hósdagur 17. oktober 2013síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 120 · 18. oktober 2013
7
VIKUSKIFTI
Leygarkvøldið kl. 20.00
19. oktober 2013
Kom á Hvonn og lurta
ella hoyr alt á...
Er heilsurákið
ov nógv av tí góða?
Føroyingar venja sum
ongantíð. Hugsað meira um
sunnan mat enn nakrantíð. Og
støðugt fáa vit áminningar og
leiðbeiningar frá myndugleikum
og serfrøðingum. Men er
heilsurákið og korektheitin við
at verða ov nógv av tí góða,
ella er hetta til tað betra. Hilmar
Jan Hansen og Jana Thomsen
kjakast um heilsu og heilsurák.
Ááá,
Signar í Homrum!
Rópini rungaðu, og fagnaðurin
fekk ongan enda, tá ið Signar
í Homrum í august spældi á
Summar Festivalinum. Hetta var
ein staðfesting av framgongdini
og uppgongdini hjá Sigarni
seinasta árið. Hann hevur verið
virkin sum tónleikari í nógv ár,
men nú er hann eitt navn í sær
sjálvum. Tað hevur hann fingið
við beinraknum innspælingum
av góðum sangum og frálíkum
framførslum kring landið.
Signar í Homrum spælir live á
Hvonn leygarkvøldið.
Undirhald við
Berny & Høgna
Teir eru stjørnuskot í føroyskum
undirhaldi. Berny & Høgni kalla
teir seg – tveir ungir mans, sum
hava spælt sjónleik, undirhildið
og stilla seg upp til stand-up
seinastu tíðina. Teir kunnu gera
gjøldur við fólki og ráki, teir
kunnu syngja og spæla, og teir
duga væl at fáa fólk at flenna.
Leygarkvøldið undirhalda teir í
Hvonn Live.
Dómarar á
altjóða vølli
Teir eru tveir av teimum, sum
døma altjóða ítróttarkappingar.
Petur Reinert er fótbóltsdómari
og hevur júst dømt altjóða
dyst á hægsta stigi. Eyðun
Samuelsen er hondbóltsdómari
og dømdi fyri viku síðani
fyri fyrstu ferð saman við
íslendskum dómara í altjóða
kapping. Petur og Eyðun
greiða frá uppgávum í altjóða
kappingum, hvat teir hava
upplivað har, og hvussu teir
takla trýstið teir koma undir
Tannáringur
við egnum sangum
13 ára gamla Annika Malunar-
dóttir skrivar og syngur sínar
egnu sangir. Hon hevur havt
onkra einstaka framførslu, og
leygarkvøldið ber til at hoyra
hana framføra í Hvonn Live,
har høvi eisini verður nýtt til at
práta við hana.