hósdagur 17. oktober 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 120 · 18. oktober 2013
10
VIKUSKIFTI
Venjing
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Sólin stendur mitt á himlinum, og
venjarin lærir okkum at hanga í eini
jarnstong. Vit eru 12 sveittutir og móð
ir norðurlendingar, ið longu hava vant
tríggjar tímar, og nú vil hann hava
okkum at hanga í eini stong.
Staðið er hotellið Playitas á Fuerte
ventura. Apollorejser eigur hotellið og
tað er støðugt fult av fólki, sum vilja
hava meir enn bara strond og sól á
feriuni.
Tá vit eru har, er olympiski svimji
hylurin fullur av fólki, tí sponsku
svimjimeistaraskapini verða avgjørd.
Tríggir svimjihylar, stór uttandura
venjingarstøð, rennibreytir, súkklisalir,
yogahøli og mangt, mangt annað er
tað, Playitas bjóðar teimum, sum vilja
verða aktiv í feriuni. Tey, sum heldur
vilja hava eina sólferiu, kunnu halda
til niðri á strondini, sum liggur beint
vid hotellið, ella við familjusvimjihylin,
har rutsjibanar og spælipláss eru til tey
yngstu.
Ein donsk kanning, har 1250 fólk
vóru spurd, vísur, at 44 prosent íðka
ítrótt í feriuni, so tey 18.000, sum á
hvørjum ári koma til Playitas, eru ikki
nøkur eindømi.
Vit 12 í okkara bólki eru úr Svøríki
og Danmark. Nøkur eru sera væl vand,
og onnur eru í hampiligum formi, men
vilja gjarna blíva betri.
- Vit venda okkum til øll. Tær nýtist
at verða eitt sindur von við venjing,
annars eru eingi krøv, sigur Henrik
Bramsved, ið er ferðaleiðari og venjari
hjá Apollorejser.
Hann sigur, at størsti partur av
teimum, sum velja venjingarferðir, eru
kvinnur, og ofta ferðast tær saman við
einari vinkonu ella systur.
Venjingin
Ein dagur á Playitas kann síggja soleið
is út:
Dagurin byrjar tíðliga við einum
gongutúri til eitt av fjøllunum nærindis.
Uppi á fjallinum gera vit Qigong. Síðani
er morgunmatur. Maturin er gjørdur
við tí í huga, at tað eru ítróttarfólk,
sum skulu orka nógv. Klokkan 10.00
er fyrilestur, har vit læra okkum um,
hvussu vit velja tí røttu venjingina til
júst okkara kropp! Síðan er fyrsta venj
ingartímin, ”Core” – so nú skal miðjan
trimmast. Sólin er enn ikki so sterk, so
tað eru deilig 24 hitastig úti.
Døgurðin og siesta eru vælkomin.
Summi leggja seg í sólstólin at njóta
sólina, meðan onnur fara inn á hotell
kamarið og fáa sær ein blund.
Klokkan 15.00 er Aqua Aerobics og
síðani hørð venjing við Combat – tað
er tá, vit skulu hanga í jarnstongunum.
Tá lítið og onki er eftir av orkuni, er
ein tími av venjing eftir. Vit skulu læra
okkum styrkimaskinurnar, og hvussu
nógv vit orka.
Hetta ljóðar kanska sera strævið,
og tað var tað eisini, men tilber at
hvíla inn ímillum, so at kroppurin ikki
gerst alt ov móður. Hann skal hóast alt
halda til hetta tempo í sjey heilar dagar
– bert ein hvílidagur er við útferðum
ístaðin.
Seta gongd á venjing
- Eg havi verið í barsilsorlov í eitt ár,
og nú vil eg fegin koma aftur í mín
Tað vindur alt meira upp á seg, at vanlig fólk
fara á venjingarlegu suðuri í sólini. Tú kemur
heim aftur í góðum formi og við góðum kuløri
Inna Törnroos
hevur verið
til Playitas
á Fuerteventura
á venjingarferð
Summi velja at venja einaferð um dagin, onnur sum fara
á tættar venjingarferðir venja 3-4 ferðir um dagin.
Sveitta
í sólini