Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-17, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 120 · 18. oktober 2013 11 VIKUSKIFTI gamla form, sigur Karin Andersson frá Gøteborg. Hon er eitt typiskt dømi um tey, sum fara á venjingarferðir. Tað eru ofta fólk, ið vilja "kickstarta" venjingina, so at tey veruliga koma í gongd at venja. Tær flestu venjingarferðirnar eru til Spania, Portugal og Turkaland. Tað skal helst ikki verða alt ov heitt, tá tað skal venjast. Tað er ikki bara Apollorejser, ið bjóðar seg fram við venjingarferðum. Star Tours og Spies hava eisini hotell, har tey bjóða venjing. Spies samstarvar við venjiketuna SATS og hevur bæði aquaaerobic, step, powerwalk og core á sínum hotellum. Tá sólin er farin niður, og vit samlast til døgurðan um kvøldið, heldur venjarin Henrik Bramsved, at dag­urin hevur verið róligur. Vit troyttu og eymu luttakarar halda, at hann tvætlar, men nei - fýra venjingar um dagin er tað, hann kallar fyri róligt! Hvussu enn var, so yvirlivdi eg venj­ ingarferðina og hevði avgjørt farið aft­ ur á eina slíka ferð. Tað eru mest kvinnur sum fara á venjingarferð Apollorejser eigur hotellið Playitas á Fuerteventura, og har tað bara regnar fjórða hvørt ár - eina viku í senn