Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-17, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 120 · 18. oktober 2013 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Aberdeen­ - ímyndin av sam­band­inum millum londini Seinasta vitjanin á hesi skotlandsferðini hjá 62oN í september var í Aberdeen, sum kanska kann sigast at vera fremsta ímyndin av sambandinum millum Føroyar og Skotland. Her høvdu Føroyar sína fyrstu og í mong ár einastu sendistovu Aftaná eina sera væleydnaða vitjan á Isle of Skye var farið tvørtur um vakra og stórsligna skotska hálendið. Seinastu náttina gistu vit í bygd­ini Kingussie nærindis Inverness. Koyrt varð fram við Loch Nessvatninum, tó uttan at síggja nakað ódjór! Morgunin eftir var farið til Aberdeen. Her kom Sofus Poulsen við í bussin at greiða frá Aberdeen, har hann hevur búð í eini 65 ár. Sofus er ein partur av okkara lagnusøgu. Hann er ættaður úr Syðrugøtu, men hann misti pápan, Óla, í 1932 við Immanuel. Sofus dugur væl at greiða frá, og hann greiddi eisini frá, hvussu nógv Aberdeen er broytt­ur frá at vera ein fiskivinnubýur til at vera ein oljubýur. Í 2005 greiddi Sofus FF-blaðnum frá sín­um virki í Aberdeen, og skal her takast aftur í okk­urt av tí. Sjálvur fór hann til Aberdeen stutt eftir krígg­ið og sigur hann soleiðis frá: Eg byrjaði at arbeiða á virkinum hjá Gwent kompanínum. Umframt fiskavirki høv­du vit eisini útflutning til Føroyar. Her var talan um alt møguligt uttan matvørur. M.a. tær væl­kendu Aladdin net petroliums­ lampur­nar, sum lýstu sera væl. Sjálvur slapp eg skjótt oman á marknað­in at keypa fisk, og eg lærdi eisini skjótt at skera og roykja allan fisk. Nógv føroysk skip komu at landa í Aber­ deen. Eg haldi, at tað vóru 4-500 landingar árliga í Bretlandi, fyrst og fremst í Grimsby, Fleet­wood og Aberdeen. Umboðsstovan í Aberdeen byrjaði Tað høvdu verið snurruváðskip, sum t.d. "Silver Spray", "Árnanes" og "Capella", sum land­aðu í Aberdeen undan krígnum. Men tá kríggið kom varð brúk fyri fólki at hjálpa til, tá skipini komu inn. Allir vóru jú ikki so køn­ir í enskum tá. Elias Johansen, í Rættará, seinni kend­ur sum útvarpsmaður, var tann fyrsti, sum kom niður seinast í 1940. Tað var felagið Fiska­ útflutningur, sum fekk hann higar. Lands­ stýrið tók yvir, tá heimastýrislógin kom í gildi. Oddmar Skarðhamar kom niður aftaná, at Lias var farin upp aftur til Føroyar. Tann 28. juni 1948 kom eg so í starv á um­ boðs­stovuni og var har í 54 ár. Tað var nógv, sum mátti havast í huga. M.a. var neyðugt fyri hvønn túr at siga bretska fiskimálaráðnum frá, hvussu nógv­ an fiski skipini høvdu, og hvat slag av fiski, talan var um. "Vandamikil" íri Tað vóru eisini aðrar uppgávur. Tá skip­ini komu inn, máttu vit altíð ansa eftir, at toll­ ararnir komu umborð fyrst. Tí fóru vit fyrst um­borð, so sluppu vit ikki í land aftur, fyrr enn tollararnir høvdu verið. Vit kundu tá verða lagdir undir smugling. Fyrstu árini eftir kríggið varð ansað ser­ deil­is væl eftir. Ein íri skuldi fara til Føroyar eft­ir kon­uni. Hann hevði eisini verið her­mað­ ur í Føroyum. Eg fekk honum pláss við ein­um skotskum fiskiskipi, sum skuldi til Føroyar at fiska, og sum skuldi inn eftir vatni, áðrenn teir fóru til fiskiskap. Hetta var so í lagi helt eg. Men seinnapartin sama dag komu tveir detektivar inn á skrivstovuna. Onkur hevði sagt politinum frá, at “the Faroese Consul” hevði hjálpt einum íra, sum tyktist at hava skund, út av landinum við einum fiskibáti. Og írar ræddust teir verri enn alt annað hav­andi í huga írskan yvirgang, sum eisini var tá. Eg royndi at sissa teir og siga, at eg kendi mannin og kundi standa inni fyri, at alt var í lagi. Eg kendi annars stjóran hjá detektivunum í samband við okkurt rokið, sum hevði verið í Føroyum av bretskum trolaramonnum. So eg bað teir heilsa honum um ikki at gera meira burturúr hesum. Eg fekk so eisini heilsan aftur, at hetta var í lagi. Tá tað var neyðugt at bíleggja pláss at landa Tá ið trolarin “Sjúrðarberg” var á veg niður til Miðvikan hjá Óla, fær nú heitið Siðsøga... Føroyar - Skotland 5. partur Gamal fiskimannabýarpartur í Aberdeen Sofus Poulsen, Niels Jacob Nielsen og frásøgumaðurin á ferðini