hósdagur 17. oktober 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 120 · 18. oktober 2013
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Týning og yvir
gangur framd í
almenna rúminum
eru gerandissøgur
í miðlunum. Privat
ræðustýri eru ofta truplari
at viðgera, júst tí tey eru privat.
Men viðhvørt stíga rithøvundar
fram, sum duga at lyfta heimligu
ræðuleikarnar upp á eitt listarligt
støði, sum gevur okkum øllum
høvi at síggja fjalda veruleik
an í einum almennum ljósi.
Yahyan Hassan hevur verið stóra
søgan í donsku miðlunum sein
astu vikurnar, tí hann hósdagin í
hesi vikuni gav út yrkingingasavn
um ein óhugnaligan barndóm
millum tilflytarar í Aarhus. Lívið í
einum tilflytarabýlingi í donskum
stórbýi kann tykjast at liggja fjart
frá føroyska samfelagnum, og
tó. Katrin Ottarsdóttir fekk fyri
kortum M. A. Jacobsen virðisløn
fyri yrkingsavn, sum snýr seg
um nøkunlunda sama evni.
Lýsing av harðligum pápa
18 ára gamli Yahya Hassan set
ur í yrkingasavninum orð á teir
ræðuleikar, sum hann sum barn
hjá palestinskum tilflytarum
hevur livað í. Ikki krígsræðuleikar,
men ræðuleikar í einum donskum
gerandislívi við foreldrum, sum
framdu yvirgang móti sínum egnu
børnum og einum gerandisdegi,
har drongurin berjist við vreiðina í
einum umhvørvi, har einki samband
er millum fasadu og veruleika.
“fem børn på række og
en far med kølle
flergræderi og en pøl af pis
vi stikker skiftevis en hånd frem
for forudsigelighedens skyld
den der lyd når slagene rammer
søster der hopper så hurtigt
fra den ene fod til den anden
pisset et vandfald ned
ad hendes ben”
(Brot úr yrkingini “Barndom.”)
Loyniligt føroyskt
ræðslustýri
Katrin Ottarsdóttir gav í 2012
út yrkingasavnið Eru koparrør í
himmiríki. Í september í ár fekk
hon virðisløn M. A. Jacobsens
fyri savnið, sum Malan Marners
dóttir í heiðurshandanini kall
aði eitt hjartanemandi og djarvt
yrkingsavn. Yrkingarnar snúgva seg
um ein barndóm, sum er merktur
av ræðslu og yvirgangi. Ikki sama
kropsliga yvirgangi, sum Yahya
Hassan lýsir, men einum sálar
ligum yvirgangi, sum í støðum
kann tykjast minst líka øgiligur.
Hjá Katrini Ottarsdóttur er
tað mamman, ið er bøðilin, og
yvirgangsamboðini eru koparrør,
rabarbugreytur og læstar hurðar.
Úteftir síggja tey út sum ein vanlig
familja, men inneftir
er søgan ein onnur.
Mamman er sálarliga
óstøðug, og dóttirin
veit ongantíð, hvar og
nær næsta yvirgangs
atsøknin fer í gongd.
Pápin er ikki førur
fyri at verja barnið og
flýggjar út í urtagarðin
og niður í kjallaran.
“eitt eygnabrá
eitt hirs
eitt andaleyst geisp
eitt skroypiligt
pápaeyga ið
næstan smílist
ein barnslig
gnisan sum vardi ov stutt
ov leingi
kann senda alt til helvitis
so hurðar aftur smekka
og okkurt aftur brotnar
Uttan um tey
Innan í teimum”
(Brot úr yrkingini “Ludo”)
Læsa upp og seta eld á
Bæði Yahya Hassan og Katrin
Ottarsdóttir eru bersøgin og
ósentimal, tá tey lýsa kúgaða
Hatta ólukksaliga
barnið
Umsorganartrot og foreldur,
sum ikki eru sína uppgávu
vaksin, eru evni í nýggjum
donskum yrkingsavni
og í nýliga virðisløntum
føroyskum yrkingasavni
Flugufellan
Ein bók um flugur, um litinskap, longsul,
djórafrøði, náttúrusøgu og kynstri
at liva í heiminum í dag alt í einum.
Fluefælden hjá Frederik Sjöberg er rein
nærvera, hon er um at liva spakuliga
og ikki at lata seg tøla av øllum tí
skjóta, tí nýtiliga og innantóma.
Á forsíðuni á
bókini hjá svenska
høvundanum og
insektgransk
arinum Frederik
Sjöberg (f. 1958)
Fluefælden stendur ritroynd,
sjálvævisøga, skaldsøga, ferða
frásøgn, kreativar yrkisbókmentir
á bundum máli, ævisøga og ja ”ein
bók”. Bókin er løtt at lesa, men
ringt er at skriva um hana aftaná.
Ein bók um flugur
Tað serliga við hesi ”bók”, er júst at
lesarin ikki veit, hvat hon lesur. Her
er sjálv kontraktin millum lesara
og høvund so mikið rúmsátt sett
fram, at øll mark innan tekstasløg
longu eru sprongd – eisini tey
millum fagur- og yrkisbókmentir.
Soleiðis líkist bókin ongum øðrum.
Av og á er hon ritroynd,
har vit hoyra um kendar
entomologiskar granskarar
frá enska Darwin til
svenska Linné og til svian
René Malaise, ið var heims
kendur insektgranskari í
1930inum, sum í dag er
meiri ella minni gloymdur
og obskurur. Tað einasta
vit minnast hann fyri var,
at hann uppfann eina
sokallaða flugufellu.
Tá hesin Melaise kom
heim aftur, eftir at hava
granskað insekt í Burma í
trý ár í 1930inum saman
við konuni, hevði hann
so nógv tilfar við heim
við, at tað kom at taka
entomologunum 70 ár at
kanna tað. Samstundis
hevði hann ikki minni enn
1700 fiskar við sær í gløsum
í formalin. Soleiðis finnast
t.d. 13 ymiskar klukkur sum
eita eftir Malaise. Tá varð
hann fagnaður sum ein annar
Roald Amundsen, men seinni í
lívinum fór Malaise at skriva eitt
verk um horvna Atlantis, tá mistu
tey flestu – um ikki øll - virðingina
fyri honum. Men hesin serlingurin
og übernørdurin hevur uppiborið
at verða grivin fram aftur og virdur
fyri tað hann megnaði, sum ein
sannur arvingi hjá Linné og Darwin.
Rein nærvera
Orsøkin til, at bókin Fluefælden
er verd at lesa er, at hon er so
mikið væl skrivað og serlig. Hon er
bæði ein ”klók” bók, har høvundin
megnar at gera gransking í flugum
og insektum áhugaverda fyri
okkum øll, men hon kundi riggað
eins væl sum ein góð skaldsøga,
sum ein av fremstu ritroyndunum
í Svøríki (hon varð m.a. instillað til
August Virðislønina, ið er ein hin
fremsta í Svøríki) og sum eitt flott
skrivað alment verk um insektir,
náttúrufatan og náttúrusøgu.
Men at velja at blanda alt saman
er nakað heilt serligt, ið vit m.a.
kenna frá høvundum sum W.G.
Sebald og norska Thomas Espedal,
ið útgav tríggjar bøkur í 00unum
kallaðar Ævisøga, Dagbók, Brøv.
Tilvera
Næstu løtuna skrivar Sjöberg
persónliga ævisøgu, um at keypa
hús og um at granska flugur á
einari lítlari oyggj í svenska sker
garðinum. Um ungdóm, lagnu og
um at gerast eldri. Um hvussu
hann hevur funnið 202 nýggj
flugusløg bert á hesi oynni. Eitt
evnið, ið gongur aftur eru tankar
um at savna. Hví gerast fólk flugu
savnarar, frímerkjasavn
arar ella bókasavnarar? Er
tað av sorg at fólk savna?
Er tað ein roynd at hava
tamarhald á heiminum?
Vildi hesi fólk tikið seg av
døgum av tunglyndi um
tey ikki savnaðu? Ella eru
allir savnarar narsissistar,
ið vilja hava viðurkenning
fyri teirra evni at savna?
Aftur og fram og so á ferð
til stórar høvundar sum
Strindberg, D. H. Lawrence
og aftur til gamlar gloymd
ar kanningarferðir, har
náttúrusøgan opnaði seg
fyri okkum á fyrst sinni.
Og alt hann skrivar um er
eykent av vitan og einum
matrialiteti, har hann
hevur roynt og kannað
alt tað hann skrivar um.
Ein ógloymandi bók.
LES!
Kim Simonsen