Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Janus Rein Á síðu 4 4000 rinda skatt uttan­lands Beinta Birgitta Jensen Á síðu 8-9 Góður máti at hjálpa Síðani heildarætlanin um fólka­ vøkst­ur og fólkaminking varð hand­að lands­stýr­i­num í vár er einki hent, sum vísir, at landsins mynd­ug­ leik­ar hava tikið hesa heildarætlan í álv­ara. Vit kenna tað av royndum, at slík­ar heildarætlanir, nevndir og álit, sum oftast verða brúkt til at tipp­a kjakið. Eitt dømið um tað er ak­tu­ella dømið um pensjónirnar hjá lands­stýr­is­fólk­um. Løg­mað­ur hevði eitt á­lit liggj­andi á borðinum, tá hann tók við sum løgmaður, men hann lat tað liggja. Tá so vit í miðlu­ num aftur tóku málið upp, varð ein nýggj nevnd sett at viðgera mál­ið. Men einki hendi. Aftur tóku miðl­ar­ nir mál­ið upp, og aftur setti løg­mað­ ur eina nevnd, sum handaði hon­um sítt álit nýggjársaftan í fjør. Nú lov­ ar løg­mað­ur so at bera mál­ið í ting­ ið, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Men í hes­um drál­ing­ar­ tíð­ar­skeið­num hjá løgmanni hev­ur hann sjálvur og næstan øll lands­ stýr­is­fólk­ini upp­tjent sær ta »gyltu pen­sjón­ina«, sum løg­mað­ur sjálv­ur kall­aði tað í tíðindaskrivi fríggj­a­ dag­in eftir at hava lisið Sosialin. Vit vóna ikki, at samanhangur er mill­um upp­tjentu pen­sjón­ina hjá sitandi landsstýris­fólki og vilj­ an núst­ani at av­taka pen­sjón­ina fyri komandi landsstýrisfólk – alt­so ikki fyri sitandi landsstýrið...? Men latið okkum dvølja við lækk­andi fólka­talið í Føroyum. Í tíðargrein í vikuskiftisblaðnum vísir Hans Pauli Strøm, fyrrverandi lands­stýr­is­mað­ur, sum eisini er hag­ frøð­ing­ur, á skeivu fólka­sam­en­set­ ing­ina í Føroyum, og hvussu nógv skeivari hon verður í framtíðini. Sum dømi nevnir hann, at síðani 2004 er talið av fólki í aldrinum yngri enn 40 ár minkað við 2.470. Sama tíð­ar­skeið er talið av fólki eldri enn 40 ár vorðið 2.490 størri. Hann vísir eisini á, at við síðani 2004 hava mist 1.368 kvinnur í aldrinum 15-29 ár og 1.140 menn í sama aldri. Sambært framskrivingum minkar fólkatalið næstu 40 árini við sløkum 2.000 fólkum. Tað er ikki katastrofan, sambært Hans Paula Strøm, men heldur tað, at barna- og ungdómsættarliðið minkar við 3.649, og at talið av vaksnum minkar við 3.509. Størsti trupulleikin er tó, at samstundis veksur talið av gomlum við 5.263 fólkumm. Vit kunnu tí ikki annað enn vóna, at onkur fær vakt okkara ráðandi fólk. Uttanumtosið gagnar ongum. Sjálvt um Jørgen og Kaj Leo ikki trúgva slíkum framrokningum, so má framtíðar politikkurin byggja á hesi størstu hóttan fyri føroyska samfelagið! Trúgva ikki upp á fólkaminking Hilmar Jan Hansen og Jana Eidesgaard Thomsen kjakaðust leygarkvøldið í Hvonn Live um heilsurákið í landinum. Myndugleikar og onnur geva nógv ráð um kost og rørslu, og Hilmar Jan Hansen heldur, at tað er blivið ov nógv av tí góða. - Heilsurákið er blivið hysteriskt. Góð ráð eru fín, men tað merkist meira sum ein hamari í høvdið, tá ið myndugleikar siga okkum, hvat vit skulu eta, og hvussu nógv vit skulu røra okkum, sigur Hilmar Jan Hansen. - Hvør skal bestemma, hvat vit øll skulu gera? Fólk skulu sjálvi sleppa av velja, hvat tey hava hug til. Tey skulu sleppa at siga ja takk ella nei takk. Tað valið skulu myndugleikar ella onnur ikki taka frá fólki, heldur hann. Jana Eidesgaard Thomsen, sum eigur venjingarmistøð, greiddi frá, hvussu fólk kunnu fáa eitt nýtt lív við at fara í holt við at venja og hugsa um kost. - Fólk kunnu sleppa undan heiligvági og sjúku, tá ið tey taka ímóti góðum ráðum um kost og fara at venja. Summi fara ikki í gongd, fyrr enn tey fáa eina ávaring frá lækna og kenna seg noydd at gera nakað við sína heilsustøðu, og tá taka tey gleðiliga ímóti góðum ráðum um bæði venj­ ing og kost, sigur Jana Eides­ gaard Thomsen. Tey vóru tey bæði samd um, at fólk skulu sjálvi eiga valið um kost og venjing. Tað er ójavnt, hvat menn halda um miðalvektina á seyðinum í ár. Summastaðni frættist frá, at vektin er betri enn í fjør, meðan aðrastaðni frættist frá verri vekt.  Í tí stóra og heila kann sigast, at vektin norðanfyri er betri enn í fjør, meðan hon sunn­an fyri er verri. Ser­liga verður latið illa at í Sand­oynni og Suðuroynni, men tó skal hetta takast við fyri­varni. Í summum høgum í Suðuroynni hevur vektin verið á leið tað sama, sum í fjør, meðan hon hevur verið betri í onkrum haga. Saman um tikið er støðan tó tann, at miðalvektin norð­ an fyri er betri í fjør, meðan hon sunnan fyri er heldur lakari. Hampilig miðalvekt Signar í Homrum hevur í 25 ár verið virkin tónleikari og sangskrivari. Hann spældi í nógv ár við bólkinum Kjøl­um, og seinastu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox. Men nú er Signar eisini blivin landskendur sum solistur, eftir at hann fyri einum ári síðani gav sína fyrstu fløgu út. Sangir sum ”Tað er gott at elska”, ”Mín skattur” og ”Kærleikans mátt” eru blivin stór hitt og hava staðfest støðuna hjá Signari sum solistur. – Hetta seinasta árið hevur verið fantastiskt. Eg gjørdi eitt val um at geva tón­leik út sum solistur, og fólk hava tikið sera væl ímóti mínum tónleiki. Tað hevur verið sera hugaligt at fáa allar tær positivu við­ merk­ingarnar frá fólki um tónleikin hjá mær, sigur Sign­ar í Homrum, sum leyg­arkvøldið var gestur í Hvonn Live, har hann spæld­ir nakrar av sínum kendu sangum. Óført ár hjá Signari 4% færri fólk og 70% fleiri gomul um 40 ár... Fólk skulu sjálvi eiga valið