Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 120 · 18. oktober 2013 6 VIKUSKIFTI Eitt stjørnuskot er, sum tey í loft­ miðlunum kalla Primetime. Øll heitini, tey brúka í loftmiðlunum, eru sjálvandi ensk. Tað er smart­ari, fínari, tignarligari kanska eisini og trendy harafturat. Fleiri ensk orð, tú klárar at kroysta inn í ein setning, betri fak­ fólk ert tú. Meira kanst tú snakka uppií, vera við. Og fjølmiðlafólk yvirhøvur eru heldur ikki so stinn í før­oysk­um. Hava ongantíð lært føroyskt. Hava bara havt føroyskt í tíggju-ellivu skúlaár. Aftur til hatta Primetime. Prime­time er tann tímin í sam­ døgrinum, tá loftmiðlarnir halda, og tað, sum teir halda, er altíð rætt, at flestu fólk lurta ella hyggja. Kanningar eru eisini gjørdar, sum neyvt siga, nær flestir lurt­arar og/ella hyggjarar mf/kf eru. Eg minnist ikki beint nú, júst nær Primetime er, og tími heldur ikki at spyrja nakran um tað, ella at fara at leita eftir kanningum ella phdritgerðum um tað. Tí eg eri samdur við tey, sum siga, at hatta við Primetime er tvætl, eitt heimagjørt ástøði, fjart frá veruleikanum sum øll onnur ástøði. Tey, sum eg eri samdur við, siga, at er ein sending góð, veruliga góð, so góð, at hon er verd at hoyra ella síggja, so lurta fólk ella hyggja, sama, nær hon verður send. Um hon verður slongd út í luftina um morgunin, seinnapartin, um kvøldið ella um náttina, fólk lurta ella hyggja. Tí er Primetime alt samdøgrið. Primetime er beint nú. Vit eru On air, tú og eg. Og annars, líkasum fyri at turrsalta sárið, síðani internetið kom, er Primetime 48 tímar um sam­døgrið, minst. So hóast hesir eyðmjúku teig­ ar ikki eru á forsíðuni, eru teir Primetime í Sosialinum. Aftur til fornøldina. Eg minnist, tá eg sum blaðungur óviti fyri hálv­ari øld síðani eitt summarið arb­eiddi á einum bóndagarði í Ís­landi. Íslendska útvarpið sendi tá eina framhaldssøgu, eina íslendska krimi­søgu, “Allt í lagi í Reykjavík” kall­aðist hon. Tá vóru ikki nógvar íslendskar krimisøgur, kanska var hendan tann fyrsta. Hon varð ikki lisin í Prime­ time, verri enn so. Hon varð lis­in klokkan trý seinnapartin, mitt í arbeiðstíðini. Men hon var so spennandi, at vit ungu hús­kall­ar høvdu funnið okkum ein burtur­ goymdan krók í hoygghúsinum. Har settu vit okkum við einum lítlum lurti hvønn dag, søgan varð lisin. Og vónaðu, at bóndin ikki júst tá fór at vita, um vit gjørdu nakað til nyttu. Hví skriva um Primetime utt­an fyri Primetime. Jú, eg komi altíð at hugsa um Primetime, tá eg síggi og hoyri árligu sendingarnar um føroyska ferðavinnu. Har verður, sum vanligt er í Før­oyum, nógv snakkað og lítið gjørt. Nýggj glansbíløt hvørt ár, nýggj herróp, og Ferða­ráðið ferð­ ast. Hví so ferðavinnan og Prime­ time? Jú, tí eru Føroyar eitt so spenn­andi land hjá útlendingum at ferðast til og í, so koma tey, sama hvussu nógvar glitrandi myndir í hús­vagnastødd tey síggja, ella hvussu ofta tey hoyra Eivør. Eru Føroyar eitt spennandi ferða­land, so koma ferðafólkini sjálv­boðin. Men kortini er tað ein van­ lukka, sum er nógv verri enn dem­ o­grafiskt kvinnuhall, at Ferðaráðið missir 100.000 kr. av sínum 14 milliónum í fíggjarlógini næsta ár. Vit noyðast at hava ráð til at fáa útlendingar til Føroya at venda. Vit hava jú ikki ráð til at fáa før­oyingar til Føroya at vera. Føroyar eru Unbearable. Tí rýma fólk, eisini ferðafólkini, tá tey hava verið her í eina viku max. So farvæl Føroyar. Halló Mítt­land á Amager, bygt á sandi. After­party í Sumpen. Deiligt við orðum, sum eru eins í eintali og fleirtali. Og so til fótbóltin: vit ætl­aðu okkum at fáa stig í hesi undan­ kapp­ingini. Og vit fingu stig. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Primetime whenever Hvat starv hevur tú? Sølumaður Hvat er tað besta við starvinum? Man hittir ómetaliga nógv fólk Hvat stressar teg? Teldur, ið hava sín egna vilja Hvat ger teg í góðum lag? Eri altíð í góðum lag, men láturin hjá børnunum fær altíð smílið fram. Hvat ger tú í frítíðini? Spæli tónleik Hvussu nógv fyllur tónleikurin? Veit ikki heilt, men rættiliga nógv Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Lurti eftir mest sum øllum, men skal onkur takast fram um, so slær Beatles sjáldan feil. Hvat hyggur tú at í sjónvarpinum? Tíðindasendingar og dokumentarar Hvussu eru tínir matvanar? Ov nógvir Hvat er tín lívrættur? Ræst kjøt Er tú til hundar ella kettur? Hundar Hvat er tú glaðast fyri at eiga? Nøkur ting kunnu ikki gerast upp í tí tím­liga, og tey standa sjálv­ sagt fremst. Men úr tí tím­liga má eg nokk siga mín Gibson gittari. Hann eri eg øgiliga glaður fyri. Signar í Homrum lagt til rættis: Leo Poulsen Eg eri altíð í góðum lag Tað sigur Signar í Homrum, sum umframt at vera kendur tón­leikari eisini starvast sum sølumaður. Hann heldur seg hava ov nógvar matvanar, men fer kortini ikki skeivur av røstum kjøti, og um­ framt tað, ið ikki kann gerast upp í tí tímiliga, er Gibson gitt­arin hansara besta ogn