hósdagur 17. oktober 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 120 · 18. oktober 2013
5
VIKUSKIFTI
– Eg havi mangan sannað,
at ofta eru hørð orð betur
ósagd. Tá ið eg var blaðstjóri,
dugdi eg illa at síggja eitt
bananskal í eygnakrókinum
uttan at fara eitt fet til viks
og traðka á tað. Og aftaná
mátti eg so biða um umbering
»3 gullkorn um dagin«
Óli Breckmann hevur í bókini savnað nærum 1100
vísdóms- og hittinorð, sum klók fólk hava ríkað
– serliga vesturlendska – siðaarvin við gjøgnum
tíðirnar. Í bókini eru sitat úr Bíbliuni, sálmum
og frá politikarum, uppfinnarum, vinnulívsfólki,
høvdum, mentafólkum, hugsandi fólki og øðrum.
Eisini eru orðatøk, føroysk og útlendsk, og
hittinorð við í bókini. Bókin er skipað við trimum
sitatum til hvønn dagin í árunum.