Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-17, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 120 · 18. oktober 2013 15 VIKUSKIFTI Onglands eystaneftir at landa fyrstu veiðuna, skuldu teir landa í Aberdeen, - tað var eisini her hann var bygdur. Men tað fyltist inn við skipum, og einki pláss var eftir. Í Aberdeen bar ikki til at bíleggja pláss. Men í Grimsby og Hull, var neyðugt at bíleggja pláss eitt samdøgur frammanundan. Kláraði skipið ikki at koma inn á flóðina, so hekk skipið kortini uppá landingarfólkið, og hetta kostaði. Tí plagdu vit at biðja skipararnar ringja til okkara fram til klokkan hálvgum fýra um morgunin at avlýsa, um teir ikki kláraðu flóðina, og tað plagdi at vera í lagi. Men hesa ferðina sendi eg boð - bæði yvir Wick Radio og Stonehaven Radio, men teir fingu ikki samband við “Sjúrðarberg”. Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera. So eg ringdi til vitapassaran á Buchanness nær Peter­head og greiddi honum frá støðuni og bað teir ringja til mín, tá "Sjúrðarberg" kom framvið har. Eg reiddi mær ból á skrivstovuni, so eg kundi fáa boðini beinanvegin, hann kom framvið. Eg hevði frá stjóranum í Ministry of Food útvegað landingarpláss í Hull. Vita­ passarin á Buchanness boðaði mær so frá, tá ið “Sjúrðarberg” fór framvið, og umleið hálv­anannan tíma seinni kom hann til Aber­ deen. “Sjúrðarberg” setti gronina inn ímóti, og eg rópti til skiparan, Kaj Johannesen, at um hann fór til Hull, so slapp hann framat har. Kaj takkaði fyri boðini, og bað teir sleppa endanum. Minnist meg rætt hevði “Sjúrð­ arberg” 2.600 kitt (eitt kitt var um 60 kg) henda túrin og seldi fyri eini 8.600 pund. (Pundið var um kr. 20) So tað var ein hamp­ iligur túrur tá. Men tað, sum bjargaði støð­uni var, at man hevði verið úti um seg og fing­ið hetta landingarloyvi. Aðrir samskiftismøguleikar enn í dag Eg minnist ein dag í 1959. Eg haldi, at vit høv­du 5 landingar tann dagin og góðar 20 fyri vikuna. So tað var altíð nóg mikið at gera. Tey flestu skipini høvdu vánalig radiotól og sendarar umborð. Og at fáa fatur í teimum ymisku bretsku radiostøðunum var ikki altíð so lætt. Eg plagdi at júka myndugleikar­nar í Føroyum um at fáa tvær telefonlinjur til skriv­stovuna, hetta eydnaðist til endan. Við tveimum linjum kundu vit bara biðja skip­ ið bíða við, meðan vit kannaðu spurning­in gjøgnum hina telefonina. Hetta lætti nógv um. Eina ferð høvdu teir, sum skipaðu fyri radio­sam­band­inum, eina fram­sýning á sjó­ mans­heim­inum í Aber­deen. Eg for­taldi teim­ um, at eg plagdi at hoyra skip kalla, men fekk at vita, at hetta var púra ólógligt, tí allar sam­ røður vóru í trúnaði. Ónøgd um prís Tað var ofta ónøgd, tá skip fingu ringan prís, tí fiskurin var vánaligur. Tað var ikki altíð, at skiparar dugdu at skilja tað. Annars var tað so, at teir vóru skjótir at kolldøma fiskin í Hull og Grimsby. Men tað var bert hend­inga ferð, at tað hendi í Aberdeen. Tann sokall­aði "dokt­arin", eftirlitsmaðurin í hvítum kitli, sum legði reyðar seðlar í kassarnar, var eitt sind­ur meira miskunnsamur her norðuri. Eina­ferð minnist eg, at ein skipari á eini slupp sig­ur, at "tað elsta verður 17 dagar í morgin". Ja, tað fær man at síggja sigi eg. Tá eg fari í land, sigur ein maður, at tað elsta verður nú 23 dagar í morgin! Men annars vóru tað okk­ara roynd­ir, at so gamal fiskur kundi verða skor­in til flak og verða lagdur í laka. Viðhvørt var eitt sindur av gulari liting í lakanum. So varð fiskurin royktur, og hetta riggaði heilt væl. "Fame" misti róðrið "Fame" kom niður tann veturin, og teir mistu róðrið. So vaktarskipið "Ternan" togaði teir niður. Teir komu út fyri Aberdeen, og "Tern­ an" hevði ikki loyvi at toga hann inn hagar. Tað máttu togbátarnir gera. So bleiv loyst og "Ternan" kom inn, og eg fór umborð. Vit lurtaðu eftir “Fame” á fiskabylgjuni. Nú hoyri eg Regin á Rógvu, skiparan, siga, at “nú fóru vit á land". Tá vóru sleipi­trossarnir slitnaðir. Loðs­báturin kom so og stútaði hann út frá aftur. So fingu teir annan trossa, og hann slitnaði eisini. Men so fingu teir enda frá "Fame", og tá riggaði. Tríggjar dagar seinni, fekk agenturin eina rokning frá Aberdeen Tug Company fyri tveir trossar. Eg fór so at kanna eftir, hvussu long livi­tíðin var á einum slíkum trossa. Hann skuldi vera 9 mánaðir. Fekk eisini kann­að, hvat teir kostaðu at keypa. So fór eg yvir á skriv­stov­una saman við skipar­a­num og agent­ inum og segði, at eg var komin í samband við rokn­ing­ina hjá "Fame". Eg spurdi so stjór­an, hvussu gamlir tross­arnir vóru, og svarið varð 18 mánaðir. Eg segði, at hetta var tað dup­ulta av tí, sum var garanterað. “Fame” slapp und­ an at gjalda fyri trossarnar. Rokningin hjá Thorvald Ein søga er umThorvald Andreassen, sum átti og førdi "Norðstjørnuna". Ein dagin sigur hann við meg, at nú var eitt verri skil. Jú, hann skuldi hava eina um­væl­ing gjørda, fóð­ring­ar­nir á syl­ind­aru­num skuldi skif­t­ast. Til­boð­ið ljóð­aði uppá 1.200 pund, og nú rokn­ ingin kom, ljóðaði hon uppá 2.500 pund. Hetta var ein rættiligur smekkur at fáa. So sigi eg við Thorvald: "Kom niðan við mær til døg­ urða”. Aftaná fingu vit so ein fund við ver­k­ stað­ið. Teir vóru eitt sindur hálir at tosa við. Eg segði, at hetta kundi ikki bera til. Fyrst at geva ein prís og so at krevja tað dupulta. Men hetta endaði væl. Rokn­ingin gjørdist 1.200 og nøk­ur pund. Hans Jacob Ellingsgaard, ein sjómansins hetja Tað vóru fleiri, sum vóru okkara sjófólki til hjálp­ar. Ein teirra var eiðismaðurin Hans Jac­ ob Ellingsgaard, sjómanstrúboðari. Tað fyrsta sambandið, eg hevði við Ellings­ gaard, sum hann var kallaður í Aberdeen, var eft­ir, at eg var komin niður higar í apríl í 1946. Tá var ein lesistova í Broad Street, har okk­ara sjómenn kundu vitja, og her virkaði Ellings­ gaard. Hann kom niður higar at vera okkara sjó­monnum til hjálpar umleið 1942. Seinni hev­ði hann konuna og yngru børnini Jens­inu, Katrin, Brynjálv og Signhild við sær. Ellingsgaard var altíð umborð á skipunum, tá ið tey komu í havn. Umframt at geva teim­ um "góð orð", hevði hann eisini ymiskt til lesna at geva teimum, sum tey føroysku bløðini, sum bæði lesistovan og umboðsstovan fingu sendandi niður hvørja viku. Okkara sjó­menn fingu so høvi at fara niðan á lesistovuna at lesa bløðini ella at skriva brøv o.a., og fingu teir sjálvandi eisini ein kaffimunn og køku. Eftir kríggið komu nógvir svenskir snurru­ vods­bátar higar at landa. Svenska kirkjan keypti ein kirkjubygning at tæna teimum. Ein annar vælkendur bygningur, sum okkara sjómenn kendu væl var eisini har á leið, nevniliga Hunters møbul og "altmøgu­ ligt" handil, nógv var skrambul. Umframt kirkjuna, so vóru eisini onnur høl­ir har. Her var lesistova, sjónvarp, spæli­ stova og matstova, har ein fekk kaffi og køkur. Ein føroysk lesistova var eisini har. Har komu eisini nógvir danir og norðmenn, og kirkj­an var vanliga nevnd The Scandi­nav­ ian Church. Um­framt fiski­skip komu eis­ini nógv skandinavisk farmaskip til Aberdeen. Um­framt guds­tænastur plagdi Ellings­gaard og pastor Nordin at fyrireika útferðir við buss­um. Eitt nógv vitjað pláss var "up Royal Dee­side" til Glentanar Estate. Kona Lord Glent­anar var norsk, og vóru skandinaviskir sjó­menn altíð vælkomnir at vitja hagar. Sjó­ menn vóru eisini innlagdir á sjúkrahús, og vitj­aði Ellingsgaard eisini hesar. Ikki mundi tað altíð vera so lætt at vera sjó­mannstrúboðari, men Ellingsgaard var ein sera fittur maður, og var við síni stillu med­ ferð væl búgvin til hetta starv. Skandinav­ar, sum búðu á Aberdeenleiðini, vitjaðu sjálv­andi eisini The Scandinavian Church og um­framt framm­anfyri nevndu hendingar vóru av og á eisini Musical Evenings, fyrilestrar o.a. hild­nir í kirkjuni. Ellingsgaard var í Aberdeen fleiri vet­rar eftir krígslok, tí tey flestu av okkara skip­um hildu fram at landa ísfisk her líka til byrj­að varð at byggja flakavirkir heima. Men fleiri skip hildu fram við at koma niður at landa. Seinnu árini av lívsstarvi sínum var Ell­ ings­gaard okkara sjómonnum í Grønlandi til hjálpar, einamest á Ravns Stóroy. Hann var eisini ein góður stuðul hjá Kirkjuliga Miss­ ións­felagnum til ellisárini. Ein sonn hetja og okkara sjómonnum ein trúgvur tænari meg­ in­partin av lívi sínum. Annars skrivar Hans Jacob meira um sína tíð í Aberdeen í endurminningarbók síni "Birita", sum var navnið á báti sínum, sum hann hevði har sín mongu ár í Grønlandi. Komandi partur: komandi og seinasta parti av hesi røð um sambandið mill­ um Føroyar og Skotland greiðir Sofus m.a. frá týdninginum fyri Bretland av føroyska fiskinum undir krígnum Sofus við føroysku umboðsstovuni í Market Street í Aberdeen Havnin í Aberdeen við fiskadokkini fremst á myndini Gamli anrass Tn 456 á veg inn á fiskamarknaðin Hans Jakku Ellingsgaard á útferð við føroyskum sjómonnum