa við stórum
stavum heldur enn við stórum orðum.
Rætta orðafellið við røttum tónafalli,
áherðslu og andarsteðgi gera stóran
mun.
– Eg tori at siga, at tað snýr seg ikki
um at siga nakað hart ella harðligt, men
heldur um at siga tað stutt og rætt. Eitt
føroyskt orðatak sigur, at »á tí nógva
orðinum skalt tú kenna dáran«. Halga
bók sigur, at tað er er betri at hoyra
vísmenn deila enn dárar kvøða. Tað er
ikki altíð tað nógva orðið – ella tað,
sum verður harðast sagt – sum munar
mest, men heldur tað, sum verður sagt
við nýtum orðum til rætta tíð.
móti fossi av vrøvli
Óli Breckmann hevur savnað vís orð síðan tíðina sum blaðstjóri og
givið nøkur út í nýggjari bókaútgávu. Vit skifta orð við hann um at
læra av royndum, um fossandi streymin av vrøvli á I-netinum, um
at orð onkuntíð eru betri ósøgd, og um at glíða í bananskølum
Gullkorn
mynd: heinesen myndir