hósdagur 17. oktober 2013síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 120 · 18. oktober 2013
9
VIKUSKIFTI
barnið, sum roynir at læra seg at
vera til í einum heimi, har tey helst
skulu vera ósjónlig. ”Foreldrini
høvdu ynskt, at eg ongantíð var
føddur,” sigur Yahya Hassan, og í
yrkingunum hjá Katrini er “hatta
ólukksáliga barnið” eitt onki, ið
hvørki hoyrist, sæst ella merkist.
Eg-persónurin í danska yrking
asavninum finnur ein samleika í
kriminaliteti, í tí føroyska er tað
listin við Leonard Cohen sum onk
ursvegna umboðar bjargingina.
Ummælarin hjá Politiken, Lilian
Munk Rösing, sigur um yrkingarnar
hjá Yahya Hassan, at tær brenna og
eru fullar av eldi. Mamman hóttir
sonin við tendrara, skúlin brennur,
bilar brenna, og sjálvur setir hann
eld á íbúðina, sum tey búgva í.
Men hann vil eisini hava orðini
og yrkingarnar at brenna,
hann sigur í einari yrking, at
hann vil “seta eld á orðini”
og vil síggja tey líða.
Hjá Katrini eru
yrkingarnar fullar av lyklum.
Illsintir lyklar, sum stongja
bæði barnið og pápan
inni, og hóttandi lyklar,
sum barnið ikki dugir at
halda skil á. Og á sama
hátt sum hjá Yahya Hass
an, verður torturvápnið
ein forloysandi partur av
sjálvum skaldskapinum,
tí við orðum sum lyklum
letur Katrin hurðarnar
upp, so ræðslurnar leka
út í almenna rúmið.
Yrkingasavnið byrjar í hava
num, flytir seg inn í húsið, inn
í veggirnar, inn í lyklarholini og
inn í sjálvt koparrørini. Einki
fær frið, tí einki fekk frið.
Larmandi miðlar
Ein annar felagsnevnari millum
yrkingasøvnini eru larmandi miðl
arnir, sum skapa og varðveita
karmarnar, sum børnini og
familjurnar ikki kunnu slíta seg
leys úr. Yahya Hassan skrivar
í yrkingini “Barndómur:”
“samtidig med at al jazeera
tv-transmitterer
hyperaktive bulldozere og
fortørnede kropsdele”
(Brot úr yrkingini “Barndom”.)
Og í Føroyum spæla tíðindi
um neyðina úti í heimi eisini
ein leiklut. Húsfólkini
“hoyra um hungursneyð
turk
bumbumenn
bardagar
allar hugsandi vanlukkur”
(Brot úr yrkingini “Sól”.)
Í yrkingini hjá Yahya Hassan fáa
fremmandu lutirnir persónligar
eginleikar, sum hoyra heima í
donskum skúlagørðum, “hyper
aktive bulldozere og fortørnede
kropsdele.” Hjá Katrini stendur
útvarpið “spýggjandi hart frá,”
meðan “børnini fáa matin kroystan
í seg, tí børnini svølta í biafra.”
Veruleikarnir smelta saman, og
ræðumyndirnar úr miðlunum verða
partur av heimliga óhugnanum.
Lovandi nýggir yrkjarar
Ayhya Hassan er bara 18 ára
gamal og spildurnýggjur á danska
yrkjarapallinum. Katrin Ottars
dóttir er ikki heilt ung, og sum
filmleikstjóri er hon eitt kent og
virt navn í føroyskum listahøpi.
Men hon er nýggjur yrkjari,
og Eru koparrør í himmiríki er
fyrsta yrkingasavn hennara.
Lítli føroyski miðlaheimurin
gevur ikki mentafólkum eins
stórar møguleikar at skapa kjak,
sum Yahya Hassan hevur gjørt
í Danmark, men vit treingja
minst líka nógv til listafólk, sum
bróta tabumúrar við at lyfta tað
persónliga upp í tað almenna.
Tí er at fegnast um, at Katrin
Ottarsdóttir í samband við virð
isløn M. A. Jacobsens lovaði
okkum bæði eitt stuttsøgusavn
og eitt yrkingasavn afturat.
Katrin Ottarsdóttir
Cher og Greta hitta
Greta Svabo Bech hevur
gjørt lagið My Love, sum
er við á nýggju fløguni
Closer to the Truth hjá
amerikansku songkvinnuni Cher.
Nú liggur henda fløgan sum nummar
trý á stóra kenda hittlistanum Billboard
og nummar eitt á listanum yvir mest
seldu fløgur umvegis internetið í løtuni.
Sjálv heldur Greta Svabo Bech at
tað kann hava stóran týdning fyri seg
sum sangskrivara og tónleikara, at
fløgan hjá Cher klárar seg væl í løtuni.
Tónleikarin og sangskrivarin Greta Svabo Bech kann í hesum
døgum fegnast um, at eitt av hennara løgum er á eini fløgu,
sum av álvara ger um seg á hittlistunum í USA og aðrastaðni.
Hamferð er stór list
Føroyski rock
bólkurin Hamferð
hevur givið
nýggja fløgu
út, og tað er ikki
smávegis ummæli, ið
bólkurin fær frá týskari heimasíðu.
Demonic-nights.at hevur
ummælt fløguna Evst hjá
Hamferð, og tey kalla fløguna
fyri ”stóra, stóra list”.
Hamferð, sum vann Wacken
Metal Battle, segði nei takk til
sáttmála við útgávufelagið Nuclear
Blast, ið er kent innan harðan
rocktónleik. Hamferð vildi heldur
halda seg til føroyska felagið Tutl
og varðveita sítt listarliga frælsi.
Tað heldur týska heimasíðan
var eitt gott hugskot, tí nýggja
fløgan hjá Hamferð er framúr góð.
Í hesum døgum kunnu fólk
hitta enska løgreglumannin
Barnaby í Keypmannahavn.
Orsøkin er, at partur nummar
100 í røðini lutvíst gongur fyri
seg í danska høvuðsstaðnum.
Barnay, sum vit eisini kenna
úr føroyskum sjónvarpi, gongur
vanliga fyri seg í Midsomer í
Onglandi, og hesi árini, røðin
hevur verið í gongd, eru fleiri
enn 300 fólk deyð í vakra
landslagnum í og kring Midsomer.
Í parti nummar 100 er ein
slóð til Keypmannahavnar,
og í løtuni verða upptøkurnar
gjørdar í Danmark. Umframt teir
vanligu ensku sjónleikararnir
hava eisini einstakir danskir
sjónleikarar leiklut í hesum
partinum, sum verður at
síggja í sjónvarpi næsta ár.
Barnaby í Keypmannahavn
LURTA!
Dorit Hansen